hava ávirkan á, at so nógvar kvinnur velja at halda seg burtur úr Føroyum. Smb. tølum frá Hagstovuni hava menn verið í meiriluta í FØ seinastu 80 árini. Hetta er einki eindømi fyri Føroyar. Á øllum smáplássum [...] smáplássum kring Norðuratlantshav eru í dag færri kvinnur enn menn. Tær rýma á stór pláss, tí at tær fáa ikki nóg nógvar arbeiðsmøguleikar í fiskivinnusamfeløgunum. Tær kenna seg skerdar í hesum samfeløgum [...] samfeløgum, og tí rýma tær til størru býirnar. Tær fáa útbúgving og størv, sum eru í størru býunum, ikki á smáplássunum. Kvinnurnar flyta fyrst til høvuðsstaðin í landinum og so til høvuðsstaðin í ríkinum. Úr
vísir eisini á, at teir, sum eru føddir í 1984, og sum hava fingið møguleikan hesa ferð, hava staðið seg sera væl. Og so skulu vit minnast til, at Kristian á Lakjuni, sum er fastur maður á besta liðnum [...] Uppspælið var í høgru, og NSÍ álopsmaðurin var fyrstur á flata innlegginum hjá Jann Inga Petersen. Álopsmaðurin úr HB, Bjarni Jørgensen, skoraði síðsta málið upp á brotsspark, eftir at mótstøðumenninir høvdu felt [...] fótbóltssambandið hátíðarheldur eitt hundrað ára stovningardagin. Venjarin Jógvan Martin Olsen var á middegi í gjár væl nøgdur við, at teir í áttandaparts finaluni fyrrapartin í gjár høvdu vunnið, men
avgjørdur og langar bóltin í málið. 0-5: Magni á Lakjuni. Eitt frálíkt einmansavrik frá Johannes Joensen endar við, at Magni á Lakjuni sleppur at dribla næstan heilt inn á málstrikuna og skora. 0-6: Súni Fríði [...] Hansen, sum spældi á vinstra vongverja, bleiv tikin út, og Mortan Thomsen kom inn fyri hann. Mortan fór í álopið at spæla, og Egil Zachariassen bleiv fluttur úr álopinum og aftur á vongverjan at verja [...] Fríða, sum var sloppin leysur inni í sjálvum brotsteiginum. Annars kundi dómarin, Niklas á Líðarenda, havt reyða kortið á lofti einar tvær reisur í seinna hálvleiki. Tað fyrru ferðina var tað Kaj Leo í HB-málinum
saknur í Símuni Eliasen og Magna á Lakjuni, sum eru í Danmark. Símun spælir við Aarhus Fremad, har hann roynir at bróta ígjøgnum, og tað er væl skiljandi, at ein ungur maður roynir at taka henda møguleikan [...] tvey-trý lið, sum fara at ganga á odda í føroyskum fótbólti, meðan hini halta aftaná. ? Eitt felag sum ÍF kann ikki útvega so nógvar pengar, at tað kann hava eitt heilt lið á lønarlistanum. Vit hava jú eisini [...] verður á heimavølli móti KÍ. Í fjør vann KÍ ikki minni enn 9-1 í Fuglafirði, men hinvegin vann ÍF í Klaksvík ? eitt gott dømi um, hvussu trupult tað var at rokna ÍF út í fjør. Næsti dystur er á útivølli
Ongantíð aftur á ting Í valskeiðnum frá 1994-98 sat Ingeborg á tingi, og hóast hetta var ein hendingarík tíð, so stillar Ingeborg Vinther ongantíð upp aftur. -Nei, tað hevði eg ongantíð funnið upp á aftur. Eg [...] politikki, sigur Ingeborg Vinther. Skaffaði kvinnuni somu løn Aftaná at hava starvast á húsplássi í Havn og síðani á flakavirki í Ìslandi, vendi Ingeborg heim aftur til Vágs, har hon giftist, og fekk tvey [...] in á næsta vali, tí hon metur, at enn eru nógv mál at berjast fyri. Men í vikuskiftunum heima í Vági, tá ið Ingeborg endiliga sleppur at taka tað róligt, so er tað alt annað enn politikkur sum er á skránni
motor-sløgini, var eyðsýndur, tá VÍF vitjaði á Skála sunnudagin. Vestmenningar hava ikki vunnið steypafinaluna síðani 1999, men í landskappingini hava tær á hvørjum ári síðani hetta verið við til seinasta [...] stórvegis hjá VÍF at koma eftir. Hóast munurin á máltalvuni ikki var tann stóri, so bendi dysturin tann vegin, at StÍF ikki skuldi hava stórvegis trupulleikar. Teir á heimaliðnum tóktust brúka munandi færri kreftir [...] teir seg upp á javnt, og tó at strandingarnir togaðu seg framum aftur, so var sálarligi týdningurin av hesi løtuni helst stórur. Momentið var avgerandi Og eftir steðgin kom av álvara munur á. Momentið hjá
Gudfrøðingarnar undrast á, at eitt menniskja við eini bakgrund sum húsmóður, kann hava tílíkan gudfrøðiligan førleika. Spurningarnar er, hvussu kann hon skrivað uttan trúarvillur og á tílíkum høgum andaligum [...] síggja tann Jesus Kristus, ið flest fólk í Føroyum siga seg trúgva á, og at tað er eftir áheitan frá honum, at orð hansara verða fest á blað. Spurningurin er so, hvussu trúgva vit tí? Undrunnarvert má tað [...] ? Leygardagin 25/9 hevði Niels Christian Hvidt, doktari við Gregoriana Unversitetið í Rom, seminar á Hotel Føroyum. Evnini vóru sera áhugaverd. Tann fyrsti parturin var um trúgv og heilsu, um kanningar
gamalt bókmál á palli, nú eru allir leikir á gerandisføroyskum. Hetta er tað seinasta stigið, ið er við til at gera sjónleik so, at fólk kunnu kenna seg aftur í tí sum gongur fyri seg á pallinum. Leikurin [...] kallað ein farsa. Hvør er so munurin á einum skemtileiki og einari farsu. Í skránni stendur at: farsa = komedia við afturvendandi veruleikafyribrigdum sum verða vend á høvdið. Ikki er lætt at gera eina farsu [...] at bíða og maðurin sigur taxaføraranum frá um Ludda, ein maður ið leitaði eftir Jesusi. Hann leitaði og leitaði, men fann hann ikki. Hann legðist á fløskuna, og meðan hann liggur avdottin, kemur Jesus, men
verða øll lombini, sum hava verið tey bestu á teimum ymsu sýningunum kring oynna. Á hesari sýningini er ætlanin at hava sýnsmenn norðaneftir. Á hesum sýningunum eru tað tey vakrastu lombini, sum fáa virðisløn [...] spenningurin á sýningini var, hvør ið mundi hava tann tyngsta veturgamla veðrin. Hetta er sjeynda ferðin, at kappast eisini verður um tann tyngsta veðrin. Øll hini árini er tað sami maður, Hermund Hentze [...] úr Funningi í fjør. Men Hermund Hentze var beint í hølunum á honum, tí hann hevði ein veðr, sum vigaði 99 kilo, so tað vóru snøgg trý kilo á muni. Hinvegin var veðrurin hjá Hermundi betri bygdur enn tann
sera gott hugskot, um at innflyta mjólk úr Skotlandi. Har lá prísurin á umleið 5 kr/litur. Tá mjólkin var komin til Føroya, lá prísurin á umleið 6,50-7 kr/litur. Hetta var so prísurin, sum vit komu at gjalda [...] seg gera, reint polittiskt. Ein annar møguleiki er, at avtaka meirvirðisgjaldið á øllum landbúnaðarvørum, og ikki bert á mjólkini, sum Javnaðarflokkurin ætlaði at skjóta upp. Hetta hevði hjálpt nógv um [...] gjalda fyri skotska mjólk. Tað sum hesin, so annars skilagóði maður, í allari síni fáfongd gloymdi (við vilja), var at rokna flutningin innanoyggja og vinning handilsmansins uppí liturprísin, sum sostatt