Elsa Tell er úr Týsklandi, og Anna Wulff er úr Danmark. Tær eru næmingar á Ítróttaháskúlanum í Suðuroynni, og báðar eru hálvføroyskar.
-Vit hava báðar føroyskar mammur, siga tær báðar á góðum føroyskum, tí tær duga væl málið, og viðganga, at tað er ikki vorðið verri, nú tær veruliga fáa roynt seg millum føroyingar.
Tveir aðrir næmingar eru eisini komnir langvegis, har tann eini er úr Portugal og hin er úr Danmark.
Á WC og endaði í Føroyum
Hóast tær hava ættarbond til Føroya, og hava vitjað nokkso javnan, so er forvitnisligt at frætta, hvussu tað ber til, at tær eru komnar til Føroya á ítróttaháskúla.
-Eg hevði hugsað um at fara til Føroya í eitt ár. So hoyrdi eg familjuna tosa um Ítróttaháskúlan. Eg helt tað ljóðaði forvitnisligt, og hetta er eisini sera gott, sigur Elsa.
Hjá Onnu er søgan eitt sindur øðrvísi.
-Eg var til eina konfirmatión í familjuni. Eg fór á WC, og tá eg skuldi inn aftur, helt pápi mín røðu, so eg valdi at bíða í hurðini. Har stóð ein kona, og vit fullu í prát. Hon nevndi hendan skúlan, og eg fór seinni at kanna, hvat hetta var fyri nakað, sigur Anna, sum eisini trívist væl á skúlanum.
Elsa og Anna eru samdar um, at tað tær høvdu væntað, er nøkulunda tað, ið tær hava upplivað á skúlanum.
- Men enn er skeiðið ikki liðugt, so enn er ymiskt eftir at uppliva, siga tær báðar.
Tær hava javnan vitjað í Føroyum um jóltíðir ella á summri.
- Men hetta er øðrvísi, enn at vitja ommur, abbar og familju. Tað er gott, men nú uppliva vit Føroyar á ein annan hátt, og aðrar árstíðir, siga tær báðar, sum t.d. longu hava sær fyrstu smálombini.
- At koma í hugnaligu smátturnar á kvøldi er so hugnaligt. Vit práta og spæla spøl, og samanhaldið er gott, siga Elsa og Anna, sum ætla sær heim aftur at arbeiða, kanska at fjakka, og síðani at lesa eitthvørt.
Tað gongur nokk
Tær báðar viðganaga, at tað er øðrvísi at ferðast í føroysku náttúrini, í mun til tað, tær eru vanar við heima.
- Ferðin niðan á Borgarknapp í vindi og kava stendur eftir í minninum, sigur Anna, ið til tíðir kendi hetta sera avbjóðandi, men sum viðgongur, at hetta er stutttligt at minnast á nú, og at hetta er ein partur av ætlanini við at koma til Føroya; hetta at bjóða sær sjálvum av.
- Í Føroyum er alt so friðaligt og róligt. Tað er øðrvísi, og eisini gott. Og ofta spontant. Og ofta verður sagt, at tað gongur nokk!, sigur Elsa, ið hevur lagt hetta fyribrigdið til merkis í føroysku mentanini.
Elsa og Anna siga, at tær viðmæla øðrum at royna Ítróttaháskúlan í Suðuroynni.
- Tað er gott at bjóða sær sjálvum av, og tó at ein onkutíð kann gerast eitt sindur bangin, so er ein glaður aftaná. Og enn hava vit ikki roynt alt, siga tær báðar.
Vit hava t.d. enn ikki roynt tað, ið verður nevnt 15 tíma race, og vit gleða okkum at vita, hvussu vit tá fara at klára ymsu støðurnar, so hvørt sum tímarnir ganga, siga Elsa Tell og Anna Wulff.