høvuðsheitum er vaksin frá ongum til 6 milliardir?«. Og her er tað at fíggjarnevndarformaðurin mistekur seg so tað stendur eftir. Hann sipar til tíðarskeiðið frá januar 1985 til januar 1989. Men hann sigur [...] annar við árslok 1988, ber illa til at sammeta gongdina við føroysku uttanlandsskuldini í hesum báðum landsstýrisskeiðunum. Lat meg at enda gera vart við, at eftir míni áskoðan er formanssessurin í løgtingsins [...] er gekkurin«. Tann skemtiliga partin av greinini, har fíggjarnevndarformaðurin ger javnaðarflokkin til gekkin, sum slær alt upp í glens, skal eg lata liggja. Skal bert sláa fast, at tá tað snýr seg um at
semjast um at seta í verk. Vit leggja eisini til merkis, at landsstýrismaðurin Kristian Magnussen, sum varðar av hesum í landsstýrinum, eisini er av tí áskoðan, at ein broyting má verða gjørd í semju við [...] við arbeiðsmarknaðin. Og tað er at fegnast um. Men tað sum fyrst og fremst fekk meg til at gera hesa viðmerking, eru tey orð, sum løgtingsmaðurin Bjørn á Heygum kemur við í samrøðu við Dimmalætting fríggjadagin [...] Og hetta kann onki framkomið ella siviliserað samfelag liva við. Vit kunnu ikki bara lata standa til« ? verandi støða minnir mest um lógloysi og onki samfelag kann liva við tí?« At tað so eru elementir
góðar orsøkir til at sannføra FSF, áðrenn teir fara at ganga møguligum ynskjum um broytingar í uppskotinum á møti. Feløgini hava freist til 9. februar at koma við møguligum viðmerkingum til uppskotið. G [...] Ofta hevur tað borið til ? við at kaga í kappingarskipanina ? at lúrt av, hvørji feløg teir í Fótbóltssambandinum rokna við fara at verða tey mest sannlíku, ið fara at liggja best fyri í kappingini um [...] at hava ligið frammarlaga, tá skráin fyri leikárið 1998 varð løgd, ella hevur tað kanska ikki borið til at fingið kabalina at ganga upp. Á aðalfundinum hjá Fótbóltssambandinum leygardagin varð uppskot um
og umskrivað hava til føroysk viðurskifti. Saman við bókini fylgja 15 spurningar, sum Vár í Ólavsstovu hevur gjørt við grundarlagi í bókini. Spurningarnir eru ætlaðir sum upplegg til kjak millum lærarar [...] verður brúkt á rættan hátt. Tað, sum koyrilærararnir vísa á, er, at tað í alt eru uml. 40 tímar til taks til teoriundirvísing, og at tað eru næmingarnir sum gjalda fyri hesa undirvísing. Skulu nú fleiri [...] rnar svaraði, at hon helt ikki, at bókin var nóg »djúp« til at brúka við hesar skúlar. Bókin er lættur lesnaður, men hevur ikki tað sum skal til fyri at kunna brúkast sum eitt høvuðsverk, segði hon. Tá
einum mánaði síðani fór føroyski landsliðsspælarin Julian Johnsson, sum í fjør var við til at spæla B36 til FM-heitið, til Noregs, har hann hevur gjørt ein trý ára sáttmála við Kongsvinger Idrettslag, sum spælir [...] mær og sigur eisini, at tað tekniska ikki er so galið, sum eg sjálvur vil gera tað til, sigur Julian. Hart arbeiði Lívið sum yrkisleikari er ikki bara ein dansur á rósum. Tað er hart arbeiði sum alt annað [...] í bestu norsku deildini. Síðani tá hevur Kongsvinger spælt fleiri venjingardystir sum fyrireiking til norsku landskappingina, ið byrjar um góðar tveir mánaðir, og Julian hevur verið við í teimum øllum
aðrari bygd stuðlar honum í at fara til skips, og at hann skal sleppa at lesa, tá ið ikki annað arbeiði er at tríva í. Undir Íslandi og í Keypmannahavn Túrarnir til skips og serliga eitt ódnarveður, sum [...] Stríðið við familju og umhvørvi annars, ið ikki litu honum til at fullføra eina útbúgving, fekk høvundin at gera av, at hann vildi aldrin aftur til Føroya. Hann søkir arbeiði í Tasmanien og Kina, men hetta [...] hevði eg forsvorið, at tú dró undan ta ferðina vit fóru til Havnar við tær á sinni, tí eg havi aldri sætt so tandrasligt barn«. Her kemur eitt mynstur til sjóndar, eitt mynstur, sum ferð eftir ferð ger vart
at virðismeta lívið øðrvísi. Tað, sum áður vóru trupulleikar, hann ikki kundi vinna á, verður til týdningarleyst smáputl. Í »Endurminningum« verður tað sagt soleiðis »Tað var sjálvt lívið, sum nú alt í [...] Tann áðurnevndi maðurin, sum hjálpti honum til skips, fortelur, at foreldrinum hjá honum hava arbeitt so hart við garði og jørð, at tað er ikki lívsmegi til annað. Tí skilja tey ikki, at sonurin vil lesa [...] heiðin: »Eftir sat eg og grundaði yvir, hvat tað var at vera heiðin, kom til, tað var at hava hala, fann mær so okkurt at binda upp á meg til hala, gekk síðan málmikil um roykstovuna og spældi heiðin«. Heilaga
Tað svarar til 247 fólk. Í Suðuroynni var gongdin ógvuliga lík, tí har minkaði fólkatalið við 762 fólkum ella 13%. Til samanlíkningar fluttu 956 fólk úr Tórshavnarøkinum, men tað svarar bert til 5,9%, tí [...] fólk úr økjunum enn til økið. Og tað, at fleiri fólk flyta úr einum økið, kann verða ein av orsøkunum til, at burðaravlopið fellur, ella í ringasta føri verður negativt. Orsøkin til tað er einføld. Tað [...] vóru ikki smávegis broytingar sum vístu seg. Frá 1989 til 1995 lækkaði fólkatalið í Føroyum við 4.535 fólkum úr 47.838 niður í 43.393. Hetta svarar til eina lækking uppá 9,3 % fyri alt landið. Tí har fólkatalið
maktarloysi, og er til ongan bata í longdini. »Befolkningens kranke skæbne?«. * Danir hava eitt hugtak til eftirtektar teir nevna: »Individets ret til at pleje sin egenart« og til tað krevst: »at man [...] tekur jú óráð fyri, sum heldur at forsjónin hevur tillutað sær objektiva heimild til subjektiva útgjaran av mg, tg ella ug til tey minni á leið komnu, alt eftir førimuni ella dagsins møði og hýri. So ein penan [...] trumfaðu teir eitt principp ígjøgnum. Prinsipiella orsøkin var ílatin eina bót frá fakfelag til ein lim til støddar: kr. 601,50 (!) Og fyri hetta hissini uppkrav fór borðfullur dampari við politi og hundum
savnar fólkið. Í Lorvík eru tað egningaskúrarnir sum alt lívið snarar um, ikki minst um kvøldarnar og leygardagarnar. Tað er har, fólkið hittist, at lívið er, og heimskreppur verða loystar. Lorvík er útróðrarbygd [...] púra kvirt, oyði og bølamyrkt. Og nógv sóu sær ongan annan útveg enn stinga í sekkin og taka til rýmingar. Til dømis nevnir Ólavur, at í 1993, búðu 875 fólk í Lorvík. Í 1995 búðu bara 735 fólk í Lorvík, [...] ar, og teir eru allir í brúki dag um dag. ?Egningaskúrarnir gjørdu, tað, at útróðrarmenninir, sum til tá høvdu egnt umborð, fluttu egningina í land. Egning ber orð fyri at vera, kalt, skitið og ónossligt