tosar so nógv um makrelkvotur, hvussu ber tað til, at okur ikki kunnu keypa t.d. makrel í dós, uttan at tað stendur eitt danskt navn á dósini? Fyri eina stórhavstjóð, sum tosar so nógv um norðhavssild, [...] aftrat fyri hvørt kilo av okkara tilfeingi. Eg veit hetta er rættiliga óítøkiligt, og ljóðar fyri summi kanska sum akademikara orð, sum ikki ordiliga hava nakað innihald. Men lat meg geva eitt dømi upp á [...] kunstig húð. Okkurt høvdu tey gomlu sagt, um hetta hugskotið kom á banan fyri kanska 50 árum síðani – tá toskaskræða fór burtur sum slógv? Og her tosa okur um virðisøking á munandi meira enn tað einu krónu
útlendingum Suðuroynna Tey sum hava vitjað í Suðuroynni vita, at hon er nakað fyri seg. Og millum gongufólk er hon søgd at verða nakað heilt serligt. Vit kunnu nevna vestursíðuna av Suðuroynni við bjørgunum [...] flytifuglurin fyrst nemur Føroyaland í Akrabergi. Jarðfrøðisliga er Suðuroyggin serstøk. Og hvør veit um ikki norðingar halda suðuroyingar verða serstakar. Nú verður høvið hjá teimum, sum ikki hava gingið [...] bygdirnar í oynni hvønn leygardag . Málið er at fyriskipa ein túr hvønn leygardag og at tá avtornar, hevur tú møguleika at hava gingið Suðuroynna úr suðri og norðri og eystur og vestur. Staðkend heimildarfólk
hann á einum ísfiskatúri við hesum skipi í mars 1974 undir Íslandi. Meira um Havfrúnna Vit hava longu havt eina drúgva grein um Havfrúnna, har Wolfang var skipari. Men kortini er okkurt, sum kann verða [...] minnist hann hava sagt, at tað likamliga var ein sera drúgvur og tungur túrur um Siglufjaðarskarð, millum annað tí, at klakin um beinini var tjúkkur sum tunnur! Wolfang fekk tvær døtur Tórun og Tordis. Tórun [...] tá ið tað framvegis var eitt privilegium at sleppa við línuskipi og ikki minst at gerast skipari. Um Grím Kamban Grímur Kamban var bygdur á Hatløs Mekaniske Verksted í Ulsteinsvik. Hann var 116 føtur
okkum nakað. - Annars haldi eg sjálvur, at vit taktiskt vóru sterkir. Serliga í fyrra hálvleiki. Nakar góður dystur varð tað tó ongantíð. Hvørki av liðunum spældi serliga væl, haldi eg. Spurdur, um dysturin [...] so taka vit sjálvandi ikki nakrar kjansir. Teir leypa heldur ikki framav, og tú kanst so ikki krevja, at vit skulu skapa nakað móti Sveis. Stóra úrslitið Allan Simonsen hevur ofta havt á munni, at tað stóra [...] Landsliðsprát Miðskeiðis í fyrra hálvleiki tóktist tað, sum um føroyska takið á miðvøllinum hvarv. Orsøkin til hetta tóktist ikki so øgiliga eyðsýnd, og eftir dystin spurdu vit okkara miðvallarovasta,
Hansen javnan at síggja í almenna rúminum. Hann tosar um tey mál, hann førir. Um teir klientar, hann umboðar. Men nú skal hann tosa um seg sjálvan. Um sítt gegni at vera kanningarstjóri í einum máli, sum [...] kemur spurningurin um tað ”viðfødda ógegni”, tað er tá familjubond gera ein persón ógegnigan. Freistingin Hóast spurningurin um gegnið liggur hjá Annfinni V. Hansen sjálvum at meta um, so hevur advokaturin [...] alternativ: - Eg veit sjálvandi ikki, hvat løgtingsstjórin veit. Men líka so væl sum hon hevur skyldu til at eftirkanna tey formellu viðurskiftini, so havi eg skyldu til at upplýsa hana um, hvat kann gera
grundgevingin fyri, at veiðiloyvini skulu ganga yvir nógv ár, at tú ikki kanst gera eina íløgu fyri fleiri 100 milliónir, um tú ikki veit, um tú hevur nakrastaðni at fiska. Men hví skal man eisini tað? Hví [...] sigur hann. Um bara fiskurin kemur upp á land í Føroyum er tað ikki avgerandi, hvør keypur hann, heldur Poul Michelsen. - Um útlendingar keypa fiskin hava tey føroysku virkini haft møguleikan. Um fiskurin [...] gjørligt at sleppa framat, tí so eru fleiri um at skapa virðisøking, og tað er gott fyri samfelagið. Tað sigur seg sjálvt. Men í dag er tað soleiðis, at sjálvt um tað eru nakrir, sum gjarna vilja royna, so
gleðiligt, tá hugsað verður um, at so nógvir ungir spælarar vóru at síggja í hópinum. Snið Vit ganga inn og út við gamla Strauss og Radetzky. Hetta er ikki nakað nýtt, tá hugsað verður um nýggjárskonsertir aðrastaðni [...] útvarpið geva eisini eina góða mynd, har smálutir koma undan kavi, ið tú valla varnast í høllini. Væleyðnað konsert Kanska besta í røðini ? um alt verður talt saman. Roknistykkið er ikki av teimum truplu: nógv [...] filmi. Nú veit eg ikki, hvussu fráboðaða fløgan verður sett saman, men í míni verð skal nógv gerast við tónleikin, áðrenn hann kann bera einsamallur ? uttan film. Syrpa a la Knút Nei! Ikki er talan um eitt
flest visti slettis ikki um tiltakið. Mær er sagt, at orsøkin til, at eitt danskt navn var á skránni, var fyri at fáa nakað av dønum á konsertina, men tað tyktist ikki, sum um nakar var komin at lurta [...] Hugleiðing Nú árið 2006 er farið aftur um, er triðja heila árið við tiltøkum á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn farið aftur um, men enn kann ikki sigast, at Bryggjan hevur nátt sínum máli. Seinasta árið [...] javnan, og fari her at hugleiða eitt sindur um henda sonevnda miðdepil. Tá dyrnar til snotiligu hølini lótu upp 29. november í 2003, vóru vónirnar stórar um, at hetta kundi gerast ein miðdepil í Danmark
eru so fegin um uppskotið. Men hvaðan skulu hasir pengarnir koma? Nú er ikki heilt greitt, um sjálvfíggingin eisini skal umfata teir tríggjar granskingarprofessararnar og teirra arbeiði. Um so er, skal [...] aðrastaðni, har tú hevur ein stóran marknað av fyritøkum og granskarum; men tað hava vit ikki í Føroyum, og frágreiðingin frá nevndini hevur ikki nakað, sum bendir á, at hetta fer at broytast enn um sinn. Sum [...] fiskin ? Mær vitandi er matvøra, sum er "Genmodificerað" nakað, sum brúkarin í Vesturheiminum ikki vil vita av. Eg kundi hugsað mær, at bara illgruni um, at Føroyar útflutti "genmodificeraðar" matvørur var
antin semjast um at saðla um ella verður hann noyddur at saðla um. Birgir Danielsen, sum sjálvur hevur verið nøkur ár í politikki, veit eisini, at alt hetta er eisini taktikkur. Tað ræður um ikki at missa [...] nógv um, hvat hendir við fiski, eftir at hann er veiddur. Tosað verður um saltfisk. Hvussu best fæst burturúr. Hvussu farast skal fram, áðrenn saltað verður og so framvegis. Nógv verður tosað um kemi á [...] á hesi ráðstevnuni, sigur Ásmundur Guðjónsson. Um fysting, bakteriologi og so framvegis. Dømi um fyrilestrar, hildnir hava verið, eru ein um frysting og upptining av fiski, og hvat hann kann brúkast til