Pápar skulu noyðast við lóg at fara í barsilsfarloyvi.
Tað heldur Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í javnstøðumálum.
Henrik Old, landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum, fer nú at leggja uppskot fyri Løgtingið um at leingja barsilsfarloyvið tvær vikur. Men foreldrini skulu sjálvu kunna gera av, hvussu tey býta tær báðar vikurnar millum sín.
Les eisini: Foreldur skulu fáa frí í tvær vikur afturat
Men tá ið Løgtingið hendan dagin viðgjørdi fíggjarlógina fyri næsta ár, gjørdi Eyðgunn Samuelse vart við, at hon heldur tað vera skeivt bara at lata tað upp í hendurnar á foreldrunum at býta so stóran part av barsilsfarloyvinum ímillum sín. Hon heldur tvørtur ímóti, at hvørja ferð, barsilsfaroyvið verður longt, eiga vit at marka pápanum ein part av tí.
Les eisini: Tað fer bara at elva til mótstøðu
Í Føroyum eru royndirnar tær, at pápar eru trekir at fara í barsilsfarloyvi og teir taka ikki farloyvi longri enn teir noyðast eftir lógini.
Og tað eru politikarar sum halda, at einasti máti at fáa eitt javnari býti ímillum foreldrini, er at noyða páparnar í farloyvi við lóg.
Eyðgunn Samuelsen vísir á, at nógva aðrastaðni hava tey eisini roynt at latið tað standa til foreldrini sjálvi at býta barsilsfarloyvið ímillum sín.
– Men tað hendir bara einki á økinum og páparnir taka ikki longri farloyvi enn teir eru noyddir til, sigur hon.
– Har framstig eru hend á økinum, er tað har myndugleikarnir hava skorið ígjøgnum og hava markað pápanum eitt ávíst vikutal í farloyvi, sigur hon
Og tað heldur hon avgjørt, at vit eisini eiga at gera í Føroyum. So tá ið ætlanin nú er at leingja barsilsfaroyvi tvær vikur, heldur hon, sum landsstýriskvinna í javnstøðumálum, at minst onnur vikan skal markast pápanum.