Eftir finalurnar hjá teimum vaksnu í gjár, spældu dreingir 12 ár hjá ÍF og TB. Tað gjørdist ÍF, sum vann finaluna hjá dreingjum 12 ár við settmuninum 2-0. Sett úrslitini vóru 25-19 og 25-14. Besti spælari
Í dag er tjóðdagur í Grønlandi, sum í ár merkir, at grønlendingar hátíðarhalda, at 10 ár eru liðin síðan, Grønland fór frá heimastýri til sjálvstýri. Í hesum sambandi verður flaggað við grønlendska flagginum
annaðkvøld, 5.aprí,l syngur ársins kvinnuligi sangari á fyrsta sinni í Spaniastovu. Jasmin hevur í fleiri ár verið frammi sum ein av okkara dugnaligastu ungu sangarum. Í 2017 vann hon Sement, og á FMA 2019 varð [...] Ummælararnir í Kvørnini hava eisini kallað JASMIN fyri nýggja føroyska stjørnuskotið. Síðan síðsta ár eru fleiri løg komin út við JASMIN, og tey gerast alsamt betri og betri umtókt. Tónleikurin er egin
Færri enn 500 føroyingar eru arbeiðsleysir, sambært nýggjastu tølunum frá Hagstovuni. 1. juli í ár vóru 480 fulltíðararbeiðsleys í Føroyum, sum er 196 fólk færri enn sama mánað í fjør, skrivar Hagstovan [...] fjør, er talið á arbeiðsleysum monnum minkað við 88 og á kvinnum 116. Tað er serliga síðani apríl í ár, at arbeiðsloysið hjá kvinnunum er minkað. Í apríl vóru 327 arbeiðsleysar kvinnur, í mai 308, í juni
Sostatt tekur Vónbjørt Vang við starvinum eftir Arnbjørn Ó. Dalsgarð, ið segði seg úr starvi 22. mai í ár. Vónbjørt Vang er ikki heilt ókend í starvinum, tí í tveimum førum hevur hon verið virkandi býarbókavørður [...] 2016, tá Arnbjørn Ó. Dalsgarð var í farloyvi fyri at skriva eina skaldsøgu, og harnæst síðan 6. juni í ár. Vónbjørt Vang er útbúgvin bókavørður og cand.mag í bókmentafrøði og samtíðarmentan frá Lærda Háskúlanum
londini, har minst er av mutri. Altjóða anti-korruptiónsrørslan Trancparency International gevur hvørt ár út eitt yvirlit yvir, hvussu korruuptar almennu skipanirnar eru í 180 londum í heiminum. Hvørt land [...] fær stig millum 1 og 100. Jú hægri talið er, tess minni verður mett at korruptiónin er. Danmark fær í ár 88 stig og fær harvið fyrstaplássið. Her er tey 10 londini, har hildið verður, at tey taka minst ímóti
Landsverk, vísir, at fleiri brúgvar í Føroyum eru í so ringum standi, at tað kunnu verða stongdar innan fá ár. Tað veit Kringvarpið at siga. Landsverk varðar av 340 brúgvum kring landið. Brúgvarnar verða mettar [...] merkir, at hesar brúgvar eru nær við at verða stongdar. Verður einki gjørt við hesar brúgvar innan 2-3 ár, mugu tær stongjast, sigur Fríðrik Heinesen, verkfrøðingur hjá Landsverki, við Kringvarpið. Løgmaður
Klakstein heldur, at liðið kundi fingið væl meira stig í ár, og hann hevur tikið við avbjóðingini frá spælarunum um at gera tað enn betur komandi ár. Vandi er fyri, at Brian Jacobsen fer aðrastaðni, men Eyðun
Løgtingið í gjørkvøldið samtykti at játta Landssjúkrahúsinum 14 milliónir krónur afturat at arbeiða fyri í ár. Tað merkir, at virksemið á Landssjúkrahúsinum kann halda fram ótarnað, tað, ið eftir er av árinum [...] tí at játtanin ikki røkkur til, men kunnu sendast avstað, sum ætlað. Annars varð boðað frá fyrr í ár, at peningur kom at mangla í, og at Landssjúkrahúsið ikki fekk varðveitt virksemið sum ætlað. Eisini
Útflutningsvirðið hjá Grønlandi vaks í fyrra hálvári í ár við 25,5 prosentum í mun til somu tíð í fjør, men framvegis hevur landið hall á handilsjavnanum. Virðið av útflutninginum í fyrra hálvári var 1 [...] svartkalva vaks við 150 miljónum krónum, vísir uppgerðin. Hallið á handilsjavnanum í fyrra hálvári í ár var 276 miljónir krónur, sum tó er ein bati í mun til somu tíð í fjør, tá hallið var 328 miljónir krónur