hátíðarhildið?« Tað sum hendi í Klaksvík var at ein stórur meiriluti av meinigheitsráðnum 6 av 8 heittu á prestarnar, um at siga biskoppinum, at vit ikki mettu tað rætt at vera, at Karsten Nissen prædikaði [...] paralag. MeinigheitsráðIð hevði jú alment takkað biskoppinum Hans J. Joensen fyri støðutakan hansara á bis-koppafundinumm, sum viðgjørdi spurningin um signan av homoseksuellum paralag, har hann sum tann [...] Eftir fyrru prestaútsøgnina fara fólk í Klaksvík við Ásbirni Lómaklett skúlastjóra og fyrrvcrandi dekni á odda at savna inn und-irskriftir mótmælandi av-gerð kirkjuráðsins og prest-anna um at siga nei takk
fóru at kvaklast við. Men gakk! – har sást onki lívgandi endurljóð á prenti eftir konsertina. Konsert í Reykjavík Eftir hesa fyrstu roynd á palli gjørdi føriska Landsorkestrið konsertferð til Íslands og hevði [...] samstarvi við hinar úrmælingarnar. * Eftir hendan inngangandi aðaltátt á konsertskránni trinu allir strúkarar symfoniorkestursins fram á pall, og mær kylir enn í holdið minnið um tann orkesturljóm, vit tá [...] teirra í Musikkskúlaskipanini. Ein glæsilig og vónrík fragd fyri eygað! Og so dagin eftir at sita uppi á kirkjusvalanum og eygleiða og lata tónleikabrúsið spæla seg inn í sál og sansir, tað gjørdist ein av
serstakliga, við tey mál, sum leika á beint nú, og sum eru av politiskum, ríkisrættarligum, búskaparligum og sosialum slag. Tjóðir í Atlantshavi Fara vit aftur til miðjuna á 13. øld, og hyggja vit at londum [...] sambært semjuna í Perth í 1266, koma undir skotskt yvirvald. Á oynni Man mátti tað norrøna málið dvína fyri gæliskum, seinni skotskum, í 14. øld. Á Suðuroyggjum doyði norrønt út í 16. øld. Í Grønlandi kólnar [...] tess mál, varðveitt á o.u. 15 rúnainnskriftum, farið í søguna. Í Noregi, sum eftir friðin í Kiel í 1814 fer saman í persónssamveldi við Svøríki, birtist, við støði í tjóðfundinum á Eidsvoll sama ár, ein
brúkt væl aftan á kríggið. Klæmint hjá Nielsi dugdi væl at dansa eingilskdans Sum nevnt omanfyri, so var eitt av málunum á skránni stovningardagin: dansurin. Veturin 1925-26 bleiv heitt á eldri fólk um at [...] ið var ivrigur sambandsmaður, at kasta ljós á Andras. Sum eitt kuriosum kann leggjast afturat, at núverandi løgtingsmaður fyri Tjóðveldisflokkin á tingi, Páll á Reynatúgvu, traðkaði sínar barnaskógvar í [...] ungir menn inni á vatni, Petur Johannesen og Gormund Jacobsen. Heima á Sandi var dapurt at vera. Jógvan Poulsen, ið var formaður, tá ið húsið bleiv bygt, minnist væl dagin óhappið hendi inni á vatni. Fundur
standa stáplaðir oman á hvørjum øðrum, har ísur er lagdur oman á fiskin. Oman á fiskinum í kassanum liggur rognaposin. - Vit fáa einar 13-14 krónur fyri kilo av rognum. Tey fara út á gólvuppboðssøluna saman [...] eingin, sigur útróðrarmaðurin. Tað er rættiligur hugni á bryggjuni á Eiði eitt slíkt góðveðurskvøld um várið. Teir eldru og uppilagstu leita sær oman á bryggjukantin at forvitnast. - Vakur fiskur, halda teir [...] einir 40-60 bátar stundisliga á morgni út úr Eiðisflógva. Summir fara beint norðureftir; aðrir eru eystari ella vestari á. Summir royna innari; aðrir stevna til havs og fara út á einar 18-20 fjórðingar at
higartil vunnið allar róðrarnar tvey ár á rað. Róðurin á Tvøroyri vísti, at um nøkur hóttan skal vera, so skal hon koma úr Vestmanna. Jan Johannesen er bátsformaður umborð á Vestmenninginum. Hann hevur verið [...] flokki fyri seg sjálvan. Bátsformaðurin á Vestmenningi heldur, at støðið hjá Eysturoyinginum hesi bæði árini minnir á tað, sum Skálabáturin og Vestmenningurin vóru á í 1994 og í 1995: ? Tað sigur ikki altíð [...] tað spell. Ymiskar fyritreytir Sambært bátsformannin á Vestmenninginum er tað stórur munur á, hvussu tað kennist at rógva: ? Tá eg minnist aftur á sigrarnar, sum vit hava vunnið, so var tað viðhvørt soleiðis
einum rúti og geva bót upp á fimmogtjúgu oyru og vísa øllum hvussu havsbrúgvin sær út. II At koma á eitt bókasavn og síggja bøkurnar standa á vognum á hjólum minnir um vognarnar á sjúkrahúsinum, sum stillisliga [...] reyðum, grønum og bláum bindum við gullbókstavum og numrum á rygginum. At vera eitt gylt tal á einum ryggi at vera sett á rað, at vera ein bók á einum bókasavni og at hava funnið sína røttu hill. At vera [...] At koma á bókasavnið og fáa at vita, at Espen Snarre bygdi kirkjuna í Kalundborg, at Kingo var hjálparprestur á Sæbygård og at Antvorskov er størsta Johanittar- kleystrið í Norðurlondum. At koma á eitt bókasavn
heimaftur í 1983. Hon var sett sum leiðari á Goymsluni. Upprunaliga er hon útbúgvin sjúkrasystir, og hevði arbeitt á skurðdeildini á sjúkrahúsinum í Randers í 20 ár. Tá maður hennara doyði, valdi hon at flyta heimaftur [...] skuldi kenna seg væl. Seinnapartin var móttøkan á Landssjúkrahúsinum í hesum sambandi,men fyrrapartin var bert fyri starvsfólkunum á Goymsluni. Goymslan á Landssjúkrahúsinum er deildin, sum keypir inn alla [...] starvinum sum sjúkrasystir á skurðdeild, til eitt slíkt umsitingarligt arbeiði sumhetta? - Tað var stórbroyting, men hinvegin, um eg ikki kendi viðurskiftini á skuðdeildum og á sjúkrahúsum sumheild, so hevði
hann sær ræðuligur út. Trupulleikin er, at skjótt skulu eg og maðurin halda stórt silvurbrúdleyp við á leið 200 gestum. Men fyri at siga tað bart út, so skammist eg so við at vísa nýggja svigarsonin fram [...] við sjeikinum. Tú kennir títt barn best og hevur ábyrgdina av henni, til hon er 18 ár. Tá tú kennir á tær, at hon er alt ov ung, so er tað júst har títt mark gongur – og tað skalt tú halda fast við. Tað [...] ongantíð hjá teimum. Hetta halda tey sjálvandi vera løgið, tí børnini sova ofta hjá mammu mínari. Maður mín heldur meg vera ein snobb, og vit skeldast ofta um hetta. Hvussu heldur tú, at eg skal takla hendan
Eidesgaard Um ein er gamal drongur, so er ikki neyðugt at fella heilt í fátt. Upplivir tú ikki kærleikan á ungum árum, so eru stórir møguleikar fyri at kenna ástarhitan, tá lívsheystið nærkast, ella tá tú fyllir [...] at finna í øllum landinum. Syrgilig tøl Í Norðoyggjum uttanfyri Klaksvíkin er tað einsligt at vera maður í bestu árum millum 40 og 59. Onga aðrastaðni eru so nógvir ógiftir. Í hesum bólkinum eru 133 fólk [...] u varð drukkið umroknað til reint alkohol 6.7 litrar av reinum alkoholi pr. fólk yvir 15 ár. Aftan á at vit høvdu fingið rúsdrekkasøluna í 1992 lækkaði rúsdrekkanýtslan pr. fólk í fleiri ár og ikki fyrr