er latið upp. Eitt annað er í vón. Meðan stjórin í Ísbú í Reykjavík, sum fyrr hevur lovað føroyskum kreditorum sínar pengar, nú hevur verri vónir um, at tað fer at eydnast. Í Oyndarfirði eru fólk við tíðini [...] felagið Ísbú hevur fyrr arbeitt fisk í Oyndarfirði. Men tað virksemið helt upp at fyrr í ár, og stjórin flutti av landinum. Hann arbeiðir nú fyri ein fiskakeypara í Göteborg í Svøríki. Men Ísbú hevur eina rímuliga [...] stjóri í Ísbú í Reykjavík, hevur fyrr sagt við Sosialin, at teir arbeiða við at rudda upp eftir tíðina í Føroyum. Og hann hevur meira enn einaferð sagt, at hann ætlaði sær til Føroya seinast í oktober
stungin í ryggin. Vit føroyingar hava notið av danskarum! Hetta eru tað mong, ið siga. Men, nú vil eg so inniliga ynskja, at vend kemur í. Vit eru avbukað av dønum, teir hava so ruddiliga sett okkum í klemmu [...] avgjøldum á luksusvørum. Hetta eru lutir sum dýrir bilar o.a. og hetta pumpar nógvar pengar av landinum. Hesir pengar kundu ístaðin verið nýttir til útbúgvingar. Útbúgvingar, sum vit seinni koma at njóta [...] Útflutningurin av fiski skal bert verða av lidnari vøru og nakað av feskum. Liðugvøra gevur nógv fleiri pengar og arbeiði, um rætt verður farið fram. Óviðgjørdur fiskur skal vera bannaður til útflutnings, av
mentanarlívið í landinum og fyri trivnað hjá yngri og eldri víða hvar á bygd og í býi, er ikki at taka seg aftur í. Ein afturvendandi trupulleiki er ljóðførisspurning-urin. Lokalu musikkskúlarnir hava í hesum [...] at útvega møguleikar at skaffa pengar til nettup musikkøkið hava fólk tikið seg saman og tikið stig til at stovna ein grunn. Grunnurin gjørdist veruleiki longu í juli í ár og hevur hann fingið sín fulla [...] Hátún, sum nú í fleiri ár hevur havt til uppgávu at menna og samskipa musikkskúlaundirvísingina í Føroyum. Stovnsfæið eru tær 40.000 kr., sum oljufelagið Amerada Hess lat Musikkskúlanum fyrr í ár til m.a
vitjaði í Reykjavík, hittu vit ein teirra, Jens Petursson, sum er formaður í stýrinum fyri Sjómansheimið Ørkina í Reykjavík. Jens er ættaður av Nesi í Vági. Hann æt Jens Splidt, tá hann búði í Føroyum [...] Hon var komin til Íslands í 1947 og býr nú í Reykjavík.« Tað eru rættiliga nógvir føroyingar í Íslandi, sigur Jens. Men trupult er at skráseta teir. Ikki allir eru limir í føroyingafeløgum, til dømis [...] heldur seg til at byrja kortini. Gamla Sjómanssstovan í Reykjavík varð vígd í 1958, greiðir Jens frá, og Johan Olsen, trúboðari, var hvørt ár í eini 30 ár í Reykjavík. Men tað kom so har til, at húsið gjørdist
fáa hana til høldar. Hann nevnir t.d., at ull í tonsatali er tveitt í bingjurnar hjá IRF, hóast bingjan hjá ullavirkinum stóð í nánd. 100 tons av ull Í ár eydnaðist teimum at fáa 35 tons av ull til høldar [...] verður rivin sundur í lagdir, ein spinnilinja, ein karðilinja, ein spolimaskina og ein hespimaskina. Maskinurnar eru keyptar brúkar úr Haderslev í Danmark og eru síðani settur upp í gamla vaskiskúrðinum [...] um alt landið Higartil eru einir 100 luthavarar í ullavirkinum.Teir flestu eru úr Suðuroynni, men í seinastuni eru eisini nógvir komnir afturat aðrastaðni í landinum. Lutabrævið kostar 20 krónur fyri áseyðin
og í gjár fóru fimm ungir føroyingar á fjakkaraferð til Suðuramerika. Ungu føroyingarnir ætla sær at vitja lond í Suðuramerika, og gongst sum ætla, verða teir ikki heima aftur fyrr enn einaferð í mai [...] vit Theodor Olsen í telefonini úr Keypmannahavn, har teir steðgaðu á, áðrenn leiðin varð løgdu suður um ekvator tíðliga gjáramorgunin. ? Vit flúgva fyrst til Rio í Brasil og verða har í einar tríggjar dagar [...] (Hoydal) hava tosað um at fara á hesa ferðina síðani 1995, tá vit gingu í Hoydølum, og seinasta hálvtannað árið hava vit spart pengar saman. Nú er ferðin vorðin veruleiki, og vit eru vorðnir til fimm, sum
pengunum. Fíggjarlógin fer sostatt at geva 2,5 miljónir í halli Í 1996 var hallið tvær mió. størri, so talan er um ein bati, hóast tað er ein dropi í havinum. Skuldin er 160 miljónir, tað er yvir fimm álíkningar [...] at fáa 33,7 miljónir inn í kommunuskatti. Men táið barnadrádráttur o.a. er drigið frá, verður 30,7 miljónir eftir hjá kommuni at arbeiða við. Tað er ein lítil miljón meiri enn í fjør. Eftir fíggjarætlanini [...] nini komandi ár, skal kommunan betala góðar 16 mió. í rentum og avdráttum og sjálvur raksturin fer eisini at kosta góðar 16 mió - tilsamans 32,2 miljónir Tað vil siga, at rentur og avdráttir fara við helvtini
læna pengar út, tí útlánsrentan er so høg. Í lógini fyri grunnin stendur, at útlánsrentan skal vera eitt prosent hægri enn rentan í 60-Milliónagrunninum - og tað 10,5%. Í løtuni starvast trý fólk í Ídn [...] stjóri í Ídnaðargrunninum, og samstundis tók nýggi stjórin, Ólavur Arge við. Trúgvi Árting, sum fyllir 75 í mars, hevur verið stjóri í Ídnaðargrunninum øll árini, síðani grunnurin varð stovnaður í 1971. [...] Vit mugu siga, at Ídnaðargrunnurin er ein útlánsgrunnur, sum er í minking, sigur Ólavur Arge, sum seinastu tíðina hevur sitið sum leiðari í Menningargrunninum, hvørs fyrisiting nú verður løgd saman við
betala tað inn í grunnin um árið, sum svarar til renturnar og avdráttirnar av hesum partinum av kommunuskuldini. Inngjaldið í grunnin skal býtast ímillum landið og kommunurnar við 50% í part. Parturin [...] tað kann bara gerast um løgtingið samtykkir við lóg, at ongin kommuna í Føroyum skal hava hægri skatt enn Tórshavnar Kommuna. Skuldin í grunn Páll Vang sigur, at hetta fer at gera, at nógvar kommunur ikki [...] kundi landið hjálpt kommunurnar. Krevur ikki so nógvar pengar Páll vang sigur, at fyrimunurin við hesi loysnini er, at hon krevur ikki so nógvar pengar, sum aðrar loysnir, ið hava verið frammi. Av tí at
r Sambandsfloksins, Maria Hansen. Maria Hansen metti, at tey brekaðu í Føroyum vóru ov lágt prioriterað í mun til so mangt annað í hesum landinum. Hon nevndi eitt yvirlit yvir ymisk lond, har givin vóru [...] jólum. Ørðvísi í New York Thordur Niclasen úr Miðflokkinum helt, at tað var lítil nytta í føgrum orðum, um einki var aftanfyri. Hann vísti á, at nú hevði Kristian Magnussen møguleika at vísa í gerðum, at hugsað [...] lítið av peningi, at neyðugt var at stongja ávísar deildir. Og hann ætlaði sær ikki upp í tað kórið, sum bara lovaði í eyst og vest, men ikki dugdi at fíggja lyftini. Tað fór einki lyfti at koma frá honum