Stormur í morgin

Danska veðurstovan DMI boðar frá vindi upp í 23 m/s í morgin

Eitt lágtrýst vestan fyri Føroyar fer í ein norðan. Leygarnáttina fer eitt djúpt lágtrýst á veg í ein norðan tætt fram við Føroyum. Mánadagin fer eitt nýtt lágtrýst á veg í ein landnyrðing eisini tætt fram við Føroyum.

 

Fríggjadagin verður andøvsgul upp í ein st´ruk av suðri og landsynningi, 8 til 13 m/s, men um kvøldið snarar hann vindin í ein landsynning og øtlar í strúk í vindi upp í hvassan vind, 12 til 15 m/s. Sum frá líður yvirhøvur skýggjað og seinnapartin regn. Leygarnáttina verður strúkur í vindi upp í skrið av landsynningi, seinni suðri og útsynningi, 13 til 18 m/s. Skýggjað og regn og hitin um 10 stig.

 

Leygardagin verður strúkur í vindi ella skrið av útsynningi, 13 til 18 m/s, í støðum upp í storm, 20 til 23 m/s. Spakuliga makar hann vindin niður í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Samdrigið og ælaveður og hitin um 10 stig.

 

Sunnudagin verður andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s, sum snarar í ein sunnan og landsynning og um náttina øtlar upp í hvassan vind, 15 m/s. Um dagin samdrigið og ælaveður, um náttina skýggjað og regn. Hitin um 10 stig.

 

Mánadagin verður andøvsgul upp í ein strúk av suðri, 8 til 13 m/s, sum spakuliga makar og um náttina verður gul til stívt andøvsgul av ymsum ættum, 5 til 10 m/s. Fyri tað mesta skýggjað og stundum regn ella ælaveður. Hitin millum 9 og 12 stig.

 

Týsdagin verður andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, 3 til 8 m/s. Fyri tað mesta skýggjað og okkurt æl. Hitin um 10 stig.

 

Mikudagin verður gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi, 5 til 10 m/s. Sólglottar og okkurt æl, men um náttina regn. Hitin millum 8 og 12 stig.