Maud Næs
????????????
Leygardagin 25/9 hevði Niels Christian Hvidt, doktari við Gregoriana Unversitetið í Rom, seminar á Hotel Føroyum. Evnini vóru sera áhugaverd. Tann fyrsti parturin var um trúgv og heilsu, um kanningar, ið lýsa, hvussu hesi fyrbrigdi eru tengd hvør at øðrum, og tað verður umrøtt seinnri í aðrari grein í Sosialinum. Næsti partur snúði seg um kristin undurverk. Ymisk áhugaverd og undranarverd fyribrigdi vóru lýst, m.a. opinber-ingar Vassulu´s.
Vassula Rydén vitjar Føroyar frá 4. til 6. oktobur á rundvitjan síni í Norðurlondum. Steðgurin er stuttur og boðskapur hennara verður bert framborðin einaferð í hvørjum landi. Í Føroyum verður møguligt at uppliva og og hoyra boðskap hennara týskvøldið kl 19.30 í Vesturkirkjuni, í Tórshavn.
Tað má verða fyrstu ferð, at ein profetur vitjar her, og í oyrunum á teimum flestu, ljóðar tað møguliga heldur løgið. Profetur? Vóru tað ikki nógvir av teimum í Gomlu Testamenti? Muhammed, var hann ikki ein profetur? Profetur í dag? Í nútíðini? Hvat er nú ein profetur? Ein kvinna profetur í dag? Ein profetur vitjar í Føroyum? Hvør er henda Vassula Rýden?
Nógvir spurningar og ein spennandi vitjan, av einum nógv umrøddum persóni, sum hevur vakt áhuga bæði millum leik- og lærdfólk kring heimin í nærrum 20 ár.
Heilt aftur frá 1985, sigur Vassula Rydén seg hava verið dagliga í beinleiðis sambandi við Gud, ið hevur opinberað seg fyri henni. Tí verður hon í dag nevnd ein profetur. Profetar verða gjøgnum søguna lýstir sum persónar, sum Gud beinleiðis opinberar seg fyri og talar til. Hugtakið profetur verður brúkt um menniskju, ið eru Guds talurør.
Vassula Rydén áðrenn opinberingarnar byrjaðu
Vassula Rydén er fødd í Egyptalandi í 1942. Foreldur hennara eru grisk. Maður hennara er svenskari, hevur arbeitt frá ungum árum fyri ST, m.a. í nógvum londum í Afrika og í Asiu og síðan 1987 í Sveis. Sum barn var Vassula doypt í gresk-ordodoksu kirkjuni. Áhugað fyri átrúna hevði hon ongan, ikki fyrr enn hon í 1985 byrjar at fáa opinberingar, ið so við og við broyta hennara lív. Vaksnamannlívið livdi hon millum betra borgaraskapið, sum kona, mamma, listarkvinna, tennisstjørna og model. Sjálv metti hon seg hava eitt gott og sorgleyst lív.
Opinberingar byrja í 1985
Hvussu hendir ein opbering? Hvat hendir? Í Vassulu´sa føri var tað soleiðis, at meðan hon var í gongd við at skriva ein innkeypslista, føldi hon eina kraft í hondini og eina nærveru . Hon verður vegleidd at skriva og skriftin er nú heilt øðrvísi enn hennara vanliga skrift. Tað er skytseingilin Daniel, ið opinberar seg fyri Vassulu. Hon upplivir eitt tætt vinalag við hann og frá honum fær hon eitt snarskeið í kristnari trúgv. Hon fær boð um, at lesa Bíbliuna og sær, at hon er andaliga blind. Hon fær boð, um at reinsa seg frá synd. Um tað mundi búði familian í Bangladesj. Synd var lýst sum t.d., tá hon segði nei til ein fátækan, tá hon ikki hjálpti tí fátæka, ið heitti á hana. Synd var eisini lýst sum tað, at hon gloymdi at takka fyri heilsu og alt annað gott. Seinnri opinberaðu seg: Faðirin, Sonurin, Heilagi Andin, Jomfrú Maria og erkaeingilin Mikael.
Opinberingarnar telja í dag 12 bøkur, og eru týddar til 38 mál (2002). Tølini eru hægri í dag, m.a. kemur fyrsta bókin "Satt lív í Kristi" út á føroyskum í sambandi við vitjan Vassulu´s í Føroyum í komandi viku. Týtt hevur Erla Maria Simonsen. Gudfrøðingar hava kannað og skrivað fleiri 10-tals bøkur um Vassulu. Gudfrøðingarnar undrast á, at eitt menniskja við eini bakgrund sum húsmóður, kann hava tílíkan gudfrøðiligan førleika. Spurningarnar er, hvussu kann hon skrivað uttan trúarvillur og á tílíkum høgum andaligum støði uttan at vera skúla? Eisini á allnótini er stórur áhugi kring heimin fyri Vassulu og opinberingar hennara, sí kelduávísingarnar til greinina.
Opinberingarnir Vassula fær, lýsa ein kærleiksfullan og líðandi Gud. Gud líður undir at menniskjuni, ið eru skapt av hon av kærleika og við gleði, hava gloymt skapara sín. Gud líðir, tí skapningurin vendur tí góða í skapanarverkinum, ið teimum er givið, til nakað ilt. Líðir, tí trúgvin hevur ring kor og tí kirkjan er ósamd og spalta kring heimin. Opinberingarnar eru ein áminning um, at trúgva gleðiboðskapin og ein áheitan um sameining millum kristin í heiminum í dag.
Opinberingar - hvussu móttiknar av kirkjuni?
Hyggja vit at katólsku kirkjuni, hevur hon siðvenju fyri undrum og halgimonnum/kvinnum, hóast hesu alloftast fyrst verða kosin halgimenni, heilag, langt eftir, at tey eru deyð. Í Luthersku protestantisku kirkjuni hava undur og halgimenni ikki fylt nógv. Orsøkin man vera, at Luther meinti, at opinberingin av Kristusi var endaliga uppfyllingin av øllum profetium yvirhøvir.
Vassula - hvussu hon verður móttikin í Føroyum?
Ein spurningurin er jú, um Vassula veruliga er Guds talurør, profetur, og hvønn authoritet kann man so leggja í opinberingar hennara? Um tað veruliga er Jesus Kristus, ið talar gjøg-num Vassulu, hvussu fyrihalda vit í Føroyum okkum so til tað? Øll okkara trúgv og siðvenja byggir á Kristindómin. Hvussu fyrihalda vit okkum til eina kvinna, ið kemur til Føroyar, ið fólk siga verða ein profet? Sjálv sigur Vassula seg dagliga hoyra og síggja tann Jesus Kristus, ið flest fólk í Føroyum siga seg trúgva á, og at tað er eftir áheitan frá honum, at orð hansara verða fest á blað. Spurningurin er so, hvussu trúgva vit tí? Undrunnarvert má tað tó sigast at vera og ikki havi eg hoyrt um tílíkt í Føroya søgu fyrr.
Tilfar:
N.C. Hvidt: "Trúgv og heilsa" og "Kristin Undurverk", fyrilestur 25/9 í Tórshavn, Synergi.
Rydén, Vassula: Satt lív í Gudi Vassula Rydén samtalar við Gud, týtt E. M. Simonsen, 2004 Føroyar.
N.C.Hvidt: Mirakler - møder mellem himmel og Jord, Gyldendal 2002, Danmark.
www. Tlig.oag
www.vassula.dk










