við seinasta heyst, og í gjárkvøldið greiddi hon frá luttøkuni og upplivingunum í Mettustovu í Havn. - Danska stjórnin vil vísa, at hon gongur virkin uppí arbeiðið í ST og at Føroyar og Grønland eru við, [...] býráðsformaður í Nuuk og sum limur í fíggjarnevndini í landstinginum hevur hon vitjað í Føroyum. Saman við hinum í donsku sendinevndini hittu tær sjálvan Koffi Annan, ið er aðalskrivari í ST. - Tað er sjálvsagt [...] urin Nógvir felagsskapir eru í umfatandi ST-arbeiðnum og nógvir fundir eru alla tíðina. Har verður granskað og lagt fram, viðgjørt og gjørt av. Ætlanir gjørdar og settar í verk um øll týðandi evni. Nógv
verða Læraraskúlahøllin og høllin á Stórheyggi karmur um vitjanina og tiltøkini. 10. flokkarnir í Havn eru í dag klokkan 10 bodnir til tiltak í Havnar Bio. Í gjár varð vitjað í Hoydølum. Eisini er ætlanin [...] vitjandi skulu vitja uppi í Hoydølum Fríggjadagin. Leygardagin verður seminar og sunnudagin fara tey at vitja ymsu fríkirkjurnar í Føroyum. Veking Á tíðindafundi í gjár segði Jenis av Rana, ið saman við einum [...] at Guð merkist og kennist sera nær í Føroyum. Biðja Áðrenn farið varð av tíðindafundinum í gjár varð biðið fyri tíðindafólkum og myndamonnum. Síðani gekk leiðin niðan í studentaskúlan í Hoydølum. Eisini
kkur og støða til Nato, núverandi áhugakonfliktir, tá Danmark skal umboða Føroyar og Grønland í eitt nú IWC, støðan hjá sjómonnunum undir t.d. DIS, norðurlendskt samstarv og samarbeiði í Útnorði. Støði [...] sótu Høgni Hoydal, landsstýrismaður í sjálvstýrismálum, Óli Breckmann og Jóannes Eidesgaard, ið báðir eru løgtings- og fólkatingslimir, og Edmund Joensen, løgtingsmaður og fyrrverandi løgmaður. Hesir báðir [...] teirra hugsan um hugsanirnar hjá Landsstýrinum, og ikki umvent. Men málið er ikki so svart og hvítt, og eg sakni nuancurnar í kjakinum, bæði av politikarum og av fjølmiðlunum, segði formaður Javnaðarfloksins
Fyrst í januar mánaða í ár fingu fólkaskúlarnir kring landið, ið hava eina framhaldsdeild, bræv um, at tað fór at standa í boði hjá tveimum næmingum úr 8. ella 9. flokkunum at taka lut í einum sokallaðum [...] verða tey koyrd í bólkar, har tey saman við hinum í bólkinum skulu gera av, hvør teirra hevur besta uppskotið. Síðani skal onkur veljast, sum skal leggja uppskotið fram fyri Børneparlamentet og somuleiðis grundgeva [...] onkran ráðharra. Næmingarnir í 8.b. á Venjingarskúlanum fóru saman við lærara sínum, Eyðolvi Dimon, beinan vegin at arbeiða við hesum, og tá ið freistin til at lata uppskot og fyrispurningar inn, var úti
sigur hann. Høgni Hoydal vísir á, at styrkin í okkara samfelag eru bygdirnar og økini. ? Tey duga sera væl at standa saman og seta gongd í vinnulívið í økjunum, og tað hevur ómetaligan týdning fyri alt samfelagið [...] at bera fólkinum, og hesin boðskapur skal verða lættur at fata. ? Fólk skulu vita hvat vit vilja í almanna-, vinnu- og í útbúgvingarmálum. Hetta eru trý sera týdningarmikil økir, og tað krevst av okkum [...] dagførdur í samsvari við tíðina. ? Vit mugu fyri alt í verðini ikki bara seta okkum upp aftur á og siga, at nú vunnu vit, og so kemur restin av sær sjálvum. Vit skulu arbeiða alla tíðina og tað er tað
tovuna í Keypmannahavn. Dan R. Petersen og Jógvan við Keldu ætla at fáa frálæru í, hvussu málini, frá tí tey koma upp, og tey verða viðgjørd, til tey verða samtykt, og síðani framd í verki. - Í hesum sambandi [...] - tað var í apríl í fjør - hava Dan R. Petersen og Jógvan við Keldu, løgtingsmenn, umboðað Føroyar í Norðurlandaráðnum. Nógvir fundir hava verið hildnir síðani, í Finnlandi tvær reisur, í Oslo, á Álandi [...] Petersen er limur í javnaðarflokkinum, og tá politisk mál verða viðgjørd, atkvøður hann har. Somuleiðis sum Jógvan við Keldu er limur í konservativa flokkinum og er í viðgerðini í tí flokkinum. - Vit
partaeigari í Sjóvinnubankanum sum var. Og gongdin er tann vegin, at ymiskt virksemið verður lagt saman og virki leggja saman sum ongantíð fyrr. Jens Peter Arge sigur, at t.d. hava Unibank og Tryg Baltica [...] nakað sum helst. ?Tað skulu drúgvar fyrireikingar til slíkt. Og enn eru ongi stig tikin tann vegin. So tað verður hvørki í dag ella í morgin, at nakað hendir tann vegin, sigur stjórin í Tryggingarfelagnum [...] løgini, skulu renna tey minnu, norðurlendsku um koll. Tí leggja tey saman. Jens Petur Arge sigur, at ein orsøk til at feløgini í tryggingarsambandinum løgdu saman, var nettupp fyri at styrkja felagið.
fyrst í sínum heimlandi og seinni í Ungarn. - Eg byrjaði at íðka fótbólt við felagnum í mínum heimbýi Kragujevac. Hetta er ein lítil hugnaligur býur í miðpartinum av Serbia. Eftir at hini londini í fyrrverandi [...] Jugoslavia tóku loysing frá Serbia og Montenegro fyrst í nítiárunum, fóru øll sterk kroatisk og bosnisk feløg úr landskappingini í 1. deild, og ístaðin komu nógv smá serbisk feløg í teirra pláss, eitt nú mítt [...] honum, til tað besta í Ungarn, og einaferð í framtíðini millum tey sterkastu í Europa. Stadler-formaðurin hevði tvey stórfeløg, nevniliga Inter Milan og Ajax Amsterdam, sum fyrimynd, og tey bæði feløgini
hann og allur flokkur hansara gjørdi eftir valið, var at tveita seg - sum gomul uppgávugenta í froðum - í føvningin á tí mest mannfíggindaliga flokki í Føroyum. Og har liggur hann nú og dusar sær, og í søtum [...] orð fyri at vera serliga gávumildir. Og nú stendur aftur ein, sum er av sama bergi brotin, og sum gongur í somu sporum og talar ta somu søgu um hvussu gott vit skulu fáa tað, tá ið fullveldið er veruleiki [...] seg vera vinur og álit arbeiðs- og fiskimanna. Tíverri er ofta langt millum orð og gerðir. Tað hevur ofta undrað meg, at so nógvir vanligir heiðursmenn og vanligar heiðurskvinnur skulu velja ein flokk
sett seg niður og, saman við øðrum floksformonnum, funnið eina haldgóða loysn á teimum stjórnmálaligu og búskaparligum málum, ið so ella so skulu loysast í viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark? Hugsar [...] tí sjónardæmda og tí veruleikakenda. Og hann borgar fyri, at okkara landsmenn og landskvinnur fara undir sína størstu avbjóðing nakrantíð, øksl móti øksl og í góðum tokka. Sorgarleikurin í føroyskum politikki [...] vaksa um ? samstarvið við Danmark, Norðurlond og umheimin sum heild.. Tað, sum eftir er, áttu flokkarnir at kunnað sett seg niður og tosað um. Fyri stuttum var eitt moralskt og politiskt stórmenni og vitjaði