vinnulív ikki er kappingarført. Hetta er atvoldin til, at tað ikki ber til hjá ungum evnagóður fólkum at fara undir nýggj virki. Øll vita, at skal einum landi verða lív lagað, so er tað neyðugt støðugt [...] um so er at hann fær undirtøku hjá tí danska fólkinum fyri hesum. Hin vegin hevur hann ikki rætt til at taka frælsið frá einum øðrum ríki. Sjálvur veit hann helst ikki hvat eitt ríki er. Hann er nú komin [...] vera forsætisráðharri okkara, er tað bert tí at hann nýtir vald sítt til at halda eitt annað ríki undir valdi sínum. Hetta er ikki ókent í søguni. Vit hava t.d. eitt dømi sum tað at Hitler ímóti fólkarættinum
kirkju er »tað higartil mest sjáldsama, ella í hvussu so er, mest originala úrslitið av føroysku kreppuni«. Sum tú kanst siga tað, Jóannes! Eg loyvi mær at tríva í tættir í ummælinum: »Motivið er rættiliga [...] sanniliga. Myndevnið Hin heilaga kvøldmáltíðin er óivað eitt tað mest brúkta yvirhøvur í okkara vesturlendsku mentan í hvussu so er tey seinastu 1400 árini. Vit kenna tað úr hundraðvís av halgidómum longu í fo [...] heild. Hon er sostatt eitt gott listaverk, og av tí stendst djúp kensla og innarligheit. »Eg haldi ikki, at tað ber til at lesa nakra djúpa religiøsa kenslu burtur úr málninginum« - tað er sjálvsagt ein
hann í heili 12 ár frá 1975-1987, og er hann tann formaður sum hevur sitið longst í hesum felag. Tá var formansskapurin eitt arbeiði hjá formanninum útyvir tað borgarliga starvið. Tað man onkuntíð hava [...] hevði Ernst eina greiða støðu. Skjótt er Harranum um. Longu dagin eftir var hann farin. Ernst var giftur við Biritu, sum er úr Vági. Tey áttu tveir synir. Ikki minst er saknurin heima, tí Ernst var eitt [...] havi eg kent Ernst í meira enn 30 ár, og komu vit at kennast tá eg gjørdist fakliga virkin. Eingin ivi er um, at hann var ein sterk persónligheit. Hansara brutali startur í lívinum hevur merkt hansara lívsáskoðan
Motzfeldt, um tað fór at koma ein broyting í tilknýti Grønlands til ES. Hann svaraði: - Tað eru nú 16 ár liðin síðani Grønland tók seg úr ES, og vit verða verðandi uttanfyri. Okkara tilknýti til ES er ein sáttmáli [...] har so nógvur ófriður og kríggj eru ymsastaðni í heiminum, haldi eg, at hesin fundur, sjálvt um tað er ein lítil fundur, skal uppfatast sum ein góður vilji at tosa saman. - Eg vil gjarna leggja afturat [...] Noregi og Svøríki, men eg vóni ikki, at tað verður nøkur forðing fyri, at vit í framtíðini kunnu verða við á hesum fundum. - Her hugsi serliga um, ta stóru broyting, sum er við at henda í samstarvinum millum
luttaka í europeiskum kappingum, men í fjør eydnaðist tað at enda á einum fjórða plássi, og tað hevur við sær møguleika at spæla við í Intertoto-Cup. Men tað er eingin loyna, at Intertoto-Cup hevur verið tann [...] vágbingar sjálvir ikki hava havt hug at melda til kappingina, er nú greitt, at VB verður við í hesi kapping. Avgerðin er tikin nakað síðani, og nú kemur tað sum ein kærkomin hjálp hjá vágbingum, at UEFA hevur broytt [...] verður talan um Cup-skipan frá byrjan av. Hevur kravt nógv av feløgunum Áður hevur tað verið soleiðis, at spælt hevur verið í innleiðandi bólkaspæli, har fimm lið hava verið í hvørjum bólki, og so hava tey
Fyrireikingarnar til NM kappingina í 1993 fingu avbera gott skoðsmál frá teimum, sum tóku lut. Alt gekk uppá stás, og tað er einki at ivast í, at tað hevur talt nógv, tá bæði norðmenn og walisar hava tikið undir [...] Ísak Mikladal. Týdningurin Tað ber ikki til at hava eina sovorna kapping á Svangaskarði, tí talan er seks dystir, sum skulu fáast frá hondini eftir nøkrum fáum døgum, og tað hevði verið ov nógv at spælt [...] m í Gundadali, og tað vil siga, at norðmenn, finnar og walisar kenna allir til umstøðurnar í Havnini, bæði tá tað ræður um vallirnar og um umstøðurnar fyri uppihaldi og øðrum, sum er av týdningi í sambandi
leggur afturat, at júst hetta er grundarlagið fyri, at komast kann víðari í málinum - og at vit kunnu finna eina loysn. ? Men havt var á fundinum størsta ósemjan um? ? Tað vóru settir rættuliga nógvir [...] skilt kritikkin frá Javnaðarflokkinum, men eg eri kortini ikki samdur í øllum. Nógvu tíðindafólkini, bæði donsk og føroysk, vildi fegin vita, hví forsætisráðharrin ikki hevði svarað brøvum frá fyrrverandi [...] kortini høvi at tosa saman. ? Vit hava eisini tosað um bankamálið, og Javnaðarflokkurin hevur greitt mær frá teirra hugsan um gongdina síðani 1993. Hetta havi eg noterað mær, men vit eru eisini vorðnir samdir
um skal verða lív laga, er at partarnir viðra hvønn annan. ? Tað er komin bruni í ríkisfelagsskapin, og skal hesin bruni ikki vaksa til ein svull, so krevur tað ein innsats frá báðum pørtum, sum byggir [...] flokkarnar báðar so í lagi aftur nú? ? Nei, tað er ov naivt at halda, at hetta bara kann ornast við einum fundi. Tað krevur meira arbeiði enn so, og ein innsats frá báðum pørtum. Men vit hava nú fingið sett [...] honum frá, at vit í løgtinginum arbeiða við at fáa ein meiraluta við einara loysn, sum breiddin av løgtinginum kann taka undir. ? Vit greiddu honum eisini frá, at sum málið liggur í løtuni, so eru tað teir
men maðurin súkklaði til arbeiðis, og tað fekk eg ikki at passa. Petra var heldur ikki soleiðis, sum eg hevði ímyndað mær eina stjórafrúu, men seinni skuldi tað vísa seg, at Esbern tíbetur ikki var nakar [...] bæði írskan og skotskan fólkatónleik. Og altíð høvdu tey bæði, Petra og Esbern, okkurt at greiða frá, og tað kundi bæði vera áhugavert og stuttligt. Men tey høvdu eisini sorgir at dragast við. Dótturmannin [...] og eg komu at ganga í sama skúlaflokki í Hoydølum. Tá gjørdust Símun og eg vinmenn, og tá stutt var frá skúlanum niðan til húsini hjá teimum í Hoyvík ? ella Uttan fyri Garðarnar, nú kallað Garðavegur ? so
keðiligt tað er at vera áskoðari til dystirnar har, tí frástøðan frá leikarum út til áskoðarar er ov stór. 5.Grikkar hava á Kreta eitt fótbóltsstadion uttan rennibreyt, sum í altjóða høpi ikki er serliga [...] landsliðið? ætlar FSF veruliga at stuðla næstbestu loysnini? Eitt er heilt vist: Tá íløgan er sett í verk, vendist ikki aftur, so tað er nú fótbóltsfólkið má gera sína støðu galdandi. Útvarpssendingin [...] Landskrona, Svangaskarð og ætlaða Tórsvøllin. Tað er í lagi, at sending verður gjørd í útvarpinum um hetta mál, ið hevur stóran áhuga millum manna, men tað er ikki í lagi, tá tíðindamaðurin ikki lýsir allar