Eitt hundalív í Barentshavinum

- Vit hava verið fýra ferðir um russisku eftirlitsstøðina - checkpunktið - seinastu tíðina, sigur skiparin á rækjutrolaranum, Arctic Viking.

Bjarni Petersen, skipari á rækjutrolaranum Arctic Viking, er ikki sørt fortørnaður um umstøðurnar í russiska partinum av Barentshavinum.

 

- Hetta er “trakkið” hjá okkum seinasta mánaðin. Vit hava verið fýra ferðir um russiska checkpunktið - eftirlitsstøðina - og so norður aftur á rækjuleiðirnar (sí viðheft kort).

 

Tað merkir, sigur skiparin, at Arctic Viking hevur siglt fýra ferðir 700 fjórðingar í staðin fyri beina kós upp á umleið 60 fjórðingar. Soleiðis hava teir siglt 2800 fjórðingar í staðin fyri 240.

 

- Soleiðis verður føroyskt fiskiskip viðfarið av russisku myndugleikunum í Barentshavinum, meðan skipini hjá russum sjálvum í føroyskum sjógvi gera júst, sum tey vilja.

 

Bjarni Petersen vísir á, at í Føroyum er als einki checkpunkt, og hann hevur tískil hug at halda, at “tjóvur trýr, at hvør maður stjelur...”, sum hann tekur til.

 

- Tað, sum er galið, er, at vit skriva glaðbeintir undir við russar, tí vit tora ikki at risikera, at eingin avtala fæst í lag, tí so verður heilt galið hjá føroysku toskatrolarunum í Barentshavinum.

 

Bjarni Petersen sigur, at tað stendur øllum, sum reka skipavinnu, greitt, at treytirnar hjá russum eru totalt órímiligar, og tað er als eingin meining við teimum.

 

- Høvdu vit sæð, at onkur meining var við hesum, kundu vit kanska skilt, at myndugleikarnir gera soleiðis.

 

Skiparin sigur, at tað eru øki í russiska partinum av Barentshavinum, sum teir ikki sleppa inn á, tó at føroysk skip hava funnið hesi øki, og nú sleppa bara russar inn á nevndu øki at fiska.

 

Arctic Viking fór úr Føroyum 14. desember, og teir byrjaðu at fiska í russiskum sjógvi.

 

- Men, her var steinoyði, og myndugleikarnir vildu ikki lova okkum at fiska har, sum rækjurnar vóru, sigur skiparin á Arctic Viking, Bjarni Petersen.