KVF stríð: - Ein revsing men ikki ein uppsøgn

- Mentamálaráðið staðfesti, at eg hevði skilt kjarnuna í málinum, men at revsingin var ov víðgongd, sigur Johnny í Grótinum, kringvarpsstjóri nú.

- Mentamálaráðið staðfesti, at eg hevði skilt kjarnuna í málinum, men at revsingin var ov víðgongd. Ráðið vísir á møguleikar fyri átalu, ávaring ella flyting innan starvsøki, og tað er tað, sum eg nú geri, sigur Johnny í Grótinum, kringvarpsstjóri nú.

 

Løgtingið viðgerð nú uppskot um misálit á Rigmor Dam orsaka av niðurstøðuni í stríðnum í Kringvarpinum, har ráðið ógildaði uppsøgnina av Liljan Weihe sum tíðindaleiðara. Hendan avgerðin fall fríggjadagin. Í dag hava Liljan Weihe og Johnny í Grótinum samráðst um framtíðina, og nú sigur Sigmund Poulsen, sakførari hjá Liljan Weihe, at hon í morgun varð uppsøgd av nýggjum. Ella soleiðis tulkar hann tað.

 

Tí í morgun fekk Liljan Weihe ætlanarskriv um, at hon nú skal í annað starv í Kringvarpinum. Eitt nýupprættað akademiskt starv á Aktuelt deildini, hvørs innihald ikki er greitt enn. Sigmund Poulsen sær tað sum eina uppsøgn, men hesum vísur Johnny í Grótinum aftur. 

 

Les eisini: KVF stríð: Liljan Weihe aftur uppsøgd í dag

  

- Hetta er ikki ein uppsøgn. Hetta er ein flyting innan setanarøkið. Tí setanarøkið hjá Liljan Weihe eitur Kringvarp Føroya og nú fær hon eitt nýtt starv í boðið, har hennara førleikar verða gagnnýttir til frama fyri tíðindaflutningin, sigur Johnny í Grótinum, sum vísir á, at hann hevur stóra virðing fyri fakligu og analytisku førleikunum hjá Liljan Weihe. 

 

Tað er nærliggjandi at halda, at hetta uppskotið hjá Johnny í Grótinum er at síggja sum ein revsing av Liljan Weihe og tað er eisini tað tað er, sigur kringvarpsstjórin.

 

- Ja, hetta er ein revsing. Eg geri júst tað, sum Mentamálaráðið vísir á, at eg eigi at gera í slíkum førum. Tí mín tulking av støðuni hevur verið røtt, sigur Mentamálaráðið, men revsingin ov hørð. Mentamálaráðið vísir síðani á, at ein onnur rættari revsing kundi verið ein átala, ávaring ella flyting innan setanarøki, og tað er tað eg geri nú, sigur Johnny í Grótinum.