Heilsuverkið má útbyggjast

Hvørki heilsuverkið ella almananverkið tola fleiri skerjingar. Og er ætlanin at spara á hesum økjum loysa vit frá Danmark, so er vælferðarsamfelagið Føroyar av álvara hótt sigur fyrrv. almanna- og heilsumálaráðharrin, Kristian Magnussen í eini viðmerking til ætlaninar at loysa frá Danmark

?Vit kunnu ikki spara meira á fíggjarlógini, enn vit longu hava gjørt. Almanna- og heilsuverkið er longu alt ov meint rakt av sparingum, og tí dugi eg ikki við mín besta vilja at síggja, hvussu eitt komandi løgting - við loysingarætlanunum í huganum - skal kunna fremja fleiri skerjingar.

Hetta sigur Krisjan Magnussen, fyrrv. almanna- og heilsumálaráðharri, í eini viðmerking til uppskot tjóðveldisfloksins at taka loysing.

? Frá royndum mínum sum almanna- og heilsumálaráðharri veit eg, at føroyska samfelagið hevur ikki ráð til nakra loysing. Tað restar so ómetaliga nógv í at fáa útbygt alt heilsuverkið, fyri ikki at tosa um økta tørvin á fólkapensión í framtíðini, at loysing kann bert gera støðuna enn verri fyri ikki at siga katastrofala.

Krisjan Magnussen heldur tað vera óðamannaverk, nú roynt verður at fáa ment almanna- og heilsuverkið, at tosa um at loysing frá Danmark.

? Tað skulu gerast stórar ábøtur og útbyggingar á Landssjúkrahúsinum. Tørvur er eisini á at útbyggja primeru heilsurøktina. Tað skal ikki standa á, fær Javnaðarflokkurin aftur sæti í Tinganesi, at tað verða settir fleiri kommunulæknar. Besta heilsurøktin er fyribyrging.

Fyrrverandi heilsumálaráðharrin, sum stillar upp til løgtingsvalið fyri javnaðarflokkin, dylur ikki ótta sín fyri, at vælferðin í Føroyum stendur uppá spæl, um loysingarpolitikkurin vinnur á valinum í dag.

Hann heldur tað vera ómetaliga týdningarmikið fyri føroyingar og Føroyar, at hóvliga men miðvísa miðleiðin við størri sjálvstýri vinnur frama, tí tað er einasta gongda leiðin, um ein vil hava nakað positivt at henda í Føroyum komandi árini. Krisjan Magnussen vísir í sama viðfangi til veljarakanningarnar, sum hava víst, at føroyingar ynskja meira sjálvstýri innan fyri ríkisfelagsskapin. Tað er so eisini besta trygdin fyri útbygging av okkara so lívsneyðuga heilsu- og almannaverki.