Westward Ho luttekur í kappsigling

Í løtuni siglir Westward Ho úr Liverpool til eitt punkt norðanfyri Írland. Haðani skal hon komandi dagarnar verða við í eini kappsigling fyri seglbátar.

Klokkan gott og væl 14 í gjár legði Westward Ho frá landi í Liverpool. Haðani luttók hon í eini paradu eftir oman eftir heimskendu ánni Mersey, ið verður kallað Parade of Sail, og sum er partur av mentunartiltøkunum í Liverpool, sum í ár er mentunarhøvuðsstaður í Evropa.

Og nú gongur leiðin til eitt punkt norðanfyri Írland, haðan Tall Ships’ Race, sum kappsiglingin eitur, byrjar í morgin um nónstíð. Tey skulu so runda Skotland og tvørtur um Norðsjógvin til Maloy í Noregi.

Umborð á sluppini eru 15 føroyingar. Umframt manningina, sum telur 5, eru eisini 10 ungfólk í aldrinum 16 til 19 ár við á ferðini. Tey eru sjey gentur og tríggir dreingir, sum søkt hevur verið eftir til henda áhugaverda túrin. Skipari á túrinum er Egil Simonsen.


Sigla í eina viku

Hesir føroyingarnir skulu so verða umborð á Westward Ho til í seinasta lagi 1. august á middegi, tá allir bátarnir í skulu vera komnir inn.

Tall Ships’ Race er ein árlig kappsigling, sum Sail Training International skipar fyri, og sum skiftandi havnabýir sleppa at skipa fyri. Við í kappsiglingini í ár eru umleið 70 til 100 bátar, sum eru býttir upp í fýra klassar. Westward Ho er í B-klassanum, sum er fyri seglbátar við einari samlaðari longd uppá minni enn 40 metrar og vatngangslongd longri enn 9,14 metrar.

Hetta er ein av heimsins stórstu kappsiglingum við seglbátum, og er hetta samstundis fyrstu ferð at føroyskur seglbátur luttekur í henni. Til ber at fylgja við kappsiglingini á www.tallshipsrace.com og á www.westwardho.fo.