Ein stór avbjóðing hjá Sjónvarpinum

Sterkir menn: Sterka kappingin á ólavsøku verður ein stór avbjóðing hjá SvF, sum hinvegin fær eitt gott høvi til at fáa kærkomnar inntøkur av egnari framleiðslu

Saman við Int. Promotion, sum er felagið hjá Regini Vágadal, er tað Sjónvarp Føroya, sum skipar fyri kappingini Atlantic Giant á ólavsøku.

Sum sponsorur hjá Regini Vágadal hevur SvF øll rættindi til kappingina. Sjónvarpið hevur eisini sambært eini avtalaðari fíggjarligari skipan óavmarkaðan rætt til at selja tilfar frá tiltakinum kring allan heimin. Og sigast má, at hetta verður ein rættiliga stór avbjóðing hjá SvF at taka upp. Longu nú hava sjónvarpsstøðir úr øllum heiminum víst Atlantic Giant stóran áhuga og siga seg vera sinnaðar at keypa upptøkur frá kappingini.

Eisini er áhugi í USA, har teir stóru pengarnir eru, fyri kappingini, so hetta kann gerast eitt kærkomið høvi hjá Sjónvarpi Føroya at fáa góða inntøku burtur úr egnari framleiðslu.

»Endamálið við eini føroyskari sjónvarpsstøð er at geva føroyingum nakað, sum tær útlendsku ikki kunnu geva okkum. Sjónvarp Føroya skal eggja til og taka beinleiðis stig til ella stuðla undir mentunarligan ella annan framburð fyri føroyingar«, sigur SvF í tíðindaskrivi.

? Regin Vágadal og Sjónvarp Føroya hava ymiskt til felags, millum annað hetta at noyðast at lívbjarga sær og royna at menna seg undir kørgum umstøðum. Í SvF vita vit av royndum, hvussu tað er at skula kappast við útlendskar kappingarneytar, sum hava heilt aðrar umstøður at menna seg undir, sigur Tróndur Djurhuus, sjónvarpsstjóri.

? Tá tað er sagt, mugu vit eisini viðurkenna, at ávísir munir eru á Regini og føroyska sjónvarpinum. SvF er ikki komið í heimselituna, eins og Regin ? ikki enn í hvussu er! Vit mugu í staðin arbeiða fyri at gerast eitt rímiligt tilboð til føroyingar burturav. Men kunnu vit kasta saman í royndunum at halda annan okkara í heimselituni, so er tað ikki av leið, leggur hann afturat.

Tróndur Djurhuus vísir á, at pengarnir hjá Sjónvarpi Føroya fyrst og fremst skulu tæna hyggjarunum. Tá Sjónvarpið hevur áhuga í hesum samstarvinum, er tað sjálvandi eisini tí, at tað er við til at tryggja føroyska luttøku í altjóða kappingum, sum aftur kunnu koma hyggjarunum til góða.

Vanliga verða tær stóru kappingarnar av hesum slag sjónvarpaðar á tann hátt, at tosað verður við luttakararnar ímillum tær ymsu greinarnar, og soleiðis verður eisini á ólavsøku.

Sjónvarp Føroya ætlar sær sjálvandi eisini at senda kappingina í føroyskum sjónvarpi, men nær og hvussu tað verður, er enn ikki greitt. Men tað er ikki hugsandi, at ein tílík kapping fer at verða send beinleiðis ólavsøkuaftan, tá fólk hava annað at gera enn at hyggja í sjónvarp.