teinkja fyri sær og havast at í hesum fyri Føroya fólk so álvarsliga máli, ið m.a. viðførdi eitt arbeiðsloysi upp á uml. 25 % og noyddi uml. 7000 fólk av landinum, meðan mong misti hús og heim og vórðu [...] sum flippumenn og spæla kong gularót, meðan aðrir eru konkursryttarir við dýrum bilum og á uttanlandaferðum minst tvær ferðir um árið, meðan heiðurlig fólk stríðast við at fáa endarnar at røkka saman. Soleiðis [...] var blaðstjórin á Oyggjatíðindi, tí hann vágaði sær at skriva um fíggjaróskilið í blaðnum. Ein og hvør við bert vanligum gonguviti mann skilja, at her ruggar ikki alt rætt - og so langt ífrá.Men hvat í
ongantíð lýst fyri at siga hvør eg eri. Fólk koma í samband við meg, tí tey hava hoyrt um meg frá onkrum øðrum. Eg havi kortini verið um alt Danmark, sigur Erla, sum stundum vegleiðir fólk í at innrætta. Hon hevur [...] brúkar nógva máling, og eini átta løg eru á hvørjari mynd. Felags fyri myndirnar er, at tær hava sterkar litir. - Litir eru mín stóra inspirasjónskelda, og tá ið fólk siga, at myndirnar gera tey glað, havi [...] Expeditionen, og hetta kom at broyta lív hennara nógv. - Ógvusligar upplivingar sum tær í Robinson fáa fólk at hugsa øðrvísi, og soleiðis var við mær, sigur Erla. Undan Robinson hugsaði hon so smátt um at royna
við fólk -eisini tá tey eru ill. Hon ger bara sítt arbeiði, og tey, sum fáa bót, hava jú brotið lógina um parkering. Men tað kann vera ringt, og Annika sigur, at tað meiri enn so kemur fyri, at fólk fara [...] fara avstað í øðini og eru sera órímilig mótvegis henni. - Men tað eru tíbetur bara nøkur fá, sum skelda. Tey allarflestu eru blíð við okkum, leggur Annika dent á. Hon er ikki í iva um, at fyrimunirnir við [...] Hoyvíkar. - Hesi seks árini eg havi verið parkeringsvørður eru parkeringsvanarnir hjá fólki broyttir heilt nógv, greiðir Annika frá. Hon heldur, at ein av orsøkunum er, at parkeringsvørðarnir eru sera sjónligir
sama myndaði huglagið í Høllini í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið. Eingin fínarumpa, bara vanlig fólk, sum hugnaðu sær. Tilkomnir menn við hesthala og spískum svartaskóm, vælsmurdar konur í barmfagurt [...] eitt ferðandi dansiorkestur av handahógvi blaðar í lívsins stóru sangbók og ikki hevur ánilsi av, hvør eigur sang, tekst, ella lag. Kontriskaldskapur er eyðkendur av eini markleysari virðing fyri tí ektaða [...] fjepparar var hetta avgjørt besti partur í triðja setti. Undan Ragnari høvdu bæði Hallur og Rannvá hvør sín føroyska sang við í skránni. Tað var gott og bar við sær neyðuga frámerkið um, at vit vóru í Føroyum
førleikamenning er eyðsýndur. Viljin og áræðið hjá ítróttinum eru óavmarkað. Men førleikin má støðugt mennast til nýggju avbjóðingarnar. Hvør króna til ítróttin er ein íløga í fólkaheilsuna og harvið ein [...] sakna framvegis eitt nú tennisvallir, svimjihallir, ítróttarhallir, skjótibreytir og golfvøll. Hesi verkløg eru alneyðug fyri virksemið hjá føroyskum ítróttafeløgum, og kunnu samstundis breiðka um útboðið [...] átikið sær ein alsamt størri heilsufremjandi leiklut. Tað er vorðið alt greiðari, at vælferðarsjúkur eru størsta hóttanin móti fólkaheilsuni. Síðani vit tóku lógvatak saman við landsins myndugleikum
rokningar eru goldnar Landsstýrið roknar við eini 600 milliónum krónum í avlopi í ár. Hetta tal hevur eisini verið serverað donsku stjórnini til samráðingarnar. Men vit sum manna løgtingið vita, at tá eru avdrøg [...] sum er tikin frá Føroya fólki, ella gjøld, ella minni goldnar rentur til útlond, sum eru orsøkin til avlopið. Hvør er frágreiðingin? Hevur Karsten Hansen kanska goymt teir donsku pengaseðlarnar til endamálið [...] ikki tikin við. Eitt avlop kann sjálvandi bara roknast eftir at allar rokningar hjá landskassanum eru goldnar. Tí skal talið hjá landsstýrinum helst lækkast við umleið 300 milliónum krónum. Eisini er tað
(ergoterapi/fysioterapi). Men við fráboðaðu skerjingini verða hesi tilboðini eisini avmarkaðið, tí trupulleikarnir hjá fleiri av børnunum ofta eru sera samansettir og krevja ein tvørfakligan innsats. Sern [...] lig ráðgeving er – ella eigur at vera – ein ógvuliga týðandi og sentralur partur av ráðgevingini. Hvør eigur ábyrgdina av børnunum? Tað er ein ólukka fyri okkara øki, at vit ikki hava eina støðugt vælvirkandi [...] ráðgeving, ið kann veita góða landsumfatandi og dygga tvørfakliga ráðgeving og hjálp til tey, sum eru um børn, ið hava menningarligar avbjóðingar. Vit hava merkt, at ráðgevingin til smábarnaøkið miðvíst
sum fella frá, oftast gera tað í 12-13 ára aldrinum, so tey eru nokk longu farin. So okkurt bendir á, at tað verða onkur av hesum, ið nú eru eftir, sum vera við til at mynda framtíðina hjá Klaksvíkar Talvfelag [...] Talv er ikki so mystiskt, sum fólk ofta hava lyndi at gera tað til. Eitt sindur av gávum krevst ivaleyst, men stóra loyndarmálið hjá einum sterkum telvara er áhaldandi venjing, og at tú veist, hvussu tú [...] Eg læri tey ungu at venja á sama hátt, sum eg sjálvur lærdi tað. Talvini, eg lati tey gjøgnumganga, eru sovorðin, eg sjálvur havi sitið og arbeitt við, og eg havi við vilja ikki lækka støðið. Tað mest avgerandi
Fyri stevnuna er so einki at ivast í, at dysturin hevur nógv at siga. Líka mikið hvør mótstøðan er, so eru altíð nógv fólk til dystin. Kanska fleiri klaksvíkingar enn vanligt, umframt at tað eisini plagar [...] stóran mun eru viðvirkandi til at halda lív í søguni um, at KÍ altíð hevur tað strævið á norðoystevnudystinum. Ikki bara ímóti Tað er tó ikki altíð, at úrslitini eru so nógv ímóti, sum tey vóru hesi omanfy [...] stuttligt at taka afturí, hvønn týdning stevnudysturin hevur fyri norðoyastevnuna. Stevnudystirnir eru við árunum vorðnir somikið nógvir, at teir ikki altíð standa líka høgt í metum, og eitt nú góvu ha
VB-EB/Streymur 1-0 (0-0) Fótbóltur Tað var einki at ivast í, hvør var favorittur, tá EB/Streymur sunnudagin kom á vitjan í Vági. Sum uppflytari er tilveran aloftast hørð, og tá talan so eisini er um útidyst [...] útidyst móti føroyameistarunum, er einki at siga til, um vónirnar ikki eru av teimum allarbestu. Hildu um verjupartin Hetta tóktist tó ikki á nakran hátt at nerva teir á samansetta liðnum, tá farið var [...] vaks frustratiónin hjá bæði leikarum og áskoðarunum hjá heimaliðnum. Heilt fram til 83. minutt vórðu hesi hildin á pínubeinkinum, og tá VB so loksins skoraði, var talan um eitt mál av heldur hepnara slagnum