Rognkelsi eru ein av hættunum at basa lús í føroysku alibrúkunum. Fiskaaling hevur í eina tíð millum annað kannað livrarnar á rognkelsum fyri at lýsa heilsustøðuna hjá fiskinum.
- Hesi útslit hava vakt ans uttanlands, og granskarar á Stirling University í Skotlandi hava tvær ferðir verið í Føroyum og lært seg mannagongdir og gjørt víðari kanningar við støði í úrslitunum hjá okkum.
Á Fiskaaling vísa tey á, at undir einari ráðstevnu í Glasgow fyrr í ár løgdu Kirstin Eliasen, granskari á Fiskaaling og Esbern Patursson, rognkelsissamskipari hjá Luna, fram úrslit frá heilsukanningum av rognkelsum.
- Hetta vóru rognkelsi, sum hava livað í føroyskum aliringum við tí fyri eyga at basa bæði laksa- og seiðalús, ið hava stóra ávirkan á trivnaðinum hjá laksinum.
Hesar kanningar verða gjørdar við eitt nú at hyggja eftir livrunum hjá rognkelsunum, ið verða bólkað í seks litir.
- Tá liturin er sterkt appilsingulur, hevur rognkelsið tað oftani gott, men er liturin antin ljósari ella myrkari, kann heilsustøðan vera minni góð ella beinleiðis vánalig.
Á Fiskaaling vísa tey á, at úrslitini, sum føroysku granskararnir løgdu fram á ráðstevnuni í Skotlandi, vaktu so mikið stóran ans á Stirling University, at ein master-lesandi kom til Føroya fyri at gera víðari kanningar av millum øðrum livrini í rognkelsum.
- Endamálið hjá master-lesandi í Føroyum var at at fáa staðfest, hvat hvør litur ítøkiliga merkir fyri heilsustøðuna hjá tí einstaka rognkelsinum.
Lagt verður aftrat, at tá rognkelsi liva frítt í náttúruni, hevur livurin oftani ein sterkan appilsingulan lit, sum er tann liturin, sum aldu rognkelsini helst skulu hava.
- Millum aldu rognkelsini síggja vit oftani, at livurin hevur ein annan lit, har hann antin ov ljósur ella ov myrkur. Hetta tulka vit soleiðis, at rognkelsini heilsuliga eru verri fyri, sigur Kirstin Eliasen.
Skotska masterverkætlanin er nú liðug, og úrslitini vísa, at tað serstakliga er tann myrki liturin, ið skal takast í størsta álvara. Tá livurin hevur hendan litin, er lítið feitt eftir í rognkelsinum, sum tá eru sperd og illa fyri.
- Orsøkin til hetta kann vera hungur, sjúka ella bæði, vita tey á Fiskaaling at siga í dag.










