í seinastuni. Tað, sum fyri almenningin hevur verið so torgreitt at fáa skil á, er fyri Sverra Hansen púra greitt. Tað, at Framtaksgrunnurin varð stovnaður og fór undir virksemið, var tað einasta rætta [...] Framtaksgrunninum, eftir at hann var skipaður. Tvinnir lutir eru í at velja Broytast grundreglurnar fyri grunnin, meðan eg siti her, so er tað uppgávan hjá tinginum at gera tað. Tað havi eg einki við at gera [...] ógvuliga fá projekt sæð, sum nærnámind kemur tí, sum Fiskavirking hevur megnað. - Hatta var tað einasta rætta at gera, og tað er als ikki at sammeta við sanering, sigur Sverri Hansen. - Vit keyptu tey aktivini
alt um. Tað tekur tíð at læra at tulka tað dulda háðið og spottið, »tað kravdi tev og týðarakynstur«. Ræðslan, sum stundum kemur á Kaisten, er uttan orð. Hann sigur einki við foreldrini, tí tað ber ikki [...] sleppa av við alt tað niðurbundna, sum bilgist innan í teimum. Tað sama verndarloysi gongur aftur, tá ið hann er saman við teimum størru dreingjunum. Meðan øll børnini spæla saman, er tað sum í aldingarðinum [...] heimlandið og foreldrini, og hoyrir náttúruna siga: »Lívið er bert eina ferð, far út og tak tað, meðan tað er«. Men tað er júst hetta, hann ikki vágar, sjálvt tá ið hann fær møguleikan latnan upp í hendurnar
selja tey, um tað hóvar teimum best. Marner Lisberg sigur, at hann er púra sannførdur um, at tað eisini fer at føra við sær, at tað fer at verða enn truplari at keypa virki ur Fiskavirking. Tað er ikki vist [...] pengar í. Tað heldur í hvussu so er Marner Lisberg, reiðari og vinnulívsmaður á Tvøroyri. Eg ivist ikki í, at hetta verður gjørt í allarbestu meining. Men tað er ein bjarnatænasta, tí tað fer at virka [...] av, tí ætlanin var, ávarar tvøramaðurin. Alt liggur stilt Vit hava tosað við hann um royndirnar at keypa flakavirkið á Tvøroyri frá Fiskavirking og at fáa tað aftur á lokalar hendur. Tað liggur alt stilt
kann kappast við teir. H71 var við í oddinum í fjør, men teir kláraðu ikki at fylgja við VÍF, og skulu hoyvíkingar gera sær vónir um at náa enn longri enn seinasta ár, er tað av alstórum týdningi, at teir [...] dystinum, men fram móti leikloki hava teir hvørjaferð togað seg frá mótstøðuliðnum, og tað fer at krevja ein innsats yvir tað vanliga, skal H71 gera nakað við VÍF. Í dystinum móti StÍF fyri tveimum vikum síðani [...] á aftasta plássi. Eftir tapið móti Stjørnuni seinasta vikuskiftið, hevur tað týdning hjá GÍ at venda skeivu gongdini, áðrenn tað líður ov langt út á kappingina, og munurin upp til hini liðini økist. GÍ
»nýtslugjald« á kaðalskipanir, soleiðis at tað gerst uppaftur tyngri at reka hesi feløg, sum frammanundan eru dýr at reka, tí tey krevja stórt viðlíkahald. Tað vil siga, at vit, sum hava verið atvoldin [...] minni enn 20.000 kanska heldur 25.000 kr. Fleiri útstykkingar liggja so fyri ? t.d. Norðasta Horn og Inni á Gøtu, at sera ring líkindi er hjá hvørjum húsi sær at móttaka bæði Rás Tórshavn og SvF. Tí varð [...] seta sendarar upp, umframt at so verður hvørt húsið í Havn avtaglað við stórum antennum og parabolum. Tað má eisini vera Sámal Peturi í Grund púra greitt, at endurgjald fer at koma frá antennufeløgunum. Eg
Tað er Vágs Bóltfelag sum skipar fyri stevnuni, sum byrjar í annaðkvøld og endar sunnukvøldið. Seinast VB skipaði fyri sølustevnu var í 1991, men síðani hevur tíðin líkasum ikki eggjað til tey stóru h [...] útlitini eitt sindur ljósari aftur, og tí hava tey hildið tað verið ráðiligt at fara undir eitt so stórt tiltak aftur - fyri fyrstu ferð í seks ár. Og tað tykist sum um um hetta bjartskygni eisini hevur breitt [...] 15 jólatrøð, sum verða sett upp ymsastaðni. Tað fyrsta longu á hólminum mitt á vatninum á veg vestur í høllina. Og børn fara ganga í nissuhúgvu. Gamal hugni Tað fer at seta ein heilt serligan dám yvir stevnuna
fótbólturin raðfestur fremri enn hondbólturin. Men spell heldur Kirsten Ludvig tað vera, tí liðið var gott, tað tíð tað var. Á veg uppaftur Annars heldur Kirsten Ludvig, at kvinnuhondbólturin er á veg uppeftir [...] Tey hava ikki gjørt tað, tí tey hava havt tíð og hug til tað. Men tí tey hava kent seg noydd til tað. Og tað er mark fyri, hvussu leingi tú kanst trýsta fólk til eitt arbeiði, tey ikki hava tíð til. Tí [...] og drongjum dottin heilt niðurfyri. Fótbóltskappingin blívur longri og longri, og strævnari og strævnari og í eini bygd sum í Vági eru tað somu drongir og menn, sum eru uppií báðu. Tí verða teir noyddir
kom eitt nýtt brúk inni í Grønlandsfirðinum. Norðari verður trupult at fara við seyði, heldur Kristjana Motzfeldt. Men tað er ikki bara sum at siga tað at hava seyð í Grønlandi. Tað ber ikki til hjá hvørjum [...] røkja seyðin ordiliga, sigur hon. Hann skal vera inni um veturin. Og tað alt avgerandi er, at hann verður fóðraður rætt og nokk. Annars kann alt gera tað sama, sigur hon. Seyðahaldið í Grønlandi hevur bert [...] tvílembur, sigur Kristjana Motzfeldt, lívfrøðingur. Tað er ov lítið fingið burtur úr, tá vit í Føroyum ikki fá lamb upp á ærina, heldur hon. Soleiðis var eisini í Grønlandi fyri bara tíggju árum síðani, men
búgv her á landinum.« (p 139) »Tað føroyska summarið, tað var bara eitt slag av upphiting, ein ússaligur radiatorur, sum Gud hevði skrúvað frá har norðuri...« Málburðurin Tað, ið eyðmerkir Jóanes framum nógvar [...] í kirkjutíð. Hetta skal lesarin tó sjálvur sleppa at uppliva. Tað er eisini brot, sum tað á kirkjuloftinum, sum ger søguna so frálíka. Tað er kenst sum verður tú skriktur úr dvala, tá ið tú lesur brot [...] veruliga er ein styrki hjá Jóanesi. (p. 51) »Í veruleikanum var blæan eitt flagg, og tað vakrasta flaggið í øllum býnum.« (p. 73) »Súðið frá havinum var ikki longur bara súð, men slátturin frá einum vátum hjarta
fótbóltsfundi var, at rennibreyt ikki skuldi gerast um nýggja grasvøllin í Gundadali. Hetta eru alt fólk, sum einans hugsa um fótbólt og lítið leggja í, hvussu aðrar ítróttagreinar hava tað í Føroyum. Tað er tvætl [...] um Tórsvøll, tí í honum sæst, at áskoðarar ikki koma at sita við endarnar. Teir koma ikki at sita longri frá spælarunum, enn teir vanliga gera til landskappingardystir. Tíbetur vil fyrireikingarnevndin [...] øllum dulnevndu lesarabrøvunum um Tórsvøll. Líkamikið hvussu nógv lesarabrøv verða skrivað, so sigur tað seg sjálvt, at Tórshavnar Kommuna fer ikki at vera við til at byggja eitt stadion fyri 26 milliónir