Havumhvørvi
Tá brøðurnir í Klaksvík, Eyðstein, Hjaltur og Pól Eyðfinn, sáli, keyptu Ågot í 1993, vóru teir eisini á garnaveiði við skipinum.
Eyðstein Poulsen, sum vit tosa við í greinini omanfyri, er onga løtu í iva um, at rákið á føroyska landgrunninum kann vera skiftandi – ár undan ári.
- Tá vit í nítiárunum vóru á garnaveiði, sóu vit mangan, at tað rak so hart, at ilt var at finna boyurnar aftur, tá gørnini skuldu dragast. Á fleiri túrum lógu vit og bíðaðu, til boyurnar komu undan kavi aftur.
Eyðstein sigur, at hendan trupulleikan hava teir ikki havt síðan seinast í nítiárunum.
- Men nú er aftur vent, og rákið kann saktans taka boyurnar niður við sær.
Reiðarin heldur tað vera undarligt, at rákið kring Føroyar kann vera so skiftandi.
Hann vísir eitt nú á, at inni á landgrunninum er eitt rák, og á Íslandsrygginum eitt annað rák.
- Norðanfyri síggja vit, at tað bara rekur vestur – og ikki eystur, leggur hann aftrat.
Eyðstein sigur, at menn í fleiri ár hava havt á munni, at rákið í kantinum av landgrunninum var dottið burtur.
- Men nú er líkt til, at havumhvørvið aftur líkist tí, sum var fram til seinast í nítiárunum. Nú mugu menn, sum eru á garnaveiði, aftur leita eftir boyum, og hetta hava teir ikki sæð nógv til í fleiri ár.
Eyðstein Poulsen vísir á, at tá rákið broytist, broytist so nógv annað í havinum eisini, og fiskasløgini ferðast ikki um somu leiðir sum áður.
- Náttúran hevur síni loyndarmál, og í henni eru vit bert viðspælarar, sigur reiðarin.