umframt at selja smyrsl o.a., eisini at ráðgeva og leiðbeina viðskiftafólkið um tað, sum riggar best til tann einstaka. Spurdar hvussu tað bar til at ein sjúkrasystir og ein lærari fara undir at reka p [...] vilja skapa lív í miðbýnum. Tað skal m.a. gerast við at bjóða gestunum á Hafnia og øllum handilsfólkunum í miðbýnum at keypa frá teimum, móti at fáa vøruna bíligari enn til vanligan útsøluprís. Tað siga [...] eigararnir eru samdar um at gera handilin til eitt stað, har dygdarvørur og góð tænasta verður sett í hásæti. Tær halda eisini brúk er fyri einum handli av hesum slag, har øll vørusløg eru at fáa, ikki bert bíligar
Hinvegin eri eg takksom fyri, at eg fekk møguleika at fáa innlit í hvussu samfelagið er skipað. Tað gevur tær grundarlag at mennast, og kann kanska vera við til at gera teg dugnaligari í arbeiðinum [...] strævið altíð at vera fokus, heldur Marita Petersen. Stundir eru heldur ikki til at mennast í starvinum, eitt nú til at lesa fakligt og samfelagsligt tilfar, sum ger teg enn betur føran fyri at røkja starvið [...] tríggjar mánaðarnar. Flokkurin vónaði at honbroytti støðu Kortini hevur flokkurin havt eina vón um, at Marita Petersen, sum á Fólkatingvalinum fekk 1003 atkvøður, fór at umhugsa støðuna enn einaferð, men soleiðis
frá at arbeiða við tónleiki og til yrkið sum bilsmiður og ørindadrongur? Jú, avgjørt, men tað var eisini hugaligt. Tað var t.d. stuttligt at fara upp kl. fýra á morgni at pakka vørur, og síðani at koyra [...] altíð sunt at royna okkurt annað. Fyrimunurin var eisini, at tá eg var liðugur at arbeiða, so ráddi eg sjálvur í frítíð míni, sigur Martin Mouritsen. Spurdur hvat hann heldur vera mest átrokandi at gera í [...] Mouritsen, at hann í fyrsta umfari fer at tosa við musikklærarnar kring landið, og harnæst fer hann at leggja skema fyri næsta ár. Broytingarnar verða ikki sjónligar beinanvegin. Neyðugt verður at fara varliga
forsetafrúan, Hillary Clinton ynskti at hitta. Men hetta var sum at leita eftir nálini í tí tiltiknu sátuni, tí hann var torførur at fáa fatur á. Men hóast maðurin sigst at vera vorðin millióningur av sínum [...] At ferðast er at velja Hví er jørðin rund? Hesin spurningurin er helst næstan líka gamal, sum hví grasið er grønt, men eftir at hava ferðast í tríggjar mánaðir hinumegin Miðkringin, halda vit okkum hava [...] ka. Tí hóast hugtakið ?at zappa? oftast verður tengt at sofabundnum sjónvarpshyggjarum við fjarstýring í aðrari hondini og onkrum krási í hinari, ber so sanniliga eisini til at zappa fólk og tjóðir - og
Við TórRek ´98 vóna vit at kunna styrkja samskiftið og samhandlin landanna millum, segði Halldór Ásgrímsson, uttanríkisráðharri Íslands, tá ið hann helt fyrilestur í sambandi við at sølustevnan TórRek opnaði [...] Ásgrímsson. Uttanríkisráðharri Íslands vísir tó á, at tað kortini er nakað av samhandli og samarbeiði millum londini. Her vísir hann millum annað á at føroyingar og íslendarar eru í fiskivinnusamstarvi [...] er á einum sera høgum støði, og møguleikarnir eru nógvir at fáa eitt størri samarbeiði millum vinnulívið í Føroyum og í Íslandi. ? Eg vóni, at eisini vinnulívið í Føroyum vil taka stig til eitt RekTór
eisini, at ein slíkur fagnaður kann eggja hesum ungu til at leggja eyka orku í at gera sítt besta ? og kanska kann hetta eisini eggja nøkrum til at fara veruliga klavervegin. Ikki skerst tó burtur, at nakað [...] tónleik, at hetta so smátt er farið at merkjast út um sjálvt skúlaumhvørvið. Tað er jú ikki nóg mikið at klekja eina rúgvu av tónapisum, tær skulu eisini hava eina rók at seta seg á, skulu tær fáa hug at búleikast [...] hesum trimum hevur nakra beinleiðis ætlan um at lata klaverið ella tónleikin gerast framtíðarbreyð, so fara vit kortini at vóna, at tær og øll hini mongu í hvussu er fáa ein bøttan møguleika í framtíðini.
hava ymiskt til felags, millum annað hetta at noyðast at lívbjarga sær og royna at menna seg undir kørgum umstøðum. Í SvF vita vit av royndum, hvussu tað er at skula kappast við útlendskar kappingarneytar [...] sjónvarpi, men nær og hvussu tað verður, er enn ikki greitt. Men tað er ikki hugsandi, at ein tílík kapping fer at verða send beinleiðis ólavsøkuaftan, tá fólk hava annað at gera enn at hyggja í sjónvarp. [...] fíggjarligari skipan óavmarkaðan rætt til at selja tilfar frá tiltakinum kring allan heimin. Og sigast má, at hetta verður ein rættiliga stór avbjóðing hjá SvF at taka upp. Longu nú hava sjónvarpsstøðir
venjingini hesa vikuna. ? Tað er eingin ivi um, at tað hevur alt at siga at vinna. Tað er tað einasta, vit kunnu brúka til nakað, sigur hann. Kyndil hevur ongar skaðar at hugsa um ? allir spælararnir eru tøkir [...] haldi eg, at vit ikki høvdu tankarnir, har teir skuldu vera, sigur Sophus Dal Christiansen. Summi halda, at StÍF hevur fleiri fyrimunir við tað, at tær spæla á heimavølli, hava eitt stig meira, og at summar [...] liðnum fyrr hava roynt at vinna føroyameistaraheitið, men hetta heldur Sophus ikki hava so nógv at siga. ? Vit spældu jú steypafinalu fyrr í ár, so spælararnir vita eisini, hvussu tað er at spæla so avgerandi
fingu teir loyvi til at seta seg í stýrhúsið og royna tólini har. Eftir hetta fór flogskiparin við teimum upp í tornið, har teir vórðu vístir runt. Teir fingu m. a. at vita, hvussu tað gongur fyri seg, [...] Atlantsflog, at teir eisini hava føðingardag í dag. Tað hevði Atlantsflog funnið fram til, og teir settu seg í samband við foreldrini, sum vóru sera fegin um áheitanina. Dreingirnir vóru bidnir at møta upp
nýta høvið til at takka øllum fyri stuðulin. ? Tað eru so nógv, sum fáa gagn av tiltakinum, bæði her heima í Føroyum og úti í heimi. ? Men skulu vit hava nakað at deila út, so er neyðugt, at vit fáa pening [...] pening inn slíkar dagar. Og tað er við takksemi at vit síggja hvussu góða undirtøku tiltakið fekk, sigur hann. ? Uttan stuðul frá Vágafólkið at keypa lutaseðlar, vildi tiltakið ikki verið møguligt og tað vil [...] síðani skipaði Lions Club Vágar fyri stórum tiltakið á Giljanesi. Væl varð gjørt burturúr, fyri at fáa fólk at koma og veita felagnum fíggjarligan stuðul. Og væl varð rikið, tí undirtøkan var so stór sum