at leiga tað út til onkran privatan vinnurekandi. Tað er ikki ein ætlan, sum verður umhugsaður. ? Tað, sum liggur í kortunum nú, er at ein hovmeistari skal setast av hava ábyrgdina av matstovu- og kio [...] tvørgangandi funktiónir á Strandferðsluni, sum ein slík fyritøka má hava, um hon so hevur eitt skip, ella um hon hevur 10 skip. Hann sipar m.a til rakstrardeildina, sum umsitur manningarviðurskifti, útreiðslustýring [...] greiður skilnaður verðið gjørdur ímillum hana og politiska myndugleikan. ? Tað, sum lonnur lond hava gjørt, er síðani at gera ein samferðslusáttmála í millum flutningsfelagið og politiska myndugleikan. ? Í
Mamma mín sigur, at her liggur ein sektarábyrgd, men eg vil ikki í kríggj, tí hetta er hin vísi deyði. Eg eri ikki áhugaður í politikki. Eg eri ein vanligur sivilur maður, sum ikki hevur áhuga í hesum [...] kjak eisini tikið seg upp um, hvørt londini skulu taka ímóti russiskum monnum, sum ikki vilja í kríggj. Í Týsklandi sigur ein stjórnartalsmaður við Reuters, at russiskir menn eiga at kunna koma til eitt [...] útseldir, men í Kreml halda tey, at fráboðaninar um russiskar menn, sum vilja flýggja úr Russlandi, eru yvirdrivnar. Stutt eftir røðuna, sum russiski forsetin helt í vikuni, har hann boðaði frá, at 300.000
liði, sum liggur í niðara enda á stigatalvuni, tí tá skal ein berjast meir fyri at fáa stigini eisini ímóti hinum botnliðunum. Dysturin á Kambsdali leygardagin var tað, sum av sonnum kann kallast ein botnuppgerð [...] Nielsen, sum man vera ein av teimum, sum slær allar harðast tá viljin er til staðar, hevur ikki víst tað, hann kann, seinastu dystirnar hjá SÍ. Ov óstabilt og ikki nóg neyvt móttøkuspæl, sum endar í e [...] gingið stak illa í hond hjá SÍ í seinastuni. Teir hava tapt stórt bæði úti og heima og serliga ein dystur, sum tann móti Mjølni í Sørvági seinasta vikuskiftið kann gera spælararnar á SÍ-liðnum í ringum hýri
Konsert Farna sunnudag var ein av teimum mongu jólakonsertunum, sum verða hildnar kring landið, í ítróttarhøllini á Kambsdali. ÍF, sum skipaði fyri konsertini, hevði fingið MC Restorff, SALT og Petsi Tvørfoss [...] spæla til konsertina, og hetta vísti seg at verða ein sera góð blanding av føroyskum sangarum. Signar á Brúnni, sum er fyrrverandi landsstýrismaður, men sum nú er farin upp í kommunualpolitikk í Fuglafirði [...] geva ein so góða live-framførslu er enn betri. Tey sungu sangir av nýggju útgávuni og høvdu eisini onkran jólasang við. Og spurningurin er, um ikki salt er eitt ov beskeðið navn til ein sangbólk, sum hevur
Nakað burturi frá býnum Hvide Sande, sum liggur tætt við Ringkøbing í Danmark, býr Joan Jacobsen saman við manni sínum. Og teirra seks stóra kettum, sum eru av slagnum norsk skovkat. Seinastu 10 árini [...] ættarlið av kettum eru á, sigur Joan Jacobsen, sum er fødd og uppvaksin í Klaksvík. Síðani síðst í 90unum hava hon og maðurin búð í Hvide Sande, sum liggur á Jyllandi. Og tað var eisini her, at kettuævintýrið [...] fólkini, sum seldu, fekk hon ein hvøkk. - Kettlingarnir kostaðu 4000 krónur stykkið, og tað helt eg vera rættiliga dýrt. Men har var einki at gera, eg var so forlipt í kettlinginum, at pengarnir, sum eg hevði
rækjur breiddar út á ein platt, sum klæddur er við onkrum grønum, sum líkist granngreinum. Vanlig ælabogasíl og okkurt fiskaslag, sum ikki er kent á okkara leiðum. Jú sanniliga duga tey, sum her standa fyri [...] at fáa. Her var lækni til tann, sum trongdi til tað, og her bar til at fáa kríatúrini ambætað, meðan ein sjálvur var í býnum ar fáa ta ambætan, sum ynskilig var eftir ein drúgvan túr, eystan úr londum [...] hansara er ikki av slíkum slagi, sum Heilsufrøðiliga Starvsstovan heima í Føroyum hevði góðkent. Ein gamal køksstólur við eini brúktari avís sum undirlag umframt ein rímiliga stóran kvív til so lítlan
selja til byggilendi. Hinvegin liggur tann ódyrkaða jørðin uttangarðs so illa fyri, at har fæst ikki byggilendi burturúr. Eitt lendi, sum tað ber til at fáa fatur á, er við ein bóndagarð. - Tað merkir, at [...] jørðin takast til byggilendi, skal allur bóndagarðurin flytast, so tað er ein ógvuliga dýr loysn, sum vit ikki kunnu smyrja upp á tey, sum skulu hava grundstykki. - Høvdu vit fingið fatur á lendi, høvdu vit [...] r, sum ætla at fáa sær tak yvir høvdið, eru súrir inn á Tórshavnar Býráð. Rættiliga súrir! Hóast teir nú hava bíðað í fleiri ár eftir at fáa grundastykki í Kollafirði, halda teir ikki, at nakað sum helst
verður kendi ís-lendski útvarpsmaðurin Magn-ús Einarsson, sum verð-ur vertur í eini bein-leiðis sending við tónleiki og práti við lurtararnar. ? Eins og føroyska Rás 2 gjørdi nógv burturúr norska tjóðardegnum [...] R. Einarsson. Hetta er ein undir-halds-send-ing við práti og tón-leiki, og leygardagin ber send-ingin sjálvandi dám av, at tjóðardagur er í Íslandi, og prátað verður við fólk, sum ikki bert eru ís-lend-ing-um [...] Royndirnar fara at koma Samanumtikið má sigast, at hóast HB í løtuni liggur á odda í fremstu deildini, so hevur liðið enn ikki tær dygdir, sum skulu til, um liðið skal standa seg nøktandi á altjóða pallinum
hann er ein góður málverji, tað havi eg sjálvur sæð, men tað má verða ein fyrimunur at hava ein landsliðsmálverja, sum er vanur við at spæla fyri fleiri túsund áskoðarum hvørt vikuskiftið, sum altíð er [...] er undir trýsti, og sum fær so miðvísa venjing, sum Jákup fær. Ongantíð frætt frá Allan Simosen Svend Knudsen er vónbrotin av, at føroyski landsliðsvenjarin ikki vil geva Jákupi kjansin á landsliðnum, og [...] klassabjargingar, sum hava tryggjað okkum týdningarmikil stig. ? Ferð eftir ferð hevur Jákup verið fullkomiliga seldur av verjuni hjá sær. Og tað er har trupulleikin hjá okkum liggur í løtuni. Verjuspælið
týsmorgunin kom eldur í eitt kamar umborð á ísfiskatrolaranum, Stelki, sum P/F Beta í Saltangará eigur. Systurskipini, Stelkur og Bakur, sum partrola, vóru júst komnir aftur av túri, full undir lúkurnar av fiski [...] Hann sigur, at tað var harmiligt at síggja, hvussu tað, sum í byrjanini ikki sá út til at hava so nógv upp á seg, seinni vísti seg at gerast ein so stórur skaði. - Ja, hetta var herviligt, nú tað hevur [...] at síggja til mest sum bara var í tí eina kamarinum, men hiti, roykur og sót hava oyðilagt tað mesta av apeteringini og helst eisini tólini á brúnni. - Øll kømrini í stýriborði, sum eru seks í tali, mugu