- Dunnan skilir ikki, hví vit tosa um frælsi, tí tað hevur hon altíð verið. Hesi fólkini á G!festivalinum hava eitt rættiliga serligt flagg, har tey vísa til frælsi. Vit spurdu hví tey siga so.
- Tað er kanska tjóðskapurin, men tað er heilt víst eisini um frælsi hjá tí einstaka, greiða tey frá, og skála við sínum donsku ølum.
- Vit ætlaðu at drekka føroyskt, men tað var alt glas, og tað sleppur mann ikki at taka inn.
Er tað ikki at skerja frælsi?
- Nei. Alt frælsi er við ábyrgd. Og trygdin má sjálvandi koma fyrst, staðfesta tey.
Fólkini við frælsisflagginum og dunnuni eru komin at hoyra Frændur, Haunted, Russ Taff og Veto.