Komandi vikuskiftið 11. og 12. apríl verður aftur dansiskeið í Losjuni í Havn við Onnu Kristin og Miu. Seinast, dansiskeiðið varð hildið í Havn, var stór undirtøka av tí og øllum tyktist at dáma væl undirvísingina. Av hesi orsøk varð avgjørt at halda enn eitt dansiskeið í Losjuni fyri enn einaferð at fáa ung sum eldri úr stólunum og út á dansigólvið.
Skeiðið er fyri øll dansiáhugaði ? ungdómur og vaksin, pør og støk ? og undirvíst verður í vanligum veitsludansunum Foxtrot, Quick-step, Rock?n?Roll, valsi og line-dansi.
Dansað verður í 4 holdum:
Hold 1: Børn frá 7 ? 11 ár
Hold 2: Børn frá 12 ? 14 ár
Hold 3: Line-dansur fyri vaksin og ung
Hold 4: Absolut-nýbyrjarar, vaksin og ung
Hold 5: Hini vaksnu, sum hava verið á skeið fyrr
Fríggjadagin 11. apríl:
Hold 1: Kl. 16.00 ? 17.00
Hold 2: Kl. 17.15 ? 18.30
Hold 3. Kl. 19.00 ? 20.45
Hold 4: Kl. 21.00 - 21.30
Hold 5: Kl. 21.30 - 23.00
Leygardagin 12. apríl:
Hold 1: Kl. 11.30-12.30
Hold 2: Kl. 12.45-14.00
Hold 4&5: Kl. 16.00-18.00
Barnadansurin verður tó bert, um nóg nógv tekna seg (aldursmakið er 7 ár).
Kostnaðurin fyri skeiðið er 100 kr fyri børn og skúlaungdómar og 150 kr fyri vaksin. Tilmelding á tlf. 22 18 24, 21 60 82 ella á akt@post.olivant.fo áðrenn mikudagin 9. apríl.