svarið er einfalt: Fleiri aliloyvi verða ikki givin í Føroyum, punktum. Verandi alarar skulu sostatt einsamallir hava ta ling, ið er, og ta aling, ið verður í framtíðini. Teir hava fingið hesi loyvi ókeypis [...] nøkrum fáum í eina tíð, har vit sum ongantíð fyrr hava fyri neyðini, at ungar, nýggjar kreftir sleppa framat. Mær rennur í huga eitt brot úr bók, har faðirin sigur við sonin: »Eg eri maður í meðal støðu [...] gið fer í søguna. Vit kunnu nevna nøkur dømi: Føroya Banki skal privatiserast, og latast gomlu eigarunum. Prísurin, ið nevndur er, er 500 mill. kr., hóast samfelagið enn skyldar 2,5 mia. kr. í honum. Hevði
ðurin verður gjørdur nærmast til brotsmann í sínum arbeiði. Útróðrarbátar undir 15 tons skulu sleppa at fiska frítt. Hetta var tað gamla búsetingarmynstrið í føroysku bygdunum, hetta kann aftur blíva veruleiki [...] Javnaðarflokkurin hevur talað og talar um at møguleikarnir at búgva í útjaðaraøkjunum skulu bøtast, soleiðis at fjarstøðan skal ikki forða búseting. Tað skal vera ein javnari ferðakostnaður, soleiðis at [...] forsyrgjara hava. Javnaðarflokkurin miðar eisini ímóti at jørðin, sum er avgerandi fyri at fólk vilja búgva í útjaðaranum, fylgir bygdini. Tann aldargamla siðvenja at fara á flot og eiga bát, skal varðveitast,
livikorini í Føroyum. Vit vilja framvegis virka fyri arbeiði til allar vinnuførar hendur. Flokkurin hevur í stevnuskránni, at loyvt verður bæði landskassa og kommunukøssum at seta pening í arbeiðsskapandi [...] at eisini hesin bólkur fær meira hóskiliga ársúrtøku við støðugari arbeiði í fiskivinnuni, tá meiri fiskur verður viðgjørdur í landinum. Karensdagarnir verða avtiknir og endurgjald latið frá fyrsta sjúkradegi [...] Javnaðarflokkurin setur sær fyri at fáa eina virðuliga avgerð í teimum málum, sum standa millum Danmark og Føroyar. Og Javnaðarflokkur fer at brúka fólkatingssessin hartil. Vit skulu hava sømuligt endurgjald
ferð eftir ferð, at hetta er neyðugt, skulu vit lívbjarga okkum í Føroyum. Hetta er beinleiðis ósatt. Amerikansku suðurstatirnir førdu fram í farnu øld, at treytin fyri búskaparligari framgongd var trælahald [...] Thatcher stjórnini í Bretlandi. Munurin millum tey vælbjargaðu og tey lágløntu gjørdist størri og størri hetta syndarliga skeið í bretskum politikki, og sum byrjaði tá Thatcher tók við í 79. Og samstundis [...] tá Fólkaflokkurin tosar um borgarliga samgongu í fýra ár, so er hetta beinleiðis ósatt. Fólkaflokkurin hevur sitið styttra helmingin av hesum valskeiði í landsstýrinum, frá miðjum juni mánað 96. Aftur
var onki annað at gera. Tað var í hvussu so er ongin í løgtinginum, sum hevði nakað annað boð uppá at loysa trupulleikan tá. Høvdu vit ligið inni við tí vitan, vit hava í dag, so hevði nokk verið handlað [...] ikki kennir til í mans minni. Inntjeningin til landið kundi verið vaksin munandi meira, um rætt var atborið, síggja vit í dag. Tað eru nógvir frensar gjørdir á vegum hertil sum vit eru komin í dag, men at [...] onkrastaðni, og tað hevur tað gjørt í ólukkumát í fiskiídnaðinum á landi. Hann hevur bara ant hesi seinastu árini. Ein stórur partur av flakavirkjunum hevur verið stongdur í fleiri ár, og ein stórur partur
við Århus Universitet og serkønur í føroyskum viðurskiftum. Í løtuni er hann í Føroyum og undirvísir á Fróðskaparsetrinum.Seinastu vikurnar hevur Vagn Wåhlin fylgt við í valstríðnum, og undrast stórliga [...] spurningur um kenslur. Tað búgva 15.000 føroyingar í Danmark. Teir eru eitt einastandandi ískoyti í danska samfelagnum, eins og danir búgva í Føroyum. Persónliga haldi egtað ikki vera rímiligt at slíta [...] hava vit í Danmark fingið lógargrein, sum fleiri ferðir hevur verið fyri í hægstarætti, í samband við ES- limaskapin. Nú er samtykt, at tað kann gerast við ávísum treytum: Eisini fólkatkvøða í Danmark
Familjan kom heimaftur í 1984, eftir at hava verið 12 ár í útlegd, í Danmark og í Tróndheimi í Noregi, har maðurin hevði starv. Av tí sama fekk Katrin Dahl Jakobsen útbúgving sína í Tróndheimi, og starvaðist [...] ferðast við tjaldi í Føroyum. Klekja hósnarungar í skúlastovuni Í Eysturskúlanum gera lærararnir royndir við tvørfakligum arbeiði, og Kartin hevur høvuðsábyrgdina av málsligu frálærauni í 2. og 6. flokki [...] har. Tá tað stóð familjuni í boði at fara heimaftur, valdi tey at flyta, hóast tey trivust ógvuliga væl í Noregi. Katrin er náttúrumenniskjað. Tað besta hon veit, er at fara í fjørðin ein góðan summardag
ið fyri javnaðarflokkin, dylur ikki ótta sín fyri, at vælferðin í Føroyum stendur uppá spæl, um loysingarpolitikkurin vinnur á valinum í dag. Hann heldur tað vera ómetaliga týdningarmikið fyri føroyingar [...] frama, tí tað er einasta gongda leiðin, um ein vil hava nakað positivt at henda í Føroyum komandi árini. Krisjan Magnussen vísir í sama viðfangi til veljarakanningarnar, sum hava víst, at føroyingar ynskja [...] komandi løgting - við loysingarætlanunum í huganum - skal kunna fremja fleiri skerjingar. Hetta sigur Krisjan Magnussen, fyrrv. almanna- og heilsumálaráðharri, í eini viðmerking til uppskot tjóðveldisfloksins
Noreg eitt nú gera fyri føroyskan ungdóm ? ? Noreg ynskir at vera við í arbeiðinum sum verður gjørt í Føroyum og í Grønlandi í samband við at londini fyrireika seg til at gerast oljutjóðir. Vit vilja sjálvandi [...] skuldi havt vitjað í Noregi seinasta heyst hjá fyrrverandi norsku stjórnini undir leiðslu av Thorbjørn Jagland, men veðurlíkindini í Føroyum steðgaðu hesi vitjan. Stjórnarskiftið í Noregi gjørdi, at tað [...] Norska stjórnin ynskir tættari samstarv við føroyingar í samband við menning av eini føroyskari oljuvinnu, og tey vóna, at ein vitjan úr Føroyum seinni í ár kann vera við til at leggja lunnar undir einum tættari
Í dag kl. 17.00 letur summarframsýningin upp í Norðurlandahúsinum við Tróndi Paturssyni. Á framsýningini eru 25-26 verk, málningar, eldri sum nýggir, og glaslistarverk, sum vóru sýnd fram í Odense í fjør [...] fjør. Summarframsýningin letur upp longu í dag í sambandi við, at Norðurlandahúsið hevur 15 ár á baki í ár. Eitt glaslistarverk er við, ið er rættiliga stórt. Tað er ein illusjón, sum er 7 m langt og 2 [...] 2 m høgt. Tað hevur verið rættiliga víða, í Týsklandi, Danmark og USA, og verður nú fyri fyrstu ferð sýnt í Føroyum. ? Stórur áhugi er fyri glaslistarverkum uttanlands og hann veksur alsamt, men eisini