bjarga tær, hvussu kanst tú so ganga runt og stúra fyri lívi tínum. Lítur tú ikki á, at eg fari at hjálpa tær? Lítur tú ikki á, at tað eri Eg, sum haldi í hond tíni og sum beri teg, tá ið tú ert um at hokna [...] stúranir eru til onga verðsins nyttu. Man kundi samanborið tað við at renna á einum rennibandi. Man rennur og rennur men kemur ongan veg. Einki verður betri av, at vit stúra. Men Jesus tosar eisini til kenslur [...] hvat tað er, Hann hevur vunnið fyri okkum á Golgata og hvør tryggleiki tað er at vera barn Hansara, og tá eru vit uttan stúran, tí vit hava ognað okkum tað í trúnni á Hann. Í hesum førinum eiga vit at brúka
fiskiveiði – frá tí, at føroyski fiskiskipaflotin royndi á fjarleiðum, til fiskimørkini vórðu flutt út á 12 fjórðingar í sekstiárunum og at enda út á 200 fjórðingar í 1977. - Ísland var millum fyrstu lond [...] um, áðrenn nýggir fiskidagar verða ásettir á hvørjum ári. - Fiskidagaskipanin virkaði eftir øllum at døma rímiliga væl, so leingi fiskastovnarnir vóru á veg uppeftir. Løgtingsmaðurin ásannaði tó, at skipanin [...] fyrilestur í einum veruligum auditorium, sum hann tók til. Løgtingsmaðurin vísti á, at fyrstu ferð, hann hevði hetta høvi, var á Lærda Háskúlanum í Århuus, og tá snúði evnið seg um gransking. - Eg var júst
tamarhaldið á bilinum og setti lívið á sær sjálvum og fleiri øðrum fólkum í stóran vanda. Nakað inn ímóti Klaksvík, kom hann at koyra aftan á bil, sum hann yvirhálaði. Men fleiri bilar vóru á vegnum og tað [...] koyrdi frammanfyri og so mátti hann aftur yvir í vinstru síðu. Soleiðis krússaði hann á vegnum, til hann misti tamarhaldið á bilinum. Men hesum avsannaðu tvey vitni, tí tey søgdu, at bilurin, sum kom av síðuvegnum [...] ímillum bilarnar og í hesum sambandi var hann fleiri ferðir yvir í vinstru síðu á vegnum. Tað endaði við, at hann misti tamarhaldið á bilinum og rendi í bakkan framvið vegnum. Bilurin fleyg ígjøgnum luftina og
Meðan vanligu kundarnir bara síggja lítla handilshølið, er alt húsið á tremur av blómuhandli - bæði kjallari, veg- og miðhædd, og enntá eisini í úthúsinum, har kransagrønt verður goymt. Hvør sentimetur [...] eru so smáar her hjá okkum. So ofta kenna vit ørindini, tá ið fólk kemur á gátt. Vit laga okkum automatiskt til støðuna, og vísa á tann hátt okkara virðing. Viðhvørt fara vit afturum við fólki, so tey ikki [...] foreldrapari, sum hevði mist eitt barn. - Lítla barnið liggur nú úti í kapellinum á einari vakrari legu av blómum, sum á eini summarong. Sorgina kunnu vit ikki taka frá teimum, men vit royna altíð at gera
Fróði Løkságarð Mikudagin var fundur millum Føroya Arbeiðarafelag og starvsfólk á gistingarhúsum og matstovum. Á fundinum var tosað um møguleikan fyri at fáa hesi starvsfólkini innlimaði í Føroya Arbe [...] í Føroya Arbeiðarafelag. Stjórin á Hotel Vágum Uni Danielsen, sum eisini er fyrrverandi formaður í Gistingarhúsfelagnum, sigur at so vítt hann veit, eru starvsfólkini á Hotel Vágum vælnøgd við henda sáttmála [...] umsókn mínari, tí eg vildi ikki gera fokus á trupulleikan. ? At tað júst gjørdist Lorry, sum eg fór í starvsvenjing hjá, vóru fleiri orsøkir til. Loyvt er at søkja á fýra starvspláss, og eg var somikið heppin
ein byggja víðari á, um ein skuldi verðið vrakaður. Men sum oftast er bert hjá teimum at finna eitt annað felag á lægri støði. Spurdur, um fótbóltur ikki er eitt sindur óvist at byggja á, um ein knappliga [...] Lennie á U-19 liðnum hjá Chelsea, og hóast hann bert er 16 ára gamal, er hann fyrsti málverji har. Hann ynskir at koma so skjótt sum gjørligt á eykaliðið hjá Chelsea, fyri síðani at koma inn á Premier [...] Eftir at eg í gongini á Hotel Føroyum havi sagt høvuðsvenjaranum á enska U-16 landsliðnum, Dick Bate, míni ørindi, er hann avgjørdur og sigur, at 16 ára gamli Lennie Pidgeley, sum dagliga er málverji hjá
Amavisca ? sitandi á beinkinum, men at spanski venjarin avgjørt ikki var nøgdur við bara at vera á odda við einum máli ímóti super amatørunum úr Føroyum sást bæði á andlitsbránum og á, at hann brúkti allar [...] an á aftasta manni, sendi fram ímóti John Petersen, ið var hart kroystur, spaniumenn vunnu bóltin, sum var spældur uppum Jan Dam og til ein leysan Luis Enrique, ið skoraði. At missa á handa hátt á egnari [...] tað sást ikki inni á vøllinum. Ætlanin brast Gamaní høvdu spaniólar bóltin nógv meiri, men teir spældu onga løtu føroyingarnar út av vøllinum, og upplagdu málmøguleikarnir kunnu teljast á fingrunum. Ein partur
Pól í Køk var við á hesi ferð, sum hugsað verður um, men tað var ov nógv sjóvarilska, tá ið komið var norður á Boðarnar, so vent varð við aftur til Fuglafjarðar. Veðrið var annars gott á landi, men hann [...] run var undir Gøtueiði, nei, tá er ikki so gott á sjónum norðanfyri, so apostlarnir vóru aftur tiknir til hjálpar. Poul Martin á Trøðni og Pól í Køk fóru á Skarði, og er sagt um hesa ferð, at hon skuldi [...] so lætt at koma at lendingunum á plássunum norðanfyri, og er dømi um, at lína varð knytt um miðjuna á Emmu og so við fullari ferð inn ímóti og so eitt lop í føvningin á sterkum monnum, sum tóku ímóti.
styrkisvenjingar. Teir kunnu renna á rennibondum, súkkla á maskinum ella pumpa eitt sindur av styrki í kroppin við teimum mongu vektunum. Ein einsamallur maður situr á súkkluni við sveittabroti. Nú eru [...] spinnandi galið. Einsamallur á súkklu Tað regnar. Tað er fyrst í februar mánaði 2004, og mjørkin hongur tungur yvir danska høvuðsstaðin. Í lýggja vetrarveðrinum valdar mest sum tøgn á Brøndby Stadion. Eingir [...] spælarar renna á venjingarvøllunum. Eingin larmur er í kantinuni, og frammanfyri sjónvarpinum situr ein einsamallur leiðari í felagnum og zappar. Við síðuna av kantinuni er eini nógv brúkt høli á Brøndby Stadion
2?0 sigurin á heimavølli ímóti Dalum mettu hann vera ein tann besta á vøllinum, og á heimasíðuni hjá felagnum gevur venjaranum honum eitt herðaklapp. Eingin ivi er um, at Jón Rói verður á Frem liðnum, [...] Málið hevur verið aftur at vinna førleikan at spæla fótbólt. Nú er Jón Rói Jacobsen á veg úr skugganum og inn aftur á pallin. Hevur tú alla tíðina havt gott mót? ? Eg eri ikki tann fyrsti, sum hava verið [...] stig rætta vegin, at eg her havi vunnið pláss í miðverjuni á liði, sum vónandi fer at kappast í toppinum í næstbestu deildini. Í Brøndby spældi eg á ymiskum plássum, og spælitíðin í bestu deildini var rættuliga