Hans Pauli Strøm, løgtingsmaður
--------
Læknaviðurskiftini eru trupul nógva staðni í landinum. Tað er ringt at rekruttera og fasthalda kommunulæknar, ringast í Eysturoy og Norðoyggjum. Og tað er somuleiðis trupult at manna læknastørvini á sjúkrahúsunum, serliga á Landssjúkrahúsinum.
Serlig fyrilit mugu takast fyri Suðuroy
Men vit mugu tó hava serlig fyrilit fyri støðuni í Suðuroy, tí hon liggur meira fyri seg sjálvan, og tí í størri mun má kunna líta á ta heilsuverkskipan, sum er í oynni.
Sjálvt um støðan í Suðuroy er kritisk upp á longri sikt, tí fleiri av læknunum eru komnir væl til árs, so er støðan beint nú tó hampiliga góð og enntá frægari, enn hon hevur verið fyri nøkrum árum síðani. Og hon er frægari enn fleiri aðrastaðni í landinum.
Samanborið við aðrastaðni er kommunulæknaøkið í Suðuroy minni órógvað av skiftandi avloysarum:
? Eysturoy: av 6 størvum eru 1 og ½ í føstum starvi. Tískil eru flestu størvini mannað við avloysarum.
? Norðoyggjar: av 3 størvum er 1 í føstum starvi, og hini bæði mannað við avloysarum.
? Suðuroy: av 4 størvum eru 3 í føstum starvi og 1 er avloysari.
Hóast hetta er støðan í Suðuroy viðbrekin. Men møguleikar eru fyri at minka munandi um trýstið av vaktarbyrðuni og styrkja støðuna hjá kommunulæknunum har, bæði við tillagingum í vaktarskipanini og við samskipan við sjúkrahúsið.
Fleiri átøk gjørd at styrkja Suðuroyar Sjúkrahús
Suðuroyar Sjúkrahús var til fyri nøkrum árum síðani mannað bert við tveimum læknum – báðir skurðlæknar - og ótíðarhóskandi arbeiðsumstøður á fleiri økjum. Men síðstu fimm árini eru fleiri stig tikin til at styrkja støðuna á Suðuroyar Sjúkrahúsi:
? Sum tað fyrsta varð framd ein nútímansgerð av skurðstovuni, so hon lúkaði somu treytir sum í Klaksvík og í Havn.
? Fyri tveimum árum síðani eydnaðist tað okkum at fáa játtan til tann triðja yvirlæknan, ein medisinskan yvirlækna, til at styrkja læknamanningina. Hesin varð settur fyri einum góðum ári síðani.
? Í 2007-08 varð framd ein nútímansgerð og digitalisering av allari røntgen- og laboratoriuskipanini, sum eitt stórt framstig fyri arbeiðsviðurskiftini hjá læknunum og fyri sjúklingaviðgerðina.
? Tað sama verður galdandi, nú talgilda heilsuskipanin (við elektroniskari sjúklingaskrá) verður sett í verk, sum verður ein kollveltandi broyting í samskiftinum millum heilsustarvsfólkini og millum sjúkrahúsini og kommunulæknarnar.
Tá man hevur hettar í huga er ringt at skilja politisku uppøsingina móti heilsupolitiska myndugleikanum, sum ein beinleiðis ágangur móti nýggja landsstýrismanninum í heilsumálum.
Man kennist við arkitektarnar aftan fyri herferðina - teir halda seg ikki aftur. Síðu upp og síðu niður, dag um dag, í bløðum og tíðindaportalum, við harðrendum skuldsetingum móti landsstýrismanninum og Heilsumálaráðnum. Sum so aftur hevur sett eld í hesa ógvisligu øsingina á Facebook, har málið fullkomiliga er farið út av sporinum.
Grundleys villleiðing frá leiðandi læknum
Tað er ein grundleys villleiðing, tá leiðandi læknar í Klaksvík og á Tvøroyri pástanda, at tað er ætlanin hjá politiska myndugleikanum at beina fyri teim smáu sjúkrahúsunum.
• Tey seinni árini eru tikin nógv stig til tess at styrkja leiklutin hjá smáu sjúkrahúsunum.
• Nýggja sjúkrahúslógin frá 2005 lógarfestir tey 3 sjúkrahúsini við hvør sínari leiðslu
• Men hon lógarfestir eisini, at tey skulu samstarva.
• Tað eru yvirlæknarnir á øllum trimum sjúkrahúsum, sum kunnu visitera sjúklingar til viðgerð uttanlands.
• Álitið um Framtíðar Sjúkrahúsverk lýsir týðandi leiklutin sum smáu sjúkrahúsini skulu hava í føroyska heilsuverkinum, og tað fekk fulla undirtøku í løgtinginum.
• Fyri einum ári síðani vóru fyrrverandi »umsjónarmenninir« á Suðuroyar og Klaksvíkar Sjúkrahúsi gjørdir til sjúkrahússtjórar, til tess at man frá politiska myndugleikanum vildi undirstrika, at talan var um tríggjar javnsettar sjúkrahússtjórar, ið høvdu høvuðsábyrgdina fyri hvør sínum stovni, men samstundis skuldu syrgja fyri at fáa eitt effektivt samstarv í lag millum tey trý sjúkrahúsini.
• Landsstýrismaðurin setti fyri einum ári síðani bygginevnd (har meirilutin í nevndini eru 3 leiðsluumboð frá Klaksvíkar Sjúkrahúsi), at gera uppskot til nútímansgerð, harí evt. nýbygging av Klaksvíkar Sjúkrahúsi (hví ið onki frættist frá hesi nevndini, átti man at spurt hesi leiðandi umboðini frá K.S. um).
Tá leiðandi læknar í K.S. og S.S. pástanda, at ræðið til at senda sjúklingar uttanlands er tikið frá teimum, og øll uttanlandskontoin er løgd undir Landssjúkrahúsið, so er tað rætt og slætt ósatt.
Skil mátti fáast á tamarleysu nýtsluna til serviðgerð uttanlands
Einasta avmarkingin, sum er hend, er at uttanlandskontoin er býtt upp í trý høvuðsøki – tað medisinska, kirurgiska og psykiatriska. Og so hava depilsleiðararnir á medisinska, kirurgiska og psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum fingið samskipandi uppgávuna at hava eftirlit við peninganýtsluni, at hon ikki fer upp um tað, sum játtanin er á fíggjarlógini. Men umsitingarliga ábyrgdin av allari kontoini til serviðgerð uttanlands liggur framvegis hjá sjálvum Heilsumálaráðnum. Og politiska ábyrgdin hjá landsstýrismanninum.
Beinleiðis orsøkin til hetta var, at nýtslan á kontoini til serviðgerð uttanlands gjørdist fullkomiliga tamarleys í 2008, sum endaði við eini meirnýtslu upp á heilar 17 mió. kr. Læknarnir gjørdu sum tað passaði teimum, sendu fólk til viðgerðar uttanlands, uttan at hava minsta fyrilit við peninganýtsluni. Og hóast heitt varð á teir um at halda aftur, so helt tann øgiligi vøksturin í nýtsluni fram við fullari ferð fyrstu mánaðirnar í 2009.
Tí var undirritaði sum táverandi landsstýrismaður noyddur at seta bremsurnar í og taka til hetta stig, at fáa betri eftirlit við og tamarhald á nýtsluni. Hetta varð gjørt í juni 2009 – uttan at tað tó forðaði fyri at landsstýrismaðurin stutt eftir misti høvdið, m. a. av meirnýtsluni á serviðgerðini uttanlands.
Politiska øsingin móti landsstýrismanninum er skaðilig
Eg skilji ikki, at leiðandi fólk, sum áttu at sýnt ábyrgd, royna at birta uppundir hesa politisku øsingina um lækna- og sjúkrahúsviðurskiftini, tá ein beinleiðis avleiðing er, at hetta stríðið skapar ótryggleika millum fólk og undirgravar álitið til okkara heilsuverk.
Tað er eisini harmiligt at síggja, hvussu politiska øsingin um lækna- og sjúkrahúsviðurskiftini hava elvt til eina partapolitiska opportunismu, har vit síggja summar lands- og kommunupolitikarar royna at sláa politiskan platt upp á áleikandi stríðið – ikki bara millum flokkar í samgongu og andstøðu, men eisini innanhýsis millum politikarar í flokkunum. Alt hetta leggur eitur fyri at fáa eina góða loysn á málinum.
Eg vóni, at fólk sissast og skilja, at heldur man fram við hesi politisku øsingini móti landsstýrismanninum í heilsumálum, leggur man haraftrat beinleiðis fótonglar fyri arbeiði hansara at fáa undirtøku – bæði politiska og fíggjarliga – fyri eini góðari loysn. Vil man hinvegin stuðla royndunum at fáa eina góða loysn viðvíkjandi kommunulæknunum og styrkja støðuna hjá báðum teim smáu sjúkrahúsunum, so eigur man at stuðla landsstýrismanninum í arbeiðinum - og ikki mótarbeiða honum, tí fær so ongin nakað gott burturúr.
Men hvar eru sjúkrahússtjórarnir?
Í fjølmiðlum eru nógvar samrøður, greinar, tíðindaskriv, viðmerkingar o.a. upp í saman aftur við somu fáu persónum frá S.S. og K.S. Ofta verður hetta útlagt sum verandi vegna »leiðslurnar« á sjúkrahúsunum.
Men eg hvørki síggi ella hoyri stjórarnar! Hvar eru teir í allari hesi øsingini? Hvar eru teir í øllum hesum áganginum móti teirra landsstýrismanni? Er tað so galið, at teir bara goyma seg aftan fyri skjúrtufaldin á nøkrum óstýriligum yvirlæknum, og lata teir fýra kanónirnar av?
Eg og onnur við høvdu fegin sæð, at hesir góðu stjórar nú »traðka í karakter«- taka sær um reiggj, og gera sítt til at fáa hetta fullkomiliga avsporaða málið aftur á beint. Og gerast meiri framfýsnir í størstu avbjóðingini: at fáa okkara sjúkrahúsverk at virka sum eind.