Veturin 1918 var kuldavetur í Íslandi – ikki hevur hann verið beiskari. Máld vórðu 38 kuldastig á Möðrudali á Fjöllum, sum enn er met. Katla goysti. Heimsbardagin fyrri var júst hæsaður av, og spanska sjúkan gekk so ring, at um fimm hundrað fólk doyðu av henni.
Sunnudagin 1. desembur hetta árið savnaðist stór mannfjøld uttan fyri Stjórnarráðshúsið í brekkuni oman móti Lækjartorgi. Sambandslógin – ja, soleiðis nevndist hon – var komin í gildi. Ísland var ikki longur “óatskiljandi lutur av Danaveldi”, men frælst og fullvalda ríki, sum skipaði seg við sama kongi sum Danmark og samstarvaði við hetta landið, tá ið galt um m.o. uttanríkismál og sjóverju.
25. februar 1944 samtykti Altingið at siga upp sáttmálan við danir. Samtykt varð at evna til stjórnarskrá fyri lýðveldi Íslands. Hon var løgd fyri fólkið til støðutakan dagarnar 20.-23. mai 1944. Valluttøkan var 98 %. Av teimum, ið atkvøddu, vóru 99,5% fyri at slíta frá Danmark og 98,3 % fyri at stovna lýðveldi.
Lýðveldishátíðin varð hildin á tingvøllum 17. juni 1944. Men fullveldi vunnu teir í 1918.
Tí hava frændur okkara fyri vestan júst hátíðarhildið hundrað ára dagin fyri fullveldinum.
Her á 62. breiddarstigi og 7. longdarstigi stendur hampiliga til – eingi óár til veður, grøði, skurð ella fiskiskap.
Vit bora og spreingja oman sjóvar og undir havsins botni, byggja glæstriborgir hvør familja einsæris og samfelagið sjálvt; tveir bilar upp á húsið, og fleiri ferðir hvørja viku flyta farmaskip og flogfør alskyns marglætisvørur í sølubúðir okkara, og sjálv ferðast vit – fleiri ferðir um árið – suður í lond at dusa okkum í sólskini og hita.
Vit standa okkum væl – í skaldskapi, í ítrótti og list, sum Poul F. kvað á sinni. Vit eru væl útbúgvin, og føroyskir granskarar gera vart við seg víða um lond.
Vit klára alt! Uttan eitt: at standa á egnum beinum. Tá ber ikki til. Tá skulu vit stuðlast við blokki og olmussugávum.
Í hesum døgum vitja umboð fyri danska kongshúsið okkum, og tey síggja út at vera sera dámlig fólk. Men vit skulu ikki vera so bláoygd, at vit halda, at vitjanin er tilvildarliga løgd – um eitt ár undan einum løgtingsvali í Føroyum.
Henda ríka tjóðin í Norðuratlantshavi tykist ikki at gjøgnumskoða tað. Hetta fær hana eftir øllum at døma ikki at grunda um egna lut sín í ríkisfelagsskapinum.
Hjá hesi stoltu tjóð endaði alt í einum goragangi um, hvør ið skoytti um, og mest – hvør ið ikki skoytti um – at stíga um skipaborð á Danabrók at fáa sær krásir og ein góðan sopa.
Árni Dahl