Ólavur í Mittúni
Um nú drúgv tíð er liðin síðan tað hendi, verið eg ofta spurdur um hvat tað var, sum veruliga hendi í Klaksvík í samband við at biskoppurin Hans J. Joensen hevði boðið norðurlendsku biskoppunum higar at vitja í samband við 1000 ára haldið. Og líka ofta verður spurt: »Hvat er tað, sum verður hátíðarhildið?«
Tað sum hendi í Klaksvík var at ein stórur meiriluti av meinigheitsráðnum 6 av 8 heittu á prestarnar, um at siga biskoppinum, at vit ikki mettu tað rætt at vera, at Karsten Nissen prædikaði í Klaksvík, tí hann hevði tikið støðu saman við hinum donskum bispunum í spurninginum um signan av homuseksuellum paralag. MeinigheitsráðIð hevði jú alment takkað biskoppinum Hans J. Joensen fyri støðutakan hansara á bis-koppafundinumm, sum viðgjørdi spurningin um signan av homoseksuellum paralag, har hann sum tann einasti ikki vildi vera við.
Í fyrstu atløgu segðI biskoppurin Hans J. Joensen tað at vera í lagi, tí sum hann sjálvur málbar seg: »Hetta var bert eitt tilboð. Sakin átti nú at verið avgjørd.«
Men so var ikki. 15 prestar skriva nú eina umbering fyri okkara prestar til donsku bisparnar. Tílík niðurgerðan av medmenniskjanum átti at verið einum og hvørjum menniskja, tíðansheldur presti, fjart í huga. Nú er laga manni hjá pressuni, og bæðI útvarp, sjónvarp og bløðini fingu teirra søgur. Tí meirilutin ræður o.s.fr. Eisini hin myrka dagin tá Ið kirkjunnar harri doyðI einsamallur fyri hinar mongu.
Hendan prestaútmeldanin gjørdist seinri til eina nýggja prestaútmelding. Nú eru tað 10 eftir sum royna at siga fólkinum: »Vit meina ikki tað, sum vit meina«. Ivaleyst hevur onkur tala at presti teirra. Tó er eingin almenn um-bering komin til prestar okkara.
Eftir fyrru prestaútsøgnina fara fólk í Klaksvík við Ásbirni Lómaklett skúlastjóra og fyrrvcrandi dekni á odda at savna inn und-irskriftir mótmælandi av-gerð kirkjuráðsins og prest-anna um at siga nei takk til at bispurin Karsten Nissen prædikaði í Klaksvík. Ásbjørn átti um ikki sum skúlastjóri so sum fyrrverandi deknur at vita hvat bíblian (kirkjan) segðI um samlív millum mann og konu. Var hetta honum ein ivaspurningur og hann eitt mannfólk, átti hann sjálvandi at tosa við prestarnar og fingið eina avkláring hesum viðvíkjandi.
Men so var ikki, heldur var tikið til øsingar háttin, hendan ið hevur ikki bert einaferð, heldur ótaldar ferðir í søgu mannaættarinnar havt so nógva fólkaforføring við sær. At eydnan var við Ásbirni og bis-koppinum í so máta fekk eg vátta fyri nú um dagarnar av ungum manni sum segðI seg at hava skrivað undir Ásbirnarskrivi, og grundgav hann við hesum: »At Niels Pauli skuldi ikki nokta hesum danska bispi at tosa í Klaksvík. Tá Ið eg so segðI honum hví við I meinigheitsráðnum høvdu handla so sum vit gjørdu, og at tað vóru vit, Ið høvdu heitt á prestar okkara um at siga bispi, at vit ikki mettu tað rætt at vera, at Karsten Nissen tosaðI í kirkju okkara 2 hvítusunnudag, tí hesin saman við hinum donsku bispunum hevðI sagt gott fyri uppskotinum um at kirkjan átti at signa homuseksuelt paralag. Tá tók hesin ungi maður heldur grovan til orðanna, og gav til kennar at hann so dyggiliga var tikin við nøsini.
Ásbjørn Lómaklett fekk sín vilja og vilja bispsins saman við teimum 15?10 prestunum førdan út í lívið, Karsten Nissen tosaði.
Eitt av fólkinum lógligt valt meinigheitsráð, var avsett. Tveir prestar lógligt kallaðir og innsettir til trúskap mótvegis Guðs orði. Hetta, so løgi tað í dag ljóðar, leggur bispur teimum eina við í innsetanarorðunum, eisini avsettir. Or-ganistur, hjálparorganistur, klokkari og hjálparklokkari hesir við drúgvari og trúgvari tænastu valdu eisini hendan sorgardag at siga nei til urgu og klokku, hetta eiga teir stóra tøkk uppiborna fyri, her kom sannur trúskapur og trúfesti til sjóndar.
Eisini eigur kirkjunar forlongdi armur Emmaus, KFUM&K, og Soli Deo Goloria takk fyri støðutakan teirra.
Annars kundi eg hugsa mær at Asbjørn Lómaklett ikki vildi verið fegin um nú klaksvíkingar fóru at nýta hansara fyrimynd ? Gadens Parlament? til tess at fáa teirra vilja framdan í skúlunum.
Vit søgdu nei, fyri at markera at vit ikki mettu tað rætt at vera, tað sum nú ein av teimum donsku bispunum hann sum skuldi tosa í Vesturkirkjuni men sum vegna frásøgn prestsins endaði í Vági?Jan Lindhart ? alment hevur lagt navn til.
Vit lesa í danska blaðnum »Ude og Hjemme« nr. 41.11. oktober 2000, undir yvirskriftini »Lesbisk lykke í præstegården«, um danskt par, sum Jan Lindhart hevur vælsignað.
Er tað hendan kirkjan Asbjørn Lómaklett skúlastjóri, Hans J. Joensen bispur saman við teimum 15-10 prestunum vilja gera til tjóðarkirkju okkara, er bert at siga sannleikan fyri fólkinum, og siga fólkinum at hetta er í trá við bíbliunnar sonnu læru um samlív millum kynini og at vit tí hava skyldu til at taka ímóti teimum, Ið føra hesa læru.
Eg eri sannførdur um at hesi kirkju er sannleikin útihýstur.