Hetta var ein sonn hittparada, sum nokk ongantíð er sædd í Føroyum fyrr. 20 ára gamla Zara Larsson telist millum allar heitastu nøvnini í heiminum í løtuni, og nú hava føroyingar havt æruna av at uppliva [...] kraftigi bassurin kom ordiliga til sín rætt og føldist í øllum kroppinum. Zara Larsson segði í byrjanini av konsertini, at hon var so glað fyri at vera í Føroyum, og at Føroyar nokk var tað besta staðið, hon nakrantíð [...] og tey vóru við uppá tað uppi á pallinum. Tá tað kemur til áskoðararnar, var tað nokk allar mest lív í fremru rekkjunum. Fremstu áskoðararnir geylaðu, hoppaðu og dansaðu til heimskendu løgini, men festl
fleiri og fleiri í Føroyum, sum misbrúka rúsevni. Hjá løgregluni í Havn halda tey, at tað er einasta forkláringin upp á, at alsamt fleiri og fleiri verða tikin fyri at bróta lógina um rúsevni. Í fjør vórðu 116 [...] skal eisini havast í huga, at teir ringastu misbrúkararnir hava lyndi til at flyta til Danmarkar, tí har eru rúsevni lættari at fáa fatur í. – Tað er ikki óvanligt, at misbrúkarar í Føroyum brádliga eru farnir [...] nakað fleiri enn í 2016, tá ið tey vóru 100 í tali. Men verður hugt eftir teimum seinastu 10 árunum, er talið á teimum, sum verða tikin fyri brot á lógina um rúsevni, meiri enn tvífaldað, tí í 2007, vóru tey
og tað fyrsta av sínum slagi í Føroyum, har fólk kunnu royna seg, og koma eitt stig víðari við teirra verkætlan. Aulan í Finsen í Havn verður 23. november karmur um íverksetan og innovatión, har ljós verður [...] trimum føroyskum vinnulívsfólkum, sum eru Rúnar Reistrup stjóri í Vodafone, Poula Michelsen stjóri í PM Holding og Ólavur Ellefsen stjóri í Tøkni at verða karmur um panelið. Øll sum hava eitt hugskot, og [...] Endamálið er at menna umstøðurnar hjá íverksetum og at seta fokus á íverksetanarmentanina í Føroyum. Tilmelding í seinasta lagið mánadagin 13. November 2017 kl. 12.00 og er alment og ókeypis. Íverksetin
sterkasti maður fýra ár upp í slag, bleiv í gjár nummar tvey í sterkmanskappingini til Burn Showdown í høllini á Hálsi. Hóast hann var upp í móti nøkrum av teimum sterkastu í heiminum, so glapp sigur honum [...] avstað við sigrinum. - Fyrstu ferð eg var í Føroyum er í 2001, tá bleiv eg álvarsliga skaddur og mátti undur skurð her. Nú er Hetta fjórðu ferð, at eg kappist í Føroyum. Tí er tað eisini deiligt endiliga at [...] honum ikki úr hondini fyrr enn í evstu løtu. Vinnari av kappingini bleiv favoritturin, Zydrunas “Big Z” Savickas. Kappingin var ikki heilt uttan órógv, tí tað vísti seg at í fleiri greinum høvdu fyriskiparnir
landsynningi. Hann øtlar vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landnyrðingi, 10 til 15 m/s. Í nátt sum frá líður yvirhøvur turt og hann lækkar í ein sunnan og makar vindin í gul til stívt andøvsgul, [...] liggur eitt lágtrýst í ein útnyrðing úr Írlandi mest sum í stað og eitt tilhoyrandi veikt brúgvalag fer fram við Føroyum. Í dag Sólglottar fyrrapartin, men annars yvirhøvur skýggjað og seinnapartin regn av [...] andøvsgul av eystri, 5 til 10 m/s, sum makar niður í lot til andøvsgul, 3 til 8 m/s. Yvirhøvur skýggjað og mjørki í støðum og kanska regn, men sum frá líður klárar í. Hitin millum 7 og 12 stig. Mikudagin Eitt
fjórðingar í staðin fyri beina kós upp á umleið 60 fjórðingar. Soleiðis hava teir siglt 2800 fjórðingar í staðin fyri 240. - Soleiðis verður føroyskt fiskiskip viðfarið av russisku myndugleikunum í Barentshavinum [...] Barentshavinum, meðan skipini hjá russum sjálvum í føroyskum sjógvi gera júst, sum tey vilja. Bjarni Petersen vísir á, at í Føroyum er als einki checkpunkt, og hann hevur tískil hug at halda, at “tjóvur trýr [...] undir við russar, tí vit tora ikki at risikera, at eingin avtala fæst í lag, tí so verður heilt galið hjá føroysku toskatrolarunum í Barentshavinum. Bjarni Petersen sigur, at tað stendur øllum, sum reka
hava eitt etiskt ráð í Føroyum. Tað ætlar Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum. Og í næstum fer hon at leggja uppskot fyri Løgtingið um at skipa eitt etiskt ráð í Føroyum. Endamálið hjá ráðnum [...] fýra ár ísenn. Landsstýrismaðurin í heilsumálum tilnevnir formannin í ráðnum, umframt ein lim, og annars skal ein limur veljast eftir tilmæli frá landsstýrismanninum í vinnumálum og ein limur skal veljast [...] almennar myndugleikar og borgarar betur førar fyri at taka støðu í etiskum spurningum. Sirið Stenberg sigur, at etiska ráðið skal eygleiða gongdina í samfelagnum og skal taka grundleggjandi etiskar spurningar
vikutal í farloyvi, sigur hon Og tað heldur hon avgjørt, at vit eisini eiga at gera í Føroyum. So tá ið ætlanin nú er at leingja barsilsfaroyvi tvær vikur, heldur hon, sum landsstýriskvinna í javnstøðumálum [...] Pápar skulu noyðast við lóg at fara í barsilsfarloyvi. Tað heldur Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í javnstøðumálum. Henrik Old, landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum, fer nú at leggja uppskot fyri [...] pápanum ein part av tí. Les eisini: Tað fer bara at elva til mótstøðu Í Føroyum eru royndirnar tær, at pápar eru trekir at fara í barsilsfarloyvi og teir taka ikki farloyvi longri enn teir noyðast eftir
Føroyar fer í ein norðan. Leygarnáttina fer eitt djúpt lágtrýst á veg í ein norðan tætt fram við Føroyum. Mánadagin fer eitt nýtt lágtrýst á veg í ein landnyrðing eisini tætt fram við Føroyum. Fríggjadagin [...] Fríggjadagin verður andøvsgul upp í ein st´ruk av suðri og landsynningi, 8 til 13 m/s, men um kvøldið snarar hann vindin í ein landsynning og øtlar í strúk í vindi upp í hvassan vind, 12 til 15 m/s. Sum frá líður [...] m/s, í støðum upp í storm, 20 til 23 m/s. Spakuliga makar hann vindin niður í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Samdrigið og ælaveður og hitin um 10 stig. Sunnudagin verður andøvsgul upp í ein strúk
Stór altjóða talvkapping verður í Føroyum í komandi viku. Kappingin verður í Løkshøll í Runavík. Telvað verða níggju umfør frá mánadegnum 21. november til 28. november. Tveir av døgunum er dultumfar. Seks [...] árini, men hann var við á íslendska landsliðnum í Baku í heyst. Flest allir av fremstu telvarum í Føroyum eru við. Umframt Helga kunnu nevnast John Rødgård, Rógvi Egilstoft Nielsen, Olaf Berg, Høgni Egilstoft [...] altjóða meistarar eru í kappingini. Tá rokna vit Helga Dam Ziska sum stórmeistara, tó at hann er ikki formliga tilnevndur enn. Tað verður hann helst ikki fyrr enn á ráðstevnu í Doha seinni í desember. Men hóast