Framløga
Ein partur av framløguni snúði seg um bakgrundina aftanfyri verandi lóg, meðan høvuðsdentur varð lagdur á tær broytingar, sum flokkurin hevur skotið upp við eitt nú at skipa eina tilfeingisbúð, har fiskidagar við tíðini verða bodnir út av tí almenna – og ikki av tí privata, soleiðis sum støðan er í dag.
Ætlandi skuldi Magni Laksáfoss, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, eisini taka lut í tiltakinum í Vestmanna, men honum barst frá, tí hann skuldi til Svøríkis.
Ein søga
Tað var Tórbjørn Jacobsen, sum legði fyri í Vestmanna og sum oftast, tá hann hevur eina framløgu, veit hann okkurt forvitnisligt at siga.
- Eg havi sitið á løgtingi síðan 1998 og fyri ta tíð sigldi eg. Hetta er aðru ferð í lívinum, at eg havi fingið høvi at halda ein fyrilestur í einum veruligum auditorium, sum hann tók til.
Løgtingsmaðurin vísti á, at fyrstu ferð, hann hevði hetta høvi, var á Lærda Háskúlanum í Århuus, og tá snúði evnið seg um gransking.
- Eg var júst byrjaður sum landsstýrismaður í mentamálum og helt, at man til slík høvi fekk ein fyrilestur útleveraðan at halda. Mín fyrilestur skuldi koma fyri seinnapartin dagin eftir. Men tá eg las fyrilesturin, eg hevði fingið at halda, helt eg ikki, at hesin kundi brúkast. Eg helt, at hann var ov ússaligur og skræddi hann sundur. Út á náttina setti eg meg at skriva mín egna. Tá eg skuldi halda fyrilesturin út á seinnapartin dagin eftir, vóru flestu teirra, sum sótu í hesum auditorium, sovnaðir, sum Tórbjørn tók til.
Hann legði aftrat, at tá hann byrjaði at røða við síni reystu rødd um eitt nú teir, sum arbeiða á bryggjuni í Århuus, og hvat ætlanin var at gera innan fiskivinnugransking í Føroyum, byrjaðu fundarluttakararnir aftur at ressast.
- Hesin fyrilesturin førdi til, at eg bleiv biðin at halda aðrar fyrilestrar ymsastaðni í Evropu, legði Tórbjørn Jacobsen aftrat.
Fiskivinnusøga
Áðrenn Høgni Hoydal kom fram at mikrofonini og byrjaði sína framløgu, sum serliga snúði seg um tilfeingisbúðina, ið Tjóðveldi skjýtir upp, greiddi næstformaður floksins frá broytingunum í føroyskari fiskiveiði – frá tí, at føroyski fiskiskipaflotin royndi á fjarleiðum, til fiskimørkini vórðu flutt út á 12 fjórðingar í sekstiárunum og at enda út á 200 fjórðingar í 1977.
- Ísland var millum fyrstu lond, sum soleiðis vildi tryggja sær sín matkova – ella spísikamar, sum løgtingsmaðurin tók til.
Hann segði, at hesar broytingar settu stór krøv til okkara myndugleikar um, hvussu okkara fiskiveiða nú skuldi skipast.
- Fiskiflotin var gearaður til at fiska á heilt øðrum leiðum enn innanfyri okkara 200 fjórðinga fiskimark. Úrslitið gjørdist, at meginparturin av okkara fiskiflota nú kom í føroyskan sjógv at royna.
Tórbjørn segði, at valið hjá føroyskum myndugleikum nú stóð ímillum at gera neyðugar strukturbroytingar – ella at gjalda seg burtur úr trupulleikunum við studningum, tí okkara fiskigrunnar kundu ikki bera alla ta veiðiorku, sum nú virkaði innan okkara fiskimark.
Skeivu knøttarnir
Næstformaður Tjóðveldisins segði, at við Ráfiskagrunninum vórðu stuðulsskipanir settar í verk eftir ringasta vaðskítinum, sum hann tók til.
- Nú fór at fossa út í báðum borðum – bæði úr fiskastovnum og úr einum meira og meira sperdum landskassa, samstundis sum fiskiflotin ikki varð tillagaður broyttu umstøðurnar.
Tað, at føroyingar trýstu á skeivu knøttarnar seinast í sjeytiárunum, metti Tórbjørn Jacobsen sum høvuðsorsøkina til, at Føroyar eftir tíðina við Ráfiskagrunninum vóru fyri stórum skrædli og seinni vórðu settar undir fremmanda umsiting.
- Eftir húsagangir og stóra burturflyting av føroyingum, trýstu danir eina kvotaskipan eftir íslendskum mynstri niðuryvir føroyingar. Hendan fall ikki í góða jørð í Føroyum, og ein orsøkin var, at okkara fiskiveiða er meira blandað enn eitt nú hin íslendska.
Næstformaður Tjóðveldisins vísti á, at tá kvotuskipanin varð mett at vera ónýtilig, komu myndugleikar í Føroyum, fiskifrøðin og vinna at enda ásamt um eina fiskidagsskipan, sum í fyrsta lagi snúði seg um at fáa fiskiflotan útaftur.
Fiskidagaskipanin
Tórbjørn segði í síni framløgu seg ivast í, um myndugleikar í Føroyum høvdu gjørt sær nakrar serligar konsekvensútrokningar um, hvør endin fór at verða, tá fiskiloyvini fóru at liva sítt egna lív, sum hann tók til.
- Onkusvegna hildu føroyingar seg vera á einum burðardyggum støði, tá fiskidagaskipanin varð sett á kjøl. Ætlanin við fiskidøgum var at regulera veiðitrýstið, soleiðis at sjálv stovnsrøktin kundi varðveitast.
Hann vísti soleiðis til tilmæli, sum Fiskirannsóknarstovan og Fiskidaganevndin sambært lógini um vinnuligan fiskiskap skulu lata landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, áðrenn nýggir fiskidagar verða ásettir á hvørjum ári.
- Fiskidagaskipanin virkaði eftir øllum at døma rímiliga væl, so leingi fiskastovnarnir vóru á veg uppeftir.
Løgtingsmaðurin ásannaði tó, at skipanin seinni hevur rent seg í trupulleikar, tá gingið er niður á bakka við fiskastovnunum, og at politiska skipanin ikki hevur verið nóg sterk til at hondterað hesa gongd, sum hann tók til.
- Tað eru nógv áhugamál, sum leggja trýst á politisku skipanina, tá avgerðir skulu takast, og tá hendir tað ferð eftir ferð, at fiskifrøðiligu tilráðingarnar ikki verða fylgdar nóg neyvt.
Eingin toskur
Tórbjørn segði, at úrslitið av hesum er, at føroysk fiskiveiða hvat viðvíkur toski er komin í ein næstan líka so djúpan aldudal, sum hon var í fyrst í nítiárunum.
- Hetta er ikki nóg gott, tá havt verður í huga, at kurvar yvir búskaparligu gongdina í Føroyum eru “identiskar” við gongdina í føroysku toskaveiðini.
Hann segði, at fiskidagasskipanin ikki hevur megnað at hildið eini endurnýgging av toskastovninum uppi, soleiðis sum hon átti at gjørt – og varð ætlað at gera.
- Sambært lógini um vinnuligan fiskiskap, skal fiskidagaskipanin vera búskaparliga og lívfrøðiliga burðardygg, men hetta er ikki tað, vit seinastu árini hava verið vitni til.
Tórbjørn vísti á, at føroyingar í 1996 fiskaðu heili 42.000 tons av toski í føroyskum sjógvi.
- Hinvegin hava fiskifrøðingar mett, at samlaði gýtingarstovnurin á toski í 2008 bert var 20.000 tons, samstundis sum samlaða toskaveiðan hetta árið einans var 8.000 tons.
Hann helt, at støðan hjá toskastovninum í føroyskum sjógvi aftur er farin at líkjast støðuni í Ný Foundlandi, hagar toskurin ongantíð er komin aftur.
- Og so er spurningurin, hvat vit sum politiskur myndugleiki mugu gera fyri at fáa fiskidagaskipanina, sum av ávísum politikarum hevur verið søgd at vera heimsins besta fiskiveiðiskipan, aftur á beint.
Tórbjørn Jacobsen vísti á, at líka mikið, hvat vit kundu hugsað okkum og ikki, verður neyðugt hjá okkum føroyingum at liva upp til krøvini um burðardygga veiði.
- Hetta eru krøv, sum heimurin, ið keypir okkara fiskavørur, setir, og gera vit ikki, sum altjóða samfelagið biðir okkum, sleppa vit í longdini heldur ikki av við okkara fiskavørur.
Sítt egna lív
Løgtingsmaðurin segði, at síðan vit fingu fiskidagaskipanina í 1996 eru skip og loyvir handlað fyri meira enn 2 miljardir krónur.
- Fiskiloyvir eru handlað fyri okursprísir, og tey hava fingið sítt egna lív, sum hann tók til.
Og Tórbjørn legði aftrat:
- Avleiðingin er, at skuldin hjá nýggju eigarunum í fiskiskipavinnuni er vorðin alt ov stór, samstundis sum tey, ið hava selt, eru farin út úr vinnuni við pengunum. Jú, størri skuldin er, jú størri skal veiðan verða – og jú størri veiðan er, tess harðari er ágangurin á okkara fiskastovnar. Hetta er eitt roknistykkið, sum ikki hongur saman.
Hann segði, at aðalmálið hjá okkum má vera, at vit hava eina so javna og støðuga fiskiveiði sum gjørligt.
- Vit kunnu siga, at fiskidagaskipanin í ein ávísan mun er destabiliserað av riknað fiskivinnupolitikkinum, har loyvi verða lutað út politiskt, eins og nýggj loyvi eru komin inn í skipanina. Politiska skipanin hevur ikki byrgt upp fyri teknisku menningini innan fiskiveiði, og soleiðis er veiðitrýstið økt, segði Tórbjørn Jacobsen.
Tilfeingisbúðin
Sum nevnt í byrjanini, legði Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldisins, í síni framløgu dent á tilfeingisbúðina, sum Tjóðveldi hevur skotið upp.
Vit hava valt ikki at taka hendan partin, sum eisini er rættiliga áhugaverdur og rúgvusmikil, við í blaðnum í dag, men í morgin í staðin.
Tá fara vit at lýsa uppskotið hjá Tjóðveldinum um tilfeingisbúð, sum Tórbjørn Jacobsen og Høgni Hoydal løgdu fram á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna mánamorgunin, gjølla.
Nakrir næmingar og onkur lærari settu eisini teimum báðum spurningar, sum vit eisini fara at venda aftur til í blaðnum í morgin.
Jákup Andreassen, skúlastjóri, nam eitt nú við spurningin, um tað er hugsandi, at kostnaðarmiklu fiskiloyvini, har privatir hava stungið miljónir fyri almenna ogn niður í lummarnar, kanska kunnu enda sum rokning til skattgjaldan – frá bankum, ið hava fíggja hesi keyp.
Framløgan í Vestmanna eydnaðist væl, og líkt var til, at bæði næmingar og lærarar fingu væl burtur úr.










