musikskúlin fær ikki tikið øll inn, sum hava hug, tí er tað alneyðugt, at okur ikki missa tey burt, men hava okkurt tilboð til hesi. Okur hava ungar, royndar tónleikarar í býnum, sum tosta eftir einum slíkum høli [...] Viljin vísir vegin. Nógv liggur fyri framman. T.B. er komið í bestu deildina aftur, so har verða tung tøk at taka, tí vøllurin hjá okum kann ikki nýtast til altjóða dystir sum er.. Her má hugsast stórt [...] stýring náa teimum málum, sum sett verða. Men tað krevur nakað av okra ungdómi, og hesum eri je ikki bangin fyri. Gev ungdóminum ábyrgd, so skulu okur nokk síggja úrslit. Her býr ein góður og raskur ungdómur
sethúsum ovarlaga í Syðrugøtu. Uttanfyri húsini standa tveir bilar við amboðum í, og við annan teirra liggur ein svartur hundur og durvar. Av takinum hoyrast hesi taktføstu hamarsløgini, og aftanfyri nakrar plátur [...] teir í holt við ymisk smærri arbeiði: Teir skulu gera ein dur í einum húsum, og skulu eisini klæða eini onnur hús. Og so eru onkur onnur arbeiði, sum liggja og bíða eftir góðum handverkarum. -So vit hava [...] smíða av øllum alvi. Hesir báðir eru Jóan Petur Olsen og Hildibjartur Joensen, báðir úr Norðragøtu, sum beint nú eru í ferð við at tekja hesi húsini. Teir síggja tvey umboð fyri tíðindatænastuna koma, men
tað sama, nær dagsljósið liggur. Men fyri onnur er tað uttan iva ein fyrimunur, at tímin við dagsljósi er seinnapartin á hávetri heldur enn um morgunin. – Hetta verður sostatt ein spurningur um vit halda [...] í kvøld skulu vit flyta klokkuna. Sostatt skal klokkan flytast ein tíma fram, so at vit fáa summartíð. Tað er Bárður Nielsen, løgmaður, sum hevur skrivað undir kunngerðina um, at vit skulu flyta til summartíð [...] undan at skifta tíðina tvær ferðir um árið, men so fáa vit fáa ein tíma av dagsljósi afturat seinnapartar um veturin, og vit fáa somu klokkutíð sum alt Evropa helvtina av árinum. Tey flestu av okkara grannalondum
Innanfyri fáa vit ein stóran” dunnuhyl”. Hugsið tykkum nú ein vakran summardag. Árabátar, gummibátar, kajakkir og træbrúgvar- ein rættilig marina. Framvið fjøruni kundu vit havt ein strandveg, eina gongugøtu [...] skal eg nevna bakkahjallarnar og neystið hjá Nólsoyar Pálli. Hetta økið kundi verið ein grøn perla, men liggur nú sum ein býarskomm. Fleiri milliónir til eina rampu til framtíðarætlanir í Ánunum, eingin [...] sentur út um býirnar. Nú skal sigast, at eg sum so einki havi ímóti einum sentri, men er tað rætt at leggja tað mitt í hjartað í býnum? Eg haldi ikki! Alt gott um ein risastóran matvøruhandil við slaktara,
verkfallið nokk hevur havt ein fingur við í spælinum. Teir fara nú at eftirmeta stóru verkætlanina, sum hevur kostað yvir eina millión at fyrireika hjá KT-felagnum. Teir rokna við, at ein tílík messa verður aftur [...] tað verður vónandi ein messa aftur, men hetta verður í fyrsta lagi um tvey kanska trý ár, sigur Esbern Hansen. Formaður í KT-felagnum kundi hugsað sær, at ein KT-messa kanska gjørdist ein afturvendandi táttur [...] KT-fyritøku, ið ein av heimsins ríkastu monnum jú eigur. Hin háttvirdi gesturin uttan úr heimi var Bo Harald. Hesin maðurin er einki minni enn varastjóri í Nordea. Talan er um ein stóran stovn, sum fyri tað nógva
vin. Eivind var ein trúfastur vinur og ein stuðlandi vinur. Hann var bæði djúpur og skemtingarsamur, ja, hann var óivað ein vinur, sum ofta bert verður droymt um. Eftir at Eivind doyði, er tað vorðið enn [...] Eivind var ein framúr góður svimjari, og hann svam fleiri avbóðandi teinar á sjónum, eitt nú úr Havn til Nólsoyar og úr Koltri í Hest. Eivind stórtreivst við avbjóðingum yvirhøvur, og hann hevði ein tørv á [...] so heppin at vera ein av hansara allar nærmastu vinum í mong ár, og í summum tíðarskeiðum sóust vit nærum dagliga. Sjáldsama ríka persónligheitin hjá Eivind gjørdi hann eisini til ein sjáldsama góðan vin
besta føri ein pástandur, sum ofta ikki er í tráð við veruleikan. Sum borgarstjóri í næststørsta býi í landinum, har fiskivinnan er høvuðsgrundarlagið, kenni eg tað sum mína skyldu at átala, at ein av trimum [...] tilmælinum. Ein sjálvstøðugan skúladepil í Klaksvík Soleiðis sum gongdin er í løtuni, er landsstýriskvinnan í skúlamálum í holtur við at leggja útbúgvingarstovnarnar, sum liggja í Klaksvíkar Kommunu – ein fyri [...] skúlan, varð felt niður í ta avtaluna, sum landsstýrið skrivaði undir, sum ein treyt, at stovnurin framhaldandi skuldi verða her á staðnum. Tað kann ikki annað enn vekja ein illgruna, at sitandi landsstýri ikki
er tess meira ilt krevur fiskurin. Sigur bilmekanikarin, sum hevur eina fortíð sum timburmaður, brandmaður og fakfelagsformaður í Havn. Og sum sum nú gert alt fyrifallandi arbeiði á eini smoltstøð. Maskinhúsið [...] vegurin røkkur, kemur tú til Dalásmolt. Dalásmolt er ein av 18 smoltstøðum í Føroyum. Seks fólk arbeiða fast á støðini, sum í ár hevur sett sær sum mál at framleiða gott og væl eina millión laksasmolt [...] størv av slíkum slagi, sigur Pauli, sum mangan noyðist at dúva uppá arbeiðsleys í ALS til slík fyribilsstørv. -Tey fáa jú tað sama útgoldið frá landinum, sum at ganga her ein mánað. So tey eru líkaglað. Tað
fyri føroyska ferðalagið, at tað var ein føroyingur í Álandi, sum legði vitjanina til rættis, og sum var við á vitjanini. Hetta er Maiken Poulsen, ættað av Strondum, sum í mong ár hevur arbeitt fyri skiftandi [...] 50 seglhandilsskip, sum sigldu um allan heimin. Tað seinasta av hesum seglskipi, stálskipið Pommern, liggur í havnini í Mariehamn sum eitt museumskip. Hetta hevur eisini verið ein rættulig skúta. Hon tók [...] rar, sum er nakað tað sama sum Føroyar. Miðalhitanum er 6 hitastig fyri árið. Hann er frá -3 stig í januar til + 17 stig í august. Vildu ikki hava sjálvstýri Samlaða íbúgvaratal er um 27.000, sum er munandi
sera varin, áðrenn ein úttalar seg. ? Hetta er so viðbrekið, og tá ongin nágreiniliga frágreiðing fyriliggur, so kann tað vera so skjótt, at ein byrjar at tosa um nakað, sum ein í veruleikanum ikki hevur [...] á, at tá ein persónur koyrir ein annan í deyðan, so verður tað ofta so nógv samkensla við tí, sum koyrdi bilin, at onki verður tosað um vanlukkuna. Jón hevur samkenslu fyri einum persóni, sum koyrir annan [...] tó, at tá ein møgulig ferðsluskaðanevnd er liðug við sínar kanningar, so kann tað verða hart at hoyra niðurstøðuna. ? Men hugsanin við eini tílíkari nevnd er ikki at sparka til ein, sum liggur niðri fr