Tola ikki at síggja pengar

- Tað er óhugsandi, at vit fara at góðtaka, at samgongan nú skal sleppa at leggja slanguna niður kassan hjá ALS fyri at sleppa undan halli á fíggjarlógini, sigur Alfred Petersen, formaður í stýrinum fyri ALS

Krepputiltøk

 

- Eg taki hatta sum skemt.

Alfred Petersen, formaður í stýrinum fyri ALS, var óvfarin, tá ið hann frætti í Kringvaprinum í gjár, at samgongan nú ætlar at áleggja ALS at betala minstuløn til fiskimenn.

Kringvarpið upplýsti í gjár, at ein partur av ætlaðu krepputiltøkunum hjá samgonguni fyri at bøta um hallið á fíggjarlógini, er at flyta alla inntøkutrygdina hjá fiskimonnum yvir í ALS.

Hetta er eitt tiltak, sum saktans kann fáa meiriluta á Løgtingi, tí tá ið fíggjarlógin fyri 2009 var til viðgerðar, setti Tjóðveldið sama uppskot fram.

Verður hetta gjørt, fer tað at spara landskassanum einar 30 milliónir um árið, men tað noyðist ALS so at betala ístaðin.

 

Tað reina gass

- Skal eg vera púra ærligur, haldi eg, at hetta er tað reina gass, sigur formaðurin fyri ALS stýrið.

Og hann leggur afturat: Eg veit ikki um hetta skal takast sum tekin um, at politikarar ikki tola at síggja pengar, so skulu teir eftir teimum.

Hann heldur eisini, at tað er heilt óhugsandi, at stýrið fyri ALS fer at góðtaka eina slíka skipan.

Og hann veit heldur ikki um tað letur seg gera.

Hann sigur, at fara politikararnir at áleggja ALS fleiri skyldur, fer tað at líkjast ognartøku og tað er ólógligt.

ALS er ein skipan uttanfyri tann politiska myndugleikan og tí kunnu teir ikki bara áleggja skipanini at betala hetta ella hitt, sigur hann.

Hann vísir eisini á, at tá ið skipanin varð broytt fyrr í ár, var tað at kalla eitt politiskt krav, at alt ALS stýrið skuldi klára at semjast um broytingarnar, tí politiski myndugleikin vildi ikki smoyggja nakað niður yvir høvdið á skipanini.

- Tá var ein semja gjørd við alla politisku skipanina, at politiski myndugleikin skuldi ikki smoyggja nakað yvir høvdið á ALS og eg eri so mikið góðtrúgvin, at eg vænti ikki, at politikararnir nú ikki fara at taka stýrið av ræði.

 

Tøma ALS

Men Alfred Petersen stúrir eisini fyri, at byrja politikararnir fyrst at leggja fleiri og fleiri skyldur yvir á ALS, kann tað verða skjótt, at grunnurin verður tømdur.

- Hvat verður so tað næsta? Skal ALS kanska eisini átaka sær ymsar útreiðslur fyri Almannastovuna, so at landskassin kann spara útreiðslur, ella hvat, spyr hann.

Hann er eisini vísur í, at tað, sum hevur bjargað ALS, er nettupp tað, at skipanin liggur fullkomiliga uttanfyri alt politiskt ræði.

- Røddir hava verið frammi um at fáa ALS inn á fíggjarlógina. Eg eri vísur í, at var tað hent, var skipanin tóm nú og so var onki til tey arbeiðsleysu, leggur hann afturat.

Hann sigur, at ALS hevur sanniliga víst samfelagssinni og hevur tikið sín part av kreppuni á seg. Útgjaldið er hækkað upp í 80% av lønini og heilt upp í 20.000 krónur um mánaðin fyri tey við góðari løn. Samstundis hava fiskimenn fingið betri umstøður og teir, sum sigla undir FAS, eru eisini komnir við.

Hann sigur, at alt hetta kostar skipanini nógvar pengar, men leggja politikararnir nú slanguna niður í kassan afturat, er tað skjótt, at hann verður tømdur.

Og hann viðgongur eisini, at tað kemur óvart á hann, at politikararnir royna at sleppa sær undan eini útreiðslu við at turka hana upp í ALS.