tí tú mást biðja um atkvøðuseðil, um tú skal sleppa at velja. Tú kanst eisini luttaka á aðalfundum, har tú hevur talurætt, men ikki atkvøðurætt. Men fyri at sleppa at luttaka á aðalfundum skal tú skrivliga [...] upp á uml. 1,7 mia. kr. Hvat veitst tú um, hvat gongur fyri seg har? Um tú ert ónøgd/ur, kanst tú gera nakað við tað nú Ognarfelag Tryggingartakaranna eigur alt TF samtakið, sum m.a. umfatar Tryggingarfelagið [...] ávirkan galdandi Ert tú samd/ur við mær, fara eg at heita á teg um at nýta tín rætt at atkvøða til umboðsráðsvalið, sum er útskrivað. Hetta kanst tú gera við at ringja ella maila til Tryggingina áðrenn 17
sjálvur hevur gjørt, og sum snýr seg um gransking. Hvat er gransking? Hvussu verður granskað? Hvat verður granskað? Hvussu ímyndar tú tær ein granskara, sum er til arbeiðis í Føroyum? Hevur tú hug at gera [...] vístur. Sambært lóg um upphavsrætt er tað tann, sum hevur gjørt filmin, sum eigur rættindini til filmin, og Granskingarráðið hevur ikki loyvi til at broyta ella klippa í filminum Dómsnevnd: Nevnd við trimum [...] millum 1 og 4 minuttir til longdar og skal kunna nýtast til at marknaðarføra gransking til almenningin. Allir innkomnir filmar verða lagdir út á YouTube og aðrar miðlar upp til Vísindavøkuna. Ein dómsnevnd
sum ikki megna, duga ella vilja laga seg til nýggjar tíðir og umstøður, fáa tað sera trupult. Gævið alt var sum fyrr Hetta vóru tankarnir, ið komu mær til hugs, eftir at eg hevði lisið eina kronikk hjá Gunvá [...] ------------ Hevur tú hoyrt søguna um tann allar seinasta dinosaurin? Soleiðis spurdi ein kona meg skemtandi nakað herfyri. Nei, mátti eg viðganga, eg hevði ikki hoyrt ta søguna. ”Hvat hugsaði tann seinasti [...] einaferð var einaráðandi her á fold – er ikki til longur. Hví? Jú, hitt risastóra og sterka djórið megnaði ikki at laga seg til nýggjar tíðir og umstøður. Tí gekk tað til grundar. Poengið er einfalt men sera týðandi:
kona, gift við føroyingi í 1960, legði til merkis hetta: at eftir vanligt prát í 5 minuttir so fóru føroyingar beint yvir í at trætast um, hvat ið eitt orðafelli ella orð merkti: »á røttum føroyskum«. Henni [...] láturligt. Tí ella tó er hesin spurningur enn - eina hálva øld seinni - nærverandi: »Nær verður mál okkara vaksið, sum onnur mál?« Tí hóast tú vituliga rættleiðir tíni børn við umsorgan, so júkar tú ikki í tíð [...] stýrdar av sama málrøktarbólki? Sum vilja leggja í rør, undir heilt, ella enn betur: lata málið í burka – av onkrum hissini hugi til makt ella sum sjálvvaldir láturverjar fyri blygd málsins? Um so er, so eiga
litir. - Tá liturin er sterkt appilsingulur, hevur rognkelsið tað oftani gott, men er liturin antin ljósari ella myrkari, kann heilsustøðan vera minni góð ella beinleiðis vánalig. Á Fiskaaling vísa tey á [...] takast í størsta álvara. Tá livurin hevur hendan litin, er lítið feitt eftir í rognkelsinum, sum tá eru sperd og illa fyri. - Orsøkin til hetta kann vera hungur, sjúka ella bæði, vita tey á Fiskaaling at siga [...] at ein master-lesandi kom til Føroya fyri at gera víðari kanningar av millum øðrum livrini í rognkelsum. - Endamálið hjá master-lesandi í Føroyum var at at fáa staðfest, hvat hvør litur ítøkiliga merkir
Javnaðarflokkin ella svenski Javnaðarflokkurin, men eitt er vist: Hann skrivar ikki um, hvat føroyski Fólkaflokkurin ætlar at gera við politiska valdið, veljarin hevur givið honum til láns tey seinastu [...] Leitar tú eftir Javnaðarflokkinum á Facebook, so finnur tú knappliga nógvar politiskar útsagnir hjá Fólkaflokkinum. Serliga Christian Andreasen, floksformaður, hevur øgiliga stóran áhuga fyri Javnaðarflokkinum [...] spurningar frá Fólkaflokkinum um føroyska samfelagið. Í morgun spyr Christian Andreasen, hvat Javnaðarflokkurin sigur til, at donsku sosialdemokratarnir hava boðað frá, at aldursmarkið fyri sonevnt løgfrøðiligt
ráð er at gera tað, tú hevur hug til, tí bert á henda hátt kanst tú njóta tín tónleik til fulnar, og tað er væl tað, tónleikur snýr seg um, sigur Kristian Blak. Royndi tónleikarin hevur sæð fleiri dømi um [...] men higartil hevur Tutl ikki havt ráð til fleiri lønt starvsfólk. Tí hava uppgávurnar ligið á Kristiani við tí úrsliti, at hann ikki hevur havt neyðugu tíðina til at sita, har hann hevur tað allarbest [...] børnini til alskyns frítíðarítriv, so børnini sjálvi hava fingið loyvi til at royna nógv ymiskt og hava harvið havt betri fortreytir til sjálvi at velja og finna tað, tey hava hug til. Í ein mun var jødiska
“Eingi nøvn!” hugsar tú; og kortini er tað júst tað, hetta brævið snýr seg um – nøvn og ábyrgd (ella eingi nøvn og onga ábyrgd?). Tí, tú segði so skilliga í útvarpinum, at tú ikki ætlaði tær at siga, hvør [...] flokkum hava klárað seg í mun til aðrar flokkar/skúlar, fara tit at kunngera fyri almenninginum. Hví fjalir tú ikki mítt navn eins og tú fjalir nøvnini á fultrúum tínum? So ger tú, sum eg geri í hesari grein: [...] hvør ið hevði ábyrgdina av, at ov nógvur peningur var brúktur. Men tú segði eisini nokk so óskilliga, um tú ætlaði at finna tann ella tey seku. Og tað er her, eg ætli at blanda meg uppí. Tí, Kristina!
skaldskap. Til átøk føroyskum máli at frama – av teimum fyrst og fremst til at teksta allar útlendskar sjónvarpssendingar til føroyskt, men eisini til skapandi skriving og orðabókaarbeiði, til átøk, sum [...] spurningar: 1. Hava hesir røsku menn gloymt, at søgan hevur lært okkum (sum onnur samfeløg), at búskapurin sveiggjar í einum landi? Hevur eingin lisið eina søgu um, at eftir sjey rík ár koma sjey rakár? [...] brúktar til at givið láglønarbólkum lønarhækkan? Hvussu nógvar milliónir kundu í staðin verið brúktar til alt tað, sum andaliga og mentanarliga byggir okkara land og ger okkum til eina tjóð? Til tónleik
eftir vatni ella veiða sær føði. Einki djór livir nóg leingi, til at beinið veksur saman aftur. ##med6## Ein brotið bein, sum er lekt, er tí eitt tekin um, at onkur hevur givið sær tíð til at vera hjá [...] so vaksa vit sum samfelag. Tú ert bara eitt menniskja í heiminum. Men fyri okkurt menniskja kanst tú vera allur heimurin. Soleiðis arbeiða vit saman um besta avkastið til felagsskapin. Sum í síðsta enda [...] Honum havi eg lært nógv av. Eitt, sum eg havi tikið til mín, er hetta, sum eg havi hug at deila við tykkum í dag. Tá avgerðir skulu takast, spyr so teg sjálva: Ger hetta heimin størri ella minni? Tað kann