Vágunum fráboðan um harðskap í eini veitslu í Sørvági. Ein varð skallaður so illa, at hann mátti undir læknahond. Løgreglan veit, hvør gerningsmaðurin er, men hevur ikki funnið hann enn, hóast hon hevur roynt [...] roynt at leita í Vágunum. Somu nátt varð læknin aftur boðsendur til dansin í Miðvági, har ein var dottin so illa, at hann hevði fingið eina rivu í andlitið. Herverk varð eisini framt leygarkvøldið á Hotel [...] Hotel Vágum. Onkur hevði brotið tann stóra rútin við høvuðsdyrnar, men løgreglan tekur ikki tað málið upp, tí eigarin greiðir sjálvur málið.
Europiski Miðbankin nart ikki rentuna, tá rentufundur var á skránni í dag. Undan fundinum roknaðu flestu sefrøðingarnir við, at rentan ikki varð broytt í hesum umfarinum, og teir fingu rætt í hesum. M [...] og tí verður ikki mett, at nøkur orsøk er til at broyta rentuna her og nú. Leiðandi europiska rentan hevur verið óbroytt síðani mai mánað, og flestu greinarar tykjast samdir um, at hon eisini verður óbroytt [...] so. Danski tjóðarbankin fylgir vanliga europisku rentubroytingunum, og seinnapartin í dag komu boð um, at eisini har verður rentan verandi óbroytt. Leiðandi danska rentan er í løtuni1,25%.
víst eisini um frælsi hjá tí einstaka, greiða tey frá, og skála við sínum donsku ølum. - Vit ætlaðu at drekka føroyskt, men tað var alt glas, og tað sleppur mann ikki at taka inn. Er tað ikki at skerja frælsi [...] - Dunnan skilir ikki, hví vit tosa um frælsi, tí tað hevur hon altíð verið. Hesi fólkini á G!festivalinum hava eitt rættiliga serligt flagg, har tey vísa til frælsi. Vit spurdu hví tey siga so. - Tað er
funnist at, at hon spælir ein ov stóran leiklut í álopsspælinum. Mest sum einastu hóttanirnar hjá Neistanum vóru skjótálop og Barbara Brauer í gjár. Ikki tí, tað eydnaðist væl. Trupulleikin var, at øll væntaðu [...] sannførandi var tað als ikki. Bæði liðini framdu óneyðuga nógv mistøk, og serliga vóru kvinnurnar úr Klaksvík lítið avgjørdar í løtum. Sum heild gekk illa at fáa ferð á spælið. Tað er ikki til at siga [...] undanførsla, sigur Birgir Hansen, og leggur afturat, at Neistin hevur ikki veittrað farvæl til møguleikan at sleppa í finalurnar um føroyameistaraheitið. hjodda við trimum málum, tá 10 minuttir restaðu
Talan hevur kortini ikki verið um nakra einkla og lætta loysn. - Hon hevur verið drúgv, hon hevur verið avbjóðandi, men hon hevur eydnast væl. Og fremsta orsøkin til tað er, at vit hava havt ein framúr [...] av økinum, vit kravdu, og tað vekir als uttanlands. Hartil var tað ein einmælt nevnd, ið tók undir við kravinum, og tað kunnu vit bert fegnast um, sigur Bjørn Kunoy, samráðingarleiðari fyri føroysku sen [...] Hann heldur, at hóast føroyingar mugu lata sær lynda við ein lítlan triðing av økinum, er tað als ikki so galið. - Hetta er hent eftir samráðingar við Noreg og Ísland, og har skulu vit minnast til, at
samráðst um framtíðina, og nú sigur Sigmund Poulsen, sakførari hjá Liljan Weihe, at hon í morgun varð uppsøgd av nýggjum. Ella soleiðis tulkar hann tað. Tí í morgun fekk Liljan Weihe ætlanarskriv um, at hon [...] hvørs innihald ikki er greitt enn. Sigmund Poulsen sær tað sum eina uppsøgn, men hesum vísur Johnny í Grótinum aftur. Les eisini: KVF stríð: Liljan Weihe aftur uppsøgd í dag - Hetta er ikki ein uppsøgn. [...] - Mentamálaráðið staðfesti, at eg hevði skilt kjarnuna í málinum, men at revsingin var ov víðgongd. Ráðið vísir á møguleikar fyri átalu, ávaring ella flyting innan starvsøki, og tað er tað, sum eg nú geri
sjikana á gøtuni er ikki partur av lóggevingini, sum nú er, sigur hon við útvarpsstøðina RTL. Lógin verður væntandi samtykt í næsta ár. Les eisini: #metoo: Føroyskar kvinnur vilja ikki greiða frá ágangi [...] tá ið tað er farið forbí eitt mark og vit kenna okkum ótryggar ella sjikaneraðar á gøtuni, sigur hon. Hon nevnir sum dømi, tá ið ein maður fer forbí markið við at tosa við eina kvinnu einans 10 ella 20 [...] Seinastu dagarnar hava vit hoyrt nógv um sexsjikanu og beinleiðis ágang nú nógvar kendar kvinnur í Hollywood hava alment sagt frá, at Harvey Weinstein skal hava verið óhóskandi móti teimum á ymiskan hátt
av føroyingum eru í dag útihýstir, - Tað er at gera mannamun, sigur hon. Hon sigur, at sjálvsagt hevur hetta ikki bara týdning, tí at ST sáttmálin vísir á hesi grundleggjandi rættindi. Men tað hevur týdning [...] soleiðis at eisini fólk, ið ikki hoyra so væl, ella eru deyv, fáa møguleika fyri at fylgja við í tí, sum hendir í føroyska samfelagnum. - Umstøðurnar hjá fólki, ið eru tunghoyrd, var eisini eitt av evnunum [...] skuggafrágreiðingini til ST nevndina. - ST sáttmálin um rættindi hjá einstaklingum ið bera brek, sigur greitt, at øll hava sama rætt sigur Tóra við Keldu. Men hon staðfestir samstundis, at ein stórur partur av
sigur við Planet.fo, at hon ikki er greið yvir, hvussu nógv løg vóru spæld, men fleiri hundrað metur hon. - Tað er trupult at siga, um náttina gjørdist tað nógv jam og vit hava ikki gjørt nakað yvirlit, yvir [...] yvir hvussu nógv vit spældu, men fleiri nógv løg vóru spæld fleiri ferðir, greiðir hon frá. Kórleiðarin var sera væl nøgd við tiltakið, og hevði varhugan av, at øll tey ungu somuleiðis vóru væl nøgd. - [...] Kórleiðarin hjá Ungum Stjørnuskotum er sannførdur um, at allir sangarar og tónleikarar, ið luttóku á 24 tímar konsertini herfyri hava gjørt framstig av upplivingini. Ung Stjørnuskot spældu herfyri 24 tímar
Hans Pauli Strøm staðfestir, at hetta hevur landsstýriskvinnan ikki fingið undirtøku fyri í samgonguni og hon hevur heldur ikki kunnað um tað. Talsmaðurin hjá Javnaðarflokkinum sigur hinvegin, at land [...] er at upprunaliga var ætlanin at spara 2,7 milliónir á ellis- og røktarheiminum á Tvøroyri við at niðurleggja átta tvímannakømur og gera tey til einmanskømur. Men tá ið undirtøka ikki fekst fyri tí, er [...] leggur afurtat, at hann vónar at landsstýriskvinnan er greið yvir tað og tí hugsar seg um enn einaferð, áðrenn hon ger nakran skaða, sum hann málber seg.