bilførarar og vísti tað seg, at tað var eitt hol í tanganum, ið gjørdi at bilurin lak olju. - Um seks tíðina boðaði vit Landsverk frá trupulleikanum. Tað eru teir, ið hava ábyrgdina fyri at halda landsvegirnar [...] hava ringt til okkara um olju á vegnum. Tað er gott at tey siga frá. Tað er líka úr bryggjuni í Vestmanna og alla vegin til rundkoyringina á Leynum. Síðan ferð tað víðari frá rundkoyringini á Leynum til [...] í Kollafjarðardali. Haðani fer tað víðari til Havnar, eftir Hvítanesvegnum, framvið Sund og til nýggju ferðsluljósini við Ringvegin. Síðan fer tað oman eftir við Strond og til havnarlagið í Havn, upplýsir
veðri, og tað var ein stór uppliving, sjálvt fyri meg, sigur Jørlei Kúrberg. Hann sigur, at seinast hann og konan, Thora, vóru og vitjaðu í Lüneburg, skipaði Gerd Freyer fyri, at tey sluppu at heilsa upp [...] landsliðið, eftir at verða blivin professionellur, sigur Jørleif Kúrberg. Hendan vitjanin birti eitt vinarband millum Jørleif og Gerd Freyer, og tað er bara styrkna gjøgnum árini. - Tað er serliga seinastu [...] óran í býnum, og nú syrgdi Jørleif so fyri, at týskararnir skuppu at heilsa upp á Heðin Mortensen. - Vit eru jú gamlir kenningar, og eg vildi ikki standa aftan fyri Gerd, so vit vóru og heilsaðu upp á
Vit práta og spæla spøl, og samanhaldið er gott, siga Elsa og Anna, sum ætla sær heim aftur at arbeiða, kanska at fjakka, og síðani at lesa eitthvørt. Tað gongur nokk Tær báðar viðganaga, at tað er øðrvísi [...] viðgongur, at hetta er stutttligt at minnast á nú, og at hetta er ein partur av ætlanini við at koma til Føroya; hetta at bjóða sær sjálvum av. - Í Føroyum er alt so friðaligt og róligt. Tað er øðrvísi, og eisini [...] eisini gott. Og ofta spontant. Og ofta verður sagt, at tað gongur nokk!, sigur Elsa, ið hevur lagt hetta fyribrigdið til merkis í føroysku mentanini. Elsa og Anna siga, at tær viðmæla øðrum at royna Ítr
ísraelskir politikarar eru dugnaligir til at mana fram holocaust við dag og dagliga at rópa um “hin seinasta tíman” og um næstu barbarisku innrásina, sum fer at gera enda á statinum Ísrael. Effektivar [...] sannførd um, at “Ísrael kann vinna eitt og hvørt regionalt kríggj”. Men samstundis vísa somu kanningar, at heili 67 prosent “kenna seg ótrygg og stúrin fyri framtíð Ísraels”. Yvirlegni og ótryggleiki alt [...] Auschwitz og Treblinka eru skift út við toppfundir í Hvítu Húsunum, kjarnorkuvápn, F16 flogfør, supereffektivar stríðsvognar og eina so professionella fregnartænastu, at sjálvt CIA hyggur at sínum allieraðu
íbúgvum. So tað var ein stór broyting at koma til eitt lítið land við 50.000 íbúgvum. Vit hava ikki somu mentan, og ein má læra at vera saman við hvørjum øðrum. Jú, tað hevur gingið væl. Her er gott at vera. [...] gjørdust vinir, og tey bjóðaðu mær at vitja tey í Føroyum. Tað gjørdi eg so. Her lærdi eg beiggja hennara, Jákup Andrias at kenna og síðani giftust vit. Hvussu var at koma úr Togo til Føroyar? - Eg komi [...] mær til hitan og sólina í Togo! Hvørjum vilt tú heilsa? - Fyrst og fremst vil eg heilsa verforeldrum mínum, Magnusi og Miu Simonsen, og annars allari svigarfamiljuni. Eg má bara siga, at tey eru sera góð
fíggjarligum stuðuli til at betra gerandisdagin. At veita arbeiðsfólki betri livi- og arbeiðsumstøður við styttari arbeiðsviku. At vallyftir til pensjonistar vera hildin, serliga við at hækka mótrokningarfríu [...] vónar, at samgongan tekur hetta í álvara og leggur eina ætlan fram um, hvussu tunnilsgerð úr Leynum til Vestmanna kann verða framd. Ætlan er um at leggja brandvenjingarstøðina við Áir niður og flyta virksemið [...] løgtingsvalið við okkara formanni á odda og við evnaríkum fólkum í landsstýri og á løgtingi. Vit eru fegin um tey mál, ið samgongan hevur sett sær fyri at fremja, so sum: At veita trongstøddum familjum eina hjálpandi
slapp eg gott nokk ikki upp í part. Nú eru vit 22 leikarar, men fýra hava leikbann leygarkvøldið, so møguleikarnir eru har, sigur Brian Olsen. Hann heldur ikki, at tað er nakar trupulleiki at seta seg [...] vóni, at vit gera ein góðan figur leygarkvøldið, sigur Brian Olsen, sum annars letur væl at umstøðunum í Tréguier. – Hetta er stuttligt. Býurin, vit búgva í er hugnaligur, fólkini eru fitt og tað er stuttligt [...] stuttligt at vera partur av hesum hópinum, sigur Brian Olsen, sum er komin úr heimbygdini Tjørnuvík til Tréguier í Frankaríki.
gjørt tað gott í Allsvenskan, so vann Östersunds FK eisini steypakappingina í fjør. Hetta gav teimum atgongd til Europa League, har teir tóku øll á bóli við at spæla seg víðari – eitt nú eftir at hava sligið [...] FK í 2011, og síðani gekk tað skjótt fyri seg saman við liðnum, sum tá var í fjórðbestu deildini, men undir leiðslu av enska Graham Potter vann seg heilt upp í bestu deildina í 2015. Umframt at hava gjørt [...] møguleika í enska The Championship. Tað er Swansea, sum í dag hevur sett Graham Potter í starv sum venjara. Hann skal royna at fáa liðið upp aftur í Premier League, eftir at teir fyrr í ár máttu ta tungu leiðina
Havið, fjøllini og strondin sá so kul út, so eg tók kjansin og fór í ár, sigur Dennis. Hann yvirtalaði vinkonuna, Annu, um at koma við sær til Føroya. Tað var ikki ringt, og hon var við uppá tað beinanvegin [...] tasku og regnjakka, sigur Anna flennandi. - Ja, tað er gott nokk yvirraskandi, at tað eru so nógv, sum ganga soleiðis, sigur Dennis. Viðvíkjandi føroyska málinum, so skilja tey einki. Tí hevur tað verið [...] Dennis Eberly og Anna Gasser hava ferðast langt fyri at sleppa at uppliva G! festivalin. Tey eru úr Sveis, og í ár hava tey endiliga fingið høvi at koma til Føroya. Dennis hoyrdi um G! fyrstu ferð fyri
greiðir frá, at hetta man vera á fyrsta sinni, at føroyingar fáa høvi at hoyra rithøvundar ættaðar úr Íslandi, Hetlandi, Orknoyum og Suðuroyggjum/Hebridunum bera fram og lesa upp saman. Tað verða teir seks [...] fólkatónleik, at tríva í ljóðførini og ikki er óætlað, at ikki onkur av høvundunum fer at leggja uppí eisini! Tiltakið, sum er ókeypis, byrjar mikukvøldið 6. september kl.19.30 stundisliga og varir í um leið [...] Reykjavík, Noregi, Washington DC og í Glasgow. Seinastu árini er hon farin undir at skriva bæði yrkingar og sangir, og hon hevur komponerað og framført eina suitu fyri cello, hørpu og rødd, við støði í hetlendskari