Ynskir á gáttini til 75-ára dagin hjá Ítróttasambandi Føroya

Starvsnevndin, Ítróttasamband Føroya
-----
Í apríl 2014 gerst Ítróttasam­band Føroya 75 ár. Í løt­uni viðgerð løgtingið fíggjar­ætlanina fyri 2014. Nú vit nærkast hesum stóra degi hjá ÍSF, er hóskandi at seta fram nøkur ynski.

Heilsufremjan
Ítrótturin hevur seinnu árini átikið sær ein alsamt størri heilsufremjandi leik­lut. Tað er vorðið alt greið­ari, at væl­ferðarsjúkur eru størsta hóttanin móti fólka­heils­uni. Síðani vit tóku lógva­tak saman við land­sins myndug­leikum og fyri­skip­aðu rørslu­árinum í 2009, er týdningurin, sum ítróttur og rørsla hava fyri heilsuna, veruliga settur á breddan. Vit fegnast um, at alt fleiri fólk gerast virkin innan ítróttarrøsluna - ikki bert fyri ítróttarliga virðið, men eins nógv fyri røslu- og heilsuvirðið í ítróttinum.
Hetta setir økt krøv til ítróttarrørsluna. Hvussu lofta vit teimum, ið ynskja at betra um vælveruna og heils­una við at gerast part­ur av ítróttinum? Tørv­urin á gransking og førleika­menn­ing er eyð­sýndur. Viljin og áræðið hjá ítróttinum eru óavmarkað. Men førleikin má støðugt mennast til nýggju avbjóðingarnar.
Hvør króna til ítróttin er ein íløga í fólkaheilsuna og harvið ein sparing á heilsu­økinum hjá fólki í øllum aldri.
Úrvalsarbeiðið
Í 2009 fingu vit úrvalsjátt­anina á fyrsta sinni. Játtanin hava verið til mikið gagns og hevur eitt nú verið við til at lagt fíggjarliga grundarlagið undir møguleikarnar hjá Pál Joensen at menna seg við venjingarlegum og kapp­ing­um uttanlands.
Tað er ein sannroynd, at úrvalsítróttafólk sum Pál Joensen seta Føroyar á heimskortið. Tað var tó eingin ivi um, at úrvalspeningurin, tá hann kom, var á einum støði, sum bert kundi hjálpa einum einstøkum íðkara.
Ítróttasamband Føroya vil fegið gera eina úrvalsskipan, sum kann hjálpa fleiri av okkara bestu íðkarum víð­ari á leiðini. Londini kring okkum hava øll slíkar skip­anir, og eru tær neyðug, um vit skulu fylgja við í kapp­ingini. Um hetta skal gerast veruleiki, er neyðugt, at hægri játtan verður sett av til úrvalsítrótt.

Karmarnir
Landið hevur í alt størri mun latið tað upp í hendurnar á kommununum at gera íløg­ur í ítróttarverkløg. Vit fegn­ast um tey nógvu ítróttar­verk­løgini kring landið, men sakna framvegis eitt nú tennisvallir, svimjihallir, ítróttarhallir, skjótibreytir og golfvøll. Hesi verkløg eru alneyðug fyri virksemið hjá føroyskum ítróttafeløgum, og kunnu samstundis breiðka um útboðið av rørslu­tilboðum í Føroyum.
Føroyar hava boðið sær at fyriskipa oyggjaleikunum í 2019, men enn valdar óvissa um lendisviðurskiftini í sam­­band við ætlaðu verk­ætl­anina við golfvølli á Glyvurs­nesi. Tað er okkara vón, at ein loysn fæst á hesum í ár.
Føroyski ítrótturin ynskir at fyriskipa oyggjaleikunum aftur. Ein slík verkætlan fer óivað at savna føroyskan ítrótt um eitt felags ítøkiligt mál, men krevur samstundis sera nógva umsitingarliga orku hjá Ítróttasambandi Føroya.

Rætturin at íðka
Ítróttasamband Føroya hevur fleiri ferðir víst á, at tað átti at verið ein natúrligur rættur hjá øllum føroyingum at havt atgongd til eitt skip­að rørslutilboð. Aftrat um­støðunum hjá fólki í øllum aldri at finna eitthvørt virk­semi, sum tey hava hug, hegni og likamligan førleika til, hevur tað alstóran týdning, at dagrøkt og skúlar leggja góðar rørsluvanar niður í okkara børn og ungu.
Hjá feløgunum kring land­ið hevði ein skipan við afturbering av mvg til ítróttarfeløg styrkt felags­virksemið munandi. Slíka skipan hevur man í eitt nú Norra, og er hon til stórt gagn.

Játtanin hjá ÍSF
Játtanin, sum landið letur Ítróttasamband Føroya á fíggjarlógini, varð lækkað fyri trimum árum síðani. Tá hevði hon annars verið óbroytt síðani kreppuárini fyrst í nítiárunum, tá hon somu­leiðis varð lækkað.
Hinvegin hevur virksemið innan føroyskan ítrótt ong­a­ntíð verið størri enn nú. Fleiri feløg leggjast aftrat - og fleiri teirra íðka nýggjar ítróttagreinir. Tørv­ur og eftir­spurningur eftir tænastum frá Ítróttasambandi Føroya er størri enn áður. Stórt trýst er á ítróttar- og ung­dóms­ráðgevingini, og átti hon at verið styrkt, men fortreytin er ein hægri játtan.
Komandi ár, verður Ítrótta­samband Føroya 75 ár, og ongantíð hevur verið størri tørvur á hægri játtan enn nú.