Hóast Annika ofta fær skolur omanyvir seg frá óðum fólki, sum ikki vilja hava parkeringsbót, so er hetta eitt starv, sum henni dámar sera væl, og sum hon kundi hugsað sær at havt restina av lívinum.
Annika dugir nevniliga at seta arbeiðið frá sær, tá hon fer til hús, og hon letur tað ikki oyðileggja sær dagin, hóast hon verður illa skeldað.
Annika heldur, at tað var verri í fyrstuni, tá hon júst varð byrjað í starvinum. Hon sigur, at hon altíð roynir at vera hampulig og tosa róliga við fólk -eisini tá tey eru ill. Hon ger bara sítt arbeiði, og tey, sum fáa bót, hava jú brotið lógina um parkering. Men tað kann vera ringt, og Annika sigur, at tað meiri enn so kemur fyri, at fólk fara avstað í øðini og eru sera órímilig mótvegis henni.
- Men tað eru tíbetur bara nøkur fá, sum skelda. Tey allarflestu eru blíð við okkum, leggur Annika dent á.
Hon er ikki í iva um, at fyrimunirnir við starvinum eru fleiri enn vansarnir.
- Eg fái passað meg sjálva í stóran mun, tí eg fari hagar, eg havi hug at fara, og eri ikki noydd at vera í sama staði allan dagin, eins og tey, sum til dømis arbeiða á kontóri. So eingir dagar eru eins, sigur Annika og leggur afturat, at hon eisini hevur sera góðar starvsfelagar.
- Hetta er eisini eitt starv, sum gevur góða motión. Og av tí, at vit ganga úti allan dagin, so eg fái harumframt massar av frískari luft.
Broyting hend
Tað eru tríggir parkeringsvørðar í Havnini, og tey býta tað ímillum sín soleiðis, at tvey ganga í miðbýnum, meðan ein fer við bili út til útjaðaran av Havnini til dømis á Argir, á Norðasta Horn og til Hoyvíkar.
- Hesi seks árini eg havi verið parkeringsvørður eru parkeringsvanarnir hjá fólki broyttir heilt nógv, greiðir Annika frá. Hon heldur, at ein av orsøkunum er, at parkeringsvørðarnir eru sera sjónligir í gerandisdegnum.
- Vit ganga runt í býnum, hava búnar og ein bil, sum minna fólk á, at tey skulu hugsa seg um, áðrenn tey fara frá bilinum. Og tað gera tey eisini í nógv størri mun nú, enn fyrr. Vit upplýsa tey eisini um hvørji brot, tey gera, og tí gera tey neyvan somu brot aftur eina aðru ferð.
- Tey mest vanligu brotini eru, at fólk gloyma at seta klokkuna, ella at tey lata bilin standa ov leingi, har tíðaravmarking er á.
Men summi eru, sum ikki læra av sínum feilum, tí Annika sigur, at onkuntíð hava parkeringsvørðarnir skrivað bøtur til sama bil heilt upp í tríggjar ferðir sama dag.
Til dømis eru tað fleiri, sum seta bilin í tíðaravmarkaðar básar, og so koma tey javnan út at seta klokkuna, so hvørt sum tíðin gongur út. Men hetta gongur ikki.
- Tá tað stendur tíðaravmarking á, so er tað tí, at tað ikki er loyvt at standa longri enn tað sama. Tað er tí heldur ikki loyvt at fara út at flyta klokkuna í heilum. Nú hava vit fingið eitt tól, sum vit kunnu gera ventiltjekk við, um vit koma fram á ein bil, sum blívur við at standa í sama staði. So síggja vit á ventilstøðuni, um bilurin hevur verið fluttur, ella um tað bara er klokkan, sum er flutt.
Spurd, um tað er nøkur tíð á árinum, har tey hava serliga nógv at gera, svarar Annika, at á jólum verða ofta nógvar bøtur skrivaðar.
- Tá eru so nógvir bilar í Havnini, og fólk tveita bara bilin frá sær sum best ber til. Ofta er veðrið eisini keðiligt, so fólk vilja sleppa so nær handlunum, sum gjørligt. Tá er ofta lítið skil á parkeringini.
Fær viðmerkingar
Ein vansi við, at tað bert eru tríggir parkeringsvørðar í býnum er, at tey verða kend aftur allastaðni.
- Eg fái hópatals viðmerkingar allastaðni, eg fari. Tá eg til dømis standi í bíðirøð í handlum, so viðmerkja fólk okkurt um bøtur og parkeringsskivuna, og at nú mugu tey heldur skunda sær, áðrenn tey fáa eina bót. Tá eg fari ein túr í býin, fái eg eisini altíð slíkar viðmerkingar –sjálvt frá fólki, sum eg ongantíð havi givið parkeringsgjald.
Annika viðgongur, at tað gott kann vera troyttandi við øllum hesum viðmerkingunum, serliga tá hon er farin út at hugna sær og hava tað stuttligt.
- Men hóast tað kann vera strævið til tíðir, so dámar mær so sera væl hetta arbeiðið, og fyrimunirnir eru nógv fleiri enn vansarnir. Eg kundi gott hugsað mær at verið parkeringsvørður alt lívið, sigur Annika at enda.
------------
Fakta:
* Annika Fay Joensen
* Úr Sørvági, býr í Havn
* 31 ár
* Í desember verða tað 6 ár, síðani Annika byrjaði sum parkeringsvørður
* Fyrimunir við starvinum: Tað er frítt, nógv frísk luft og motión, góðir starvsfelagar
* Vansar við starvinum: Tá veðrið er ringt, fólk sum skelda, kommentarir í býnum










