Svenska heimsstjørnan, Zara Larsson, er júst farin av pallinum. Hetta var ein sonn hittparada, sum nokk ongantíð er sædd í Føroyum fyrr. 20 ára gamla Zara Larsson telist millum allar heitastu nøvnini í heiminum í løtuni, og nú hava føroyingar havt æruna av at uppliva hana á Summar Festivalinum.
Hon spældi hitt, sum hava verið at hoyrt kring allan heimin seinastu trý árini. Svenska stjørnan borðreiddi m.a. við Lush Life, Uncover, Never Forget You, Bad Boys og Symphony.
Aftrat sær hevði hon dugnaligar dansarar, sum dansaðu saman við henni til væl svingandi popputu tónarnar, og tað sást, at tey hava vant koreografiina væl og dansað ofta saman. Hetta riggaði knasandi gott aftrat gjøgnumførdu ljóssýningini. Tað visuella gjørdi heilt sikkurt nógv til heildarupplivingina av konsertini.
- Tack så mycket! segði hon við jøvnum millumbili aftaná sangirnar.
Framførslan var á høgum altjóða støði og varð sera væl úr hondum greidd. Hon sang væl, og tey vóru við uppá tað uppi á pallinum. Tá tað kemur til áskoðararnar, var tað nokk allar mest lív í fremru rekkjunum. Fremstu áskoðararnir geylaðu, hoppaðu og dansaðu til heimskendu løgini, men festligheitirnar rukku ikki nógv longur enn aftur til tornið hjá ljóðmonnunum, har áskoðararnir stóðu meira stillir. Men fremst kókaði, og tað hoyrdist eisini á rópunum.
Ljóðið var gott, og kraftigi bassurin kom ordiliga til sín rætt og føldist í øllum kroppinum.
Zara Larsson segði í byrjanini av konsertini, at hon var so glað fyri at vera í Føroyum, og at Føroyar nokk var tað besta staðið, hon nakrantíð hevur vitjað.
Hetta var høvuðsnavnið á Summar Festivalinum 2018, men náttin er ung enn. Lena Anderssen er júst farin á pallin, og á skránni aftrat í kvøld eru Sámal Ravnsfjall, Kjølar, Heiðrik, Ingi Poulsen og SF fagnaðurin.
Sí myndirnar niðanfyri, sum Jens Kristian Vang hevur tikið.










