Eitt undur at vit eru á lívi í dag

- Eg ivaðist ikki í, at mín síðsta stund var komin, fortaldi ein maður fyri dómaranum í Føroya Rætti í gjár, har hann vitnaði ímóti einum ungum manni, sum varð ákærdur fyri púra vitleysa koyring

 - Tað er bara eitt undur, at vit eru á livið í dag.

Soleiðis tók ein maður til í Føroya Rætti fyrrapartin í gjár.

Hann varð boðsendur í rættin at greiða frá einum sjáldsama ógvusligum ferðsluóhappi í Klaksvík fyri einum góðum ári síðani, har ein ungur maður er ákærdur fyri púra skilaleysa koyring.

Í hesum sambandi er bilførarin ákærdur fyri at seta bæði sítt egna lív og lívið á fleiri øðrum fólkum í stóran lívsvanda.

Hesin maðurin, sum varð boðsendur í rættin at greiða frá, hvussu hann upplivdi hendingina, segði, at hetta hevði verið eitt “vemmiligt upplivilsi”.

Hann segði, at bilurin hjá ákærda hevði eina øgiliga ferð og metti sjálvur hann, at hann mundi koyra 200 kilometrar um tíman.

- Koyringin var púra, púra vitleys og eg ivaðist ikki í, at mín síðsta stund var komin, legði hann afturat.

Eitt annað vitni staðfesti, at hetta gekk so skjótt fyri seg, at hóast hann hevði koyrt bil í 30 ár, hevði hann ongantíð verið úti fyri nøkrum, sum hesum.

Bilførarin, sum er undir ákæru, segði, at upprunaliga orsøkin til óhappið var, at ein bilur kom av einum síðuvegi og hann mátti yvir í vinstru síðu á vegnum fyri at sleppa undan at tað brast. Men so kom ein bilur ímóti teimum, so hann mátti snara hart yvir aftur í høgru síðu, men tá kláraði hann ikki at bremsa fyri einum øðrum bili, sum koyrdi frammanfyri og so mátti hann aftur yvir í vinstru síðu. Soleiðis krússaði hann á vegnum, til hann misti tamarhaldið á bilinum.

Men hesum avsannaðu tvey vitni, tí tey søgdu, at bilurin, sum kom av síðuvegnum, var væl og virðiliga komin yvir í høgru síðu og hevði koyrt eitt fitt petti, áðrenn hann varð yvirhálaður av bilinum við øgiligari ferð.


Bóltaði runt í luftini

Tað var eitt summarkvøld í fjør, at ein ungur bilførari var atvoldin til eitt ferðsluóhapp í Klaksvík, har tað akkurát tað sama kundi enda heilt galið.

Sambært ákæranum kom hann koyrandi við yvir 200 kilometrum um tíman við einum vinmanni í bilinum eftir tunnilsvegnum frá tunlinum til Árnafjarðar, tá ið hann misti tamarhaldið á bilinum og setti lívið á sær sjálvum og fleiri øðrum fólkum í stóran vanda.

Nakað inn ímóti Klaksvík, kom hann at koyra aftan á bil, sum hann yvirhálaði. Men fleiri bilar vóru á vegnum og tað endaði við, at hann krússaði ímillum mótkoyrandi bilar og bilar, sum koyrdu sama veg.

Ein orsøk til at hann krússaði ímillum bilarnar kann rætt og slætt vera, at hann koyrdi so skjótt, at hann kláraði ikki at bremsa og tí royndi at sleppa undan samanstoyti við at krússa ímillum bilarnar og í hesum sambandi var hann fleiri ferðir yvir í vinstru síðu á vegnum.

Tað endaði við, at hann misti tamarhaldið á bilinum og rendi í bakkan framvið vegnum.

Bilurin fleyg ígjøgnum luftina og bóltaði fleiri ferðir rút í luftini, tvørtur yvir einum mótkoyrandi bili, áðrenn hann brast í vegin og skreiddi á takinum eitt langt strekki eftir vegum, áðrenn hann steðgaði.

Bilurin varð vrak og aðrir bilar fingu eisini skaða av vraklutum av bilinum, sum flugu ígjøgnum luftina, men ongin fólkaskaði var.


Fleiri fólk í lívsvanda

Umframt bilin, sum var atvoldin til óhappið, vóru minst fýra aðrir bilar í stórum vanda fyri at vera raktir og í teimum vóru tilsamans eini 7-8 fólk, eisini eini tvey, trý børn og ákærin sigur, at øll hesi fólkini vóru í stórum lívsvanda, tí tey tað var um reppið, at tey vórðu rakt av bilinum ímeðan hann krússaði ímillum teir við øgiligari ferð, ella tá ið hann fleyg ígjøgnum luftina og skreiddi eftir vegnum.

Hinar bilarnir, sum vóru uppi í, vóru eisini í stórum vanda fyri at rena á hvønn annan, sum teir máttu krússa eftir vegnum fyri at sleppa undan bilinum, sum kom sendandi eftir vegnum fyrst, síðani ígjøgnum luftina og so aftur fleiri metrar eftir vegnum.


Hava tikið orðini aftur

Eftir óhappið tók løgreglan koyrikortið frá honum og gav honum eitt fyribils koyrikort í staðin.

Men tað merkiliga hendi, at dagin eftir var hann longu á løgreglustøðini aftur og vildi lata fyribils koyrikortið innaftur, tí hann helt seg rætt og slætt ikki vera egnaðan at koyra bil.

Vinmaðurin, sum var við honum hendan túrin, hevur í frágreiðing til løgregluna greitt frá, at hann hugdi eftir ferðmátaranum og hann vísti nakað oman fyri 200 kilometrar um tíman.

Áður hevur bilførarin sjálvur greitt rættinum frá, at hann koyrdi 200-240 kilometrar um tíman, tá ið óhappið hendi.

Men hvørgin teirra vildi rættiliga kennast við hesa frágreiðingina í gjár.

Vinmaðurin vildi vera við, at hann hevði ikki sagt løgregluni, at teir høvdu koyrt so skjótt

Av tí, at maðurin var undir 18 ár, vóru foreldrini boðsend. Tá greiddi mamman frá, at hann hevði fortalt, at hann hevði hugt eftir ferðmátaranum og at teir høvdu koyrt yvir 200 og mamman vildi hava at vita frá soninum, hví hann ikki hevði fortalt løgregluni tað. Tað váttaði hann fyri løgregluni og tí kom tað við í frágreiðingina.

Men nú sigur hann, at hevur hann fortalt foreldrununum nakað slíkt, var tað tí, at hann var í ørviti av skelkinum, tí tað var ikki rætt.

Sjálvur helt bilførarin, at nakað av reypi hevði verið upp í.

Hann visti kortini ikki at siga, hví í allari verðini hann skuldi sita og reypa í rættinum fyri ákæranum, dómaranum og verjanum, tí har tað heilt avgjørt ongin, sum var hugtikin av slíkum.

Bilførarin sjálvur ásannaði, at hann hevði skrivað undir eina løgreglufrágreiðing, har hann váttaði at hava koyrt 220-240 kilometrar um tíman.

Men tað var bara fyri at gera løgreglumanninum eina tænastu. Afturfyri vildi hann hava løgreglumannin at gera sær eina tænastu og tað var at fáa eitt tvítak av upprunaliga koyrikortinum, sum hann kundi hava sum samleikaprógv, tí hann ætlaði sær til Danmarkar.

Nú heldur hann, at tað var skelkurin, sum gjørdi, at hann hugsaði ikki klárt og tað fekk hann at lata koyrikortið inn aftur og at hugsa, at hann gjørdi løgregluni eina tænastu.

Hann váttaði kortini, at hann hevði koyrt ov skjótt og hann váttaði eisini, at hann hevði sæð hinar bilarnar í góðari tíð, men fekk bara ikki steðga og tí misti hann tamaraldið á bilinum.


Ein fragd at koyra skjótt

Málið um unga mannin, sum er ákærdur fyri púra vitleysa koyring, hevur verið fyri í rættinum áður, men tað hevur ikki borið til at gera tað liðugt.

Maðurin sigur, sum akkurát var nýliga var fyltur 18 ár og sostatt akkurát hevði fingið

koyrikortið, tá ið óhapið hendi, greiddi frá í rættinum, at hann hevur funnið fragd í at koyra skjótt, hóast hann visti, at tað bara var ein spurningur um tíð, áðrenn okkurt fór at henda.

Ella, sum hann sjálvur málbar seg: Tað er eitt “adrenalin-kick”, sum fylgir við, tá ið eg koyri so skjótt.

Og tað kensluna kann hann eftir øllum at døma ikki vera fyri uttan.

Bilurin, sum hann hevði, var ein serbygdur Subaru Impreza, ið var styrktur fyri at tola harðar stoytir og sum hevði sera stóra motororku. Sjálvur segði maðurin, at bilurin kundi koyra 290 kilometrar um tíman, men annars var upplýst í rættinum, at í bókini um bilin varð hámarksferðin sett til góðar 230 kilometrar um tíman.

Bilurin varð vrak eftir óhappið.


40 dagar í fongsul.

Ungi bilførarin, koyrdi so vitleyst, at hann eigur at verða dømur at sita í 40 dagar.

Tað helt ákærin, tá ið hann endaði sína framløgu í rættinum í gjár í málinum um skilaleysa koyring í Klaksvík

Harafturat kravdi ákærin, at maðurin verður dømdur í fongsul í 40 dagar, umframt at hann fær 8000-10.000 krónur í bót og missur koyrikortið í hálvtannað ár.

Ákærin helt, at hetta var so álvarsligt, at minni kundi tað ikki verða.

Verjin hjá manninum helt ikki, at hóast hann uttan iva hevði koyrt nakað skjótt, var tað ikki upp á nakran máta prógvað, at hann hevði koyrt so vitleyst, sum ákærin vildi vera við og tí helt hann, at fongsulsrevsing kundi ikki koma upp á tal og hann helt heldur ikki, at hann kundi missa koyrikortið í meiri enn eitt hálvt ár.

Hann helt, at samanumtikið var talan um eina røð av óhepnum umstøðum, tí høvdu hinir bilarnir ikki verið á vegnum, hevði helst onki óhapp hent.

Málið er nú tikið upp til dóms og hesa næstu tíðina fer so dómarin at viga fyri og ímóti og at gera upp við seg sjálvan, hvørjum hann trýr og, hvørjum, hann ikki trýr. Dómur fellur seinni í mánaðinum.