Heðin M. Klein, sum er nevndarlimur í Rithøvundafelagnum greiðir frá, at hetta man vera á fyrsta sinni, at føroyingar fáa høvi at hoyra rithøvundar ættaðar úr Íslandi, Hetlandi, Orknoyum og Suðuroyggjum/Hebridunum bera fram og lesa upp saman. Tað verða teir seks høvundarnir: íslendsku Aðalsteinn Ásberg Sigurðsson, Gyrðir Elíasson; Lise Sinclair av oynni Fair Isle; Matthew Wright av Orknoyum; Donald S. Murray av Hebridunum og hetlendska Jen Hadfield, ið fara at bera fram og lesa upp úr egnum verkum á bókmentatiltakinum, sum Rithøvundafelagið skipar fyri í Norðurlandahúsinum, mikukvøldið 6. septembur.
Umframt høvundarnar fara Spælimenninir, sum jú eru væl kendir við hetlendskan fólkatónleik, at tríva í ljóðførini og ikki er óætlað, at ikki onkur av høvundunum fer at leggja uppí eisini!
Tiltakið, sum er ókeypis, byrjar mikukvøldið 6. september kl.19.30 stundisliga og varir í um leið tveir tímar.
Aðalsteinn Ásberg Sigurðsson, føddur í 1955 í Húsavík á Norðurlandinum í Íslandi og vaks upp har á leiðini. Eftir at hann var farin í íslendska handilsháskúlan í Reykjavík, las hann íslendskt mál, tónleik og leiklist.
Í 1977 læt hann fyrstu bók sína koma út, yrkingasavnið Ósánar lendur (Ósátt lendi). Síðan hevur hann givið út 10 yrkingasøvn, bæði upprunaverk og týdd, eina skaldsøgu og 8 barnabøkur. Umframt bøkur hevur hann givið út nógvar upptøkur við sínum lýrikki og sangum. Seinastu yrkingasøvn hansara eru Eyðibýli (Frágingin hús) 2004, við ljósmyndum eftir Nøkkva Elíasson, og Romsubókin (Ramsubókin), barnabók 2005. Aðalsteinn býr í Reykjavík og er fulltíðar høvundur, sangskrivari og útgávumaður, bæði við tónleiki og bókmentum.
Gyrðir Elíasson var føddur í 1961. Ættfólk hansara kemur av Eystfirðum í Íslandi, men hann vaks upp í Sauðárkróki á Norðurlandinum, haðani hann varð studentur. Eina tíð búði hann vestanfyri, á Borgarnesi og Akranesi, seinni í Reykjavík.
Næstan alt sítt vaksnamanna lív hevur hann verið fulltíðar rithøvundur, hevur givið út mong yrkingasøvn, skaldsøgur og stuttsøgusøvn. Gyrðir Elíasson er ein av teimum mest virdu rithøvundunum í sínum ættarliði og er virðisløntur fyri verk síni. Hann er íðin týðari, hevur týtt nógvar bøkur um og eftir amerikanska upprunafólkið, og hann hevur týtt tríggjar skaldsøgur eftir Richard Brautigan.
Lise Sinclair býr og er uppvaksin á Fair Isle, teirri fjarskotnu oynni miðskeiðis millum Hetlands og Orknoya, har sum hon var fødd í 1971. Hon slepti síni góðu starvsleið í føgrum listum í Glasgow School of Art fyri at hjálpa manni sínum Ian Best, sum er bátasmiður. Tey eiga fýra børn saman.
Lise er sangari og tónleikari, hon hevur spælt inn, givið út og staðið víða hvar á palli, eitt nú í Reykjavík, Noregi, Washington DC og í Glasgow. Seinastu árini er hon farin undir at skriva bæði yrkingar og sangir, og hon hevur komponerað og framført eina suitu fyri cello, hørpu og rødd, við støði í hetlendskari yrking. Yrkingarnar hjá henni hava staðið í The New Shetlander og Pull of the Moon.
Matthew Wright var føddur og vaks upp í Kirkwall í Orknoyum. Hann las eitt skiftið lívfrøði í Edinburgh, har hann av álvara varnaðist sítt íborna stikni til býarlívið! Aftan á at hann var givin at arbeiða sum barrvørður og sjó-starvsstovu-tøkningur og var fluttur aftur til Orknoya, kom hann so smátt fyri seg aftur eftir tey strevnu studentsárini.
So flutti hann til Hetlands, og nú býr hann í Hammavoe á oynni Burra. Har fór hann at lesa síni egnu handrit. Hann hevur skrivað stuttsøgur, líka síðan hann dugdi at halda á einum penni, men ikki fyrr enn nýliga er hann farin at lata tær frá sær á prenti. Orð hansara eru komin á prent í The Pull of the Moon og Northwords, og hann hevur lisið upp á Wordplay bókastevnuni í Lerwick.
Donald S. Murray, føddur í 1956, er ættaður úr Ness, norðast á oynni Lewis í Suðuroyggjum, t.e. Hebridunum, sum fólkið haðani eisini nevna Western Isles (Vesturoyggjar), av tí at tær liggja vestur úr Norðurskotlandi. Donald, hvørs móðurmál er skotsk-gæliskt, hevur undirvíst í mong ár, bæði í Suðuroyggjum/Hebridunum og í seinastuni í Hetlandi. Skrivligu avrik hansara eru prentað ymsastaðni. Yrking hansara og prosa, blaðmannaskriving og ørindi hava staðið í ymiskum ritum, til dømis New Writing Scotland, New Shetlander, Edinburgh Review, Poetry Scotland, West Highland Free Press, The Herald og The Stornoway Gazette.
Nakrar av søgum hansara eru komnar út í stuttsøgusavninum Special Deliverance (1998). Eisini hevur hann skrivað rit um oyggjafólkini, líka úr Hetlandi suður ímóti Írlandi, West Coasters og Between Minch And Muckle Flugga henda seinna bókin lýsir bondini millum Suðuroyggja og Hetlands, hvussu líkt lívið á báðum oyggjaflokkunum hevur verið. Komandi bók hansara, Speak To Us Catriona, byggir á munnligar arvmentir av heimaoyggj hansara, Lewis í Suðuroyggjum.
Jen Hadfield, f. 1978 (nevnir seg stundum Rogue Seeds) man vera tann mest eksperimenterandi av teimum høvundunum, sum bera fram í Norðurlandahúsinum. Hennara fyrsta yrkingasavn Almanacs (2005) var skrivað í Hetlandi og í Suðuroyggjum í 2002. Sjálv lýsir hon yrkingasavnið m. a. soleiðis:
Almanacs is about lists, rules and archetypes and what they don´t account for ... The central sequence, Lorelei´s Lore, is a road movie in poems, set in the north of Scotland: Ultima Thule, hijacked by elusive sirens and Harrier jets. Ghosty´s driving: Ghosty who´s given up on everything except Skerryman and The Road, and Skerryman himself, the patron saint of bad weather and absence-makes-the-heart-grow-fonder. Lorelei´s Lore is obsessed with yearning, like the two seas separated by Shetland: metres apart / and desperate for each other.
Árini undanfarnu hevur Jen Hadfield, sum tá hevur nevnt seg Rogue Seeds, millum annað gjørt sjáldsamar, handgjørdar listbøkur og yrkingalíki. Hon hevur eisini arbeitt við ljósmyndum og hevur verið útgávuráðgevi m.a. hjá Chapman Publishing, og hon er fleiri ferðir virðislønt fyri síni listarligu avrik.