Atli og Lisa fara á danating

Seinni í hesum mánaðinum fara 14 ára gamla Lisa Mikkelsen og 15 ára gamli Atli Brix Andreasen, sum bæði ganga í 8.b. á Venjingarskúlanum, at taka lut í tiltakinum Børneparlamentet, sum fer fram í Fólkatinginum

Fyrst í januar mánaða í ár fingu fólkaskúlarnir kring landið, ið hava eina framhaldsdeild, bræv um, at tað fór at standa í boði hjá tveimum næmingum úr 8. ella 9. flokkunum at taka lut í einum sokallaðum Barnaparlamenti í Danmark.


Lógaruppskot og fyrispurning

Fyri at hava møguleika fyri at taka lut í Børneparlamentet, skuldi man hava orðað eitt uppskot til eina nýggja lóg ella skuldi man gera ein fyrispurning til onkran ráðharra.

Næmingarnir í 8.b. á Venjingarskúlanum fóru saman við lærara sínum, Eyðolvi Dimon, beinan vegin at arbeiða við hesum, og tá ið freistin til at lata uppskot og fyrispurningar inn, var úti um mánaðarskiftið, vóru næmingarnir í 8.b. komnir við umleið seks-sjey lógaruppskotum umframt fleiri fyrispurningum.

Seinasta lógaruppskotið, ið lærarin fekk, var frá 15 ára gamla Atla Brix Andreasen, og tað snúði seg um at styrkja tann persónliga, nationala og norðurlendska samleikan. Ein av fyrispurningunum, sum kom inn, var tann hjá 14 ára gomlu Lisu Mikkelsen til arbeiðsmálaráðharran um somu løn fyri sama arbeiði.

Stutt eftir fingu næmingarnir í 8.b. at vita, at av teimum trimum føroysku flokkunum, sum høvdu sent uppskot inn, dámdu donsku fyrireikararunum best tey hjá Atla og Lisa. Tískil skulu tey seinni í hesum mánaðinum ein túr til Danmarkar, har tey tann 22. verða við í Børneparlamentet. Hinir báðir føroysku flokkarnir, sum høvdu sent uppskot inn, vóru tveir 9. flokkar í Eysturskúlanum í Havn.


Dagurin á danatingi

Tá ið tey koma til Danmarkar, verða tey koyrd í bólkar, har tey saman við hinum í bólkinum skulu gera av, hvør teirra hevur besta uppskotið. Síðani skal onkur veljast, sum skal leggja uppskotið fram fyri Børneparlamentet og somuleiðis grundgeva fyri uppskotinum.

Dagurin hjá teimum báðum á danatingi byrjar við, at tey um middagstíð møta í fólkatinginum, har tey verða leidd til Snapsetinget, har tey fáa frokost. Síðani verður spyrjitími, har tey verða víst til síni pláss í tingsalinum. Síðani verða spurningar settir til løgmálaráðharran, undirvísingarmálaráðharran, arbeiðsmálaráðharran, almannamálaráðharran, umhvørvismálaráðharran og innanríkismálaráðharran.


Uppskotini

Ávís krøv vóru til uppskotini, sum blivu send inn til Børneparlamentet. Tey kundu snúgva seg um so at siga alt, tó skuldu tey verða realistisk og helst skuldu tey verða tengd at gerandisdegnum hjá børnum og ungum.

Vinnandi uppskotið hjá Alta snýr seg sum áðurnevnt um at styrkja teirri persónligu, nationalu og norðurlendsku menningina. Hetta skal gerast við, at hvørt summar í juli mánaða skal skipast fyri tónleikastevnu við luttakarum úr øllum tey danska kongaríkinum. Á stevnuni skulu tey ungu so hava møguleika fyri at framføra sín egna tónleik, umframt eisini at sleppa at spæla saman við ungum tónleikarum úr øðrum partum av ríkinum.

Luttakararnir á eini slíkari stevnu skulu verða børn og ung, sum hava nátt eitt hægri støði innan tónleikin. Fólkatingið skal lata pening til stevnuna, og mentamálaráðið skal útgreina, hvør kann taka lut, og hvussu peningurin skal býtast.

Fyrispurningurin hjá Lisu er vendur til arbeiðsmálaráðharran, og Lisa spyr, um ráðharrin vil virka fyri, at øll fáa somu løn fyri sama arbeiði. Í viðmerkingunum til fyrispurningin sigur Lisa, at tá man er so ungur sum tey, kemur man út fyri, at tú ikki fær somu løn sum tann, ið arbeiðir undir liðuni á tær og ger júst sama arbeiði. Hesin fær meira, tí at hann er nøkur ár eldri enn tú. Víðari spyr Lisa, um ráðharrin ikki heldur, at tankin um somu løn fyri sama arbeiði er rættur, og vil hann ikki arbeiða fyri at strika hendan lønarskilnað.

Tilsamans komu 427 uppskot inn frá 217 flokkum. Luttakararnir á Børneparlamentet koma úr øllum danska ríkinum, og tingmannabýtið verður so at siga tað sama sum í Fólkatinginum, t.v.s. tveir limir úr Føroyum og Grønlandi, og so er restin býtt javnt um alt Danmark.


Ikki áhuga fyri politikki

Hvørki Atli ella Lisa siga seg verða serliga áhugaði í politikki, men tey vístu tiltakinum áhuga, tí at tað er jú ikki gerandiskostur, at næmingar í fólkaskúlunum hava møguleika fyri at sleppa ein túr til Danmarkar í sambandi við okkurt skúlaarbeiði.

Bæði siga tey, at orsøkin til vantandi politiska áhugan er, at teimum dámar ikki arbeiðsháttin hjá føroysku politikkarunum. Teir bara sita og kjakast og kunnu aldrin koma ásamt um nakað. Atli samanlíknaði nevndararbeiði hjá tingfólki við bólkaarbeiði. Hann sigur seg ikki skilja, hvussu tað ber til, at slíkt arbeiði hjá tingfólki skal taka so drúgva tíð, tá ið tey í skúlanum kunnu avgreiða eitt mál í bólki upp á nakrar fáar skúlatímar.


Errin skúlastjóri

Niels Nattestad, skúlastjóri á Venjingarskúlanum, sigur, at hann er ógvuliga errin av næmingunum. Honum dámar væl tiltakið við Børneparlamentet, og hann heldur tað verða stuttligt, at næmingarnir fáa møguleika fyri at royna seg á henda hátt. Hann heldur tað heldur ikki verða óhugsandi, at skipað verður fyri einum líknandi tiltaki í sambandi við 150 ára dagin fyri endurstovnani av løgtinginum, sum var í 1852.

Niels Nattestad heldur tó ikki, at Børneparlamentet fer at kveikja nakran serligan áhuga fyri politikki, men at tað heldur fer at geva næmingunum eitt betur innlit í politiskt arbeiði.