Hann varð settur í starv í svenska Östersunds FK í 2011, og síðani gekk tað skjótt fyri seg saman við liðnum, sum tá var í fjórðbestu deildini, men undir leiðslu av enska Graham Potter vann seg heilt upp í bestu deildina í 2015.
Umframt at hava gjørt tað gott í Allsvenskan, so vann Östersunds FK eisini steypakappingina í fjør. Hetta gav teimum atgongd til Europa League, har teir tóku øll á bóli við at spæla seg víðari – eitt nú eftir at hava sligið Galatasaray út.
Östersunds FK tapti í 1/32-finaluni ímóti Arsenal, men ótrúligu avrikini hava skapt stóran áhuga fyri 43 ára gamla venjaranum, Graham Potter, sum nú hevur fingið ein góðan møguleika í enska The Championship.
Tað er Swansea, sum í dag hevur sett Graham Potter í starv sum venjara. Hann skal royna at fáa liðið upp aftur í Premier League, eftir at teir fyrr í ár máttu ta tungu leiðina niður í næstbestu deildina.
Graham Potter hevur sjálvur spælt fótbólt. Hann umboðaði eitt nú Birmingham, Stoke og Southampton áðrenn hann sum 30 ára gamal kastaði seg út í venjaralívið í University of Hull.