Teir hava sama føðingardag sum Atlantsflog

Í sambandi við at Atlantsflog hevur 10 ára føðingardag, hevði felagið funnið fram til tríggjar dreingir, sum eisini hava 10 ára føðingardag í dag. Teir vórðu bodnir ein túr í tyrluni á flogvøllin, har teir fingu gávur frá Atlantsflog og heilsaðu uppá Hans Meinhard á Høgabóli, flogskipara

Í dag eru liðin 10 ár síðan Atlantsflog byrjaði flúgving millum Føroyar og Danmark og í tí sambandinum heldur felagið føðingardag.

Men tað eru eisini onnur, sum hava føðingardag í dag.

Teir tríggir ungu menninir á myndini, hava allir tað til felags við Atlantsflog, at teir eisini hava føðingardag í dag.

Tað hevði Atlantsflog funnið fram til, og teir settu seg í samband við foreldrini, sum vóru sera fegin um áheitanina.

Dreingirnir vóru bidnir at møta upp á tyrlupallinum fríggjamorgunin klokkan 9.30.

Klokkan 9.45 fóru teir við tyrluni á Flogvøllin, har teir vóru móttiknir av Hans Meinhard á Høgabóli, flogskipara, sum beyð teimum vælkomnum, og sum handaði teimum føðingardagsgávu frá Atlantsflog.

Og tað vóru ikki eiti á gávur - eitt modellflogfar og eitt gávukort uppá ein ferðaseðil, til teir sjálvar.

Haðani fóru dreingirnir, saman við flogskiparanum, umborð á flogfarið, har teir kannaðu um alt var í lagið, áðrenn tað fór á flog.

Eisini fingu teir loyvi til at seta seg í stýrhúsið og royna tólini har.

Eftir hetta fór flogskiparin við teimum upp í tornið, har teir vórðu vístir runt.

Teir fingu m. a. at vita, hvussu tað gongur fyri seg, tá flogførini koma og fara.

Síðan gekk leiðin aftur til Havnar við tyrluni, og teir lendu klokkan 11.12 og so var ein spennandi dagur av.

Sosialurin ynskir føðingardagsbørnunum tillukku við degnum.