Neyðugt er at taka eitt time out á byggaríðnum á Glasir, nú álvarsamt og alment stríð hevur tikið seg upp millum byggiharra og byggitakara. Neyðugt er at fáa eitt óheft eftirlit framt av uttanhýsis ráðgevarum, soleiðis at til ber fáa eina fatan av, hvar verkætlanin liggur í løtuni, hvussu dygdin er av framdu byggingini á Glasi, hvussu tíðarætlanin er, hvør kostnaðarætlanin er, og um bygningurin lýkir tey krøv, sum ein tílíkur bygningur skal lúka. Í løtuni er støðan ruðuleikakend og merkt av óvissum, tí er neyðugt at fáa ein óheftan triðja part inn, sum ikki hevur verið partur av verkætlanini, og sum kann geva eina fatan av, hvat vendir upp og niður.
Fyri politiska myndugleikan og Føroya fólk er neyðugt, at vit fáa eina óhefta lýsing av standinum á Glasir, og um nakað er, sum eigir at broytast fyri at fáa ein fyrsta floks bygning. Neyðugt er at fáa eina støðulýsing, og um so er, at eru trupulleikar við byggarínum, so kunnu teir rættast beinanvegin og nú áðrenn bygningurin er liðugur.
Hvønn eyka kostnað kunnu vit vænta av Glasi? Skal nýtt tilfar keypast? Skal nakað gerast umaftur? Er Glasir eitt nóg trygt arbeiðspláss? Er glasið og tilfarið á Glasir úr nóg góðum tilfari? Eru bygningsverkið í lagi í mun til bygningin, og í mun til føroyska veðurlagið?
Sum tingfólk kunnu vit ikki loyva okkum at standa við ivamálum um, hvussu nógv vit mugu játtað til ein bygning í framtíðini, sum møguliga ikki riggar kortini.
Er tað nakað vit áttu at lært, so er tað, at umvælingar eru mangan sera dýrar og tíðarkrevjandi at fremja, tá ið ein bygningur er liðugur og tikin í brúk. Hetta er skúladepilin í Hovi eitt gott dømi um.
Undanfarna samgonga gjørdi sparingar á Glasi – sparingar, sum møguliga nú eru orsøkin til nakrar stórar eykarokningar. Sum myndugleiki mugu vit tora at lýsa verandi stand, og møguliga brúka eitt sindur av peningi, soleiðis at rættast kann uppá tey mistøk – ikki minst politisku mistøk - ið gjørd eru.
Grøn orkuloysn, men svartur bygningur
Fyri trimum vikum síðani var tað spurningur um eina grøna orkuskipan, sum setti dagsskránna, og hvørt tað skuldi verða fjarhiti ella jarðhiti. Hinvegin, setti ongin alment spurningin um, hví bygningurin ikki er gjørdur grønur frá byrjan?
Hví er orkuglas ikki í bygninginum? Hvat kostar tað eyka í rakstri um árið, at byggingin ikki er grøn? Hvat hevði tað kostað, at gjørt bygningin grønari, og loysir tað seg at gera nú, ella er betri at halda fast um verandi bygningsloysn, sum ikki er ein grøn loysn.
Spurningurin er eisini, um tað ikki ein skylda, at tað almenna byggir grønt og harvið minkar orkutørvin, heldur enn at brúka nógva orku og pening uppá at tosa um, hvør grøn orkuloysn, ið er rætt at hava?
Rættið møguligar feilir
Hetta skal ikki skiljast sum, at álit ikki er á Landsverk, men hinvegin kunnu vit staðfesta, at byggingin á Glasi er enda í eini sera keðiligari tvístøðu millum byggiharra og byggitakara, og tí er ilt hjá leikfólki á at skyna, hvør hevur rætt og ikki.
Politiski myndugleikin skyldar teimum nógvu næmingum, lærarum og starvsfólki annars, sum skulu vera á Glasum, at taka eitt time-out, fáa eitt óheft eftirlit inn at sýna standin og hvat skal til fyri at fáa bygningin lidnan í góðum standi, hvat kostar tað og nær kann tað vera liðugt?
Byggingin á Glasi eigir hetta at vísa okkum, at sparingar og at taka av bíligastu loysnini ofta enda við at vera sera kostnaðarmiklar.
Vit skylda Føroya fólki, sum rindar fyri bygningin, at vit gera skynsamar loysnir, sum eru dygdargóðar. Tað er ikki givið, at tað er at taka av bíligastu tilboðum, og at spara eftir reyv. Hetta mugu vit eisini hava í huga, tá ið ein nýggjur sjúkrahúsbygningur skal gerast.