Úr Tjørnuvík til Tréguier

Seinast Brian Olsen var við á eini uttanlandsferð hjá landsliðnum, slapp hann ikki upp í part. Tað vónar hann hesaferð

FÓTBÓLTUR

Tréguier, Frankaríki: Brian Olsen úr Tjørnuvík spældi sín fyrsta landsdyst, tá hann varð skiftur inn í dystinum í móti Litava. Harvið eru landsliðsroyndirnar ikki tær stóru, men hetta er kortini ikki fyrsta ferðin, Brian Olsen er við á eini landsliðsferð.
– Eg var við í Eysturríki. Tá slapp eg gott nokk ikki upp í part. Nú eru vit 22 leikarar, men fýra hava leikbann leygarkvøldið, so møguleikarnir eru har, sigur Brian Olsen.
Hann heldur ikki, at tað er nakar trupulleiki at seta seg upp til eina stóra uppgávu sum hesa, hóast heimliga landskappingin endaði fyri eini viku síðani.
– Avgjørt ikki. Vit skuldu jú verið í toppform nú, so eg vóni, at vit gera ein góðan figur leygarkvøldið, sigur Brian Olsen, sum annars letur væl at umstøðunum í Tréguier.
– Hetta er stuttligt. Býurin, vit búgva í er hugnaligur, fólkini eru fitt og tað er stuttligt at vera partur av hesum hópinum, sigur Brian Olsen, sum er komin úr heimbygdini Tjørnuvík til Tréguier í Frankaríki.