Fóru til hendurs í Sørvági


 

Leygarnáttina fekk løgreglan í Vágunum fráboðan um harðskap í eini veitslu í Sørvági. Ein varð skallaður so illa, at hann mátti undir læknahond.

Løgreglan veit, hvør gerningsmaðurin er, men hevur ikki funnið hann enn, hóast hon hevur roynt at leita í Vágunum.

Somu nátt varð læknin aftur boðsendur til dansin í Miðvági, har ein var dottin so illa, at hann hevði fingið eina rivu í andlitið.

Herverk varð eisini framt leygarkvøldið á Hotel Vágum. Onkur hevði brotið tann stóra rútin við høvuðsdyrnar, men løgreglan tekur ikki tað málið upp, tí eigarin greiðir sjálvur málið.