Ein katastrofa

Her fortelur Lisbeth Petersen fyri fyrstu ferð, hvussu hon meldaði seg úr seg úr Sambandsflokkinum


- Eg bleiv so ørg, at hugsaði, at nú kundi tað vera nokk!

Tað sigur fyrrverandi topp politikarin hjá Sambandsflokkinum á fundi í sambandsfelagnum í Eysturoy nú eitt kvøldið.

Har var ætlanin at svara spurninginum um flokkurin hevur mist tann sosiala profilin.

Og nettupp tann sosiali profilurin hjá flokkinum kom rættiliga í miðdepilin, tá ið Lisbeth Petersen fyri einum sløkum ári síðani tók tað heilt óvæntaða stigið at meldað seg úr Sambandsflokkinum, tí hon vildi ikki góðtaka sosialpolitikkin hjá samgonguni.

 

Hon helt, at Fólkaflokkurin hevði tikið ræðið á politikkinum, eisini sosialpolitikkinum og at tað, sum fór fram, var so langt frá sambandspolitikki, at hon vildi ikki leggja navn til tað longur.

 

Hetta vakti miklan ans, tí Lisbeth Petersen er avgjørt ikki hvør sum helst í Sambandsflokkinum. Hon er fyrrverandi løgtingskvinna og fólkatingskvinna, fyrrverandi borgarstjóri í Havn, og enntá fyrrverandi forkvinna í Sambandsflokkinum.

 

Hon segði, at í eina tíð hevði hon irriterast inn á sosiala politikkin hjá Sambandslfokkinum og at enda var hon so ill inn á flokkin, at bikarið fleyt yvir og hon gjørdi bart og meldaði seg úr.

 

Og nú fortelur hon fyri fyrstu ferð, akkurát hvat tað var sum hendi, tá ið hon meldaði seg úr flokkinum.

Hon sigur, at hon skrivaði formanninum í lokalfelagnum hjá Sambandsflokkinum í Suðurstreymoy eitt teldubræv, har hon boðaði frá, at hon noyddist at melda seg úr flokkinum.

- Fyri tað fyrsta hendir einki í felagnum, skrivaði hon í teldubrævinum.

 

Í hesum sambandi vísti hon á, at í valfelagnum í Suðurstreymoy vóru ongantíð fundir, har tað ber til at seta spurningar segði hon.

- Og tað, sum gongur fyri seg í landsstýrinum nú, er ein katastrofa fyri Sambandsflokkin, sum er ikki kann taka undir við.

 

Í brævinum staðfestir hon samstundis, at hon fer altíð at vera sambandsfólk, men at hon kann ikki taka undir við tí, sum fer fram í samgonguni.

- Hvønn, ella hvat eg velji hereftir, fer tíðin at vísa. Tað ber eisini til at velja blankt, staðfesti Lisbeth Petersen í útmeldingini.

Hon staðfestir, at tað kravdi rættiliga nógv av henni at melda seg úr flokkinum.

Men hon segði samstundis, at tað, sum eisini ørkymlaði hana rættiliga, var, at hon fekk onki aftursvar yvirhøvur upp á brævið hon skrivaði, tá ið hon meldaði seg úr flokkinum,

- Eg hoyrdi hvørki orð ella eið aftur frá felagnum – og eg havi ikki hoyrt nakað frá felagnum enn, sigur Lisbeth Petersen.

Hon heldur, at hetta er ov galið, tí baklandið hevur so ómetaliga stóran týdning fyri ein flokk.

 

Men, at politiska baklandið kanska er við at fjarða burtur, var fundurin í síðstu viku um tann sosiala profilin kanska akkurát besta dømi um, tí har vóru bara eini 10 fólk og lurtaðu.

Helgi Abrahamsen var einasti landspolitikari og Asbjørn Djurhuus, limir í kommunustýrinum í Sunda kommunu, var einasti kommunupolitikari á fundinum.

Og tá vóru eisini fundafólk sum fýltust á, at ikki so frægt sum politikarar, ella nevndin í felagnum, møttu upp.

 

Yvirhøvur fýltist, bæði Lisbeth Petersen, og onnur, á, at baklandið hjá flokkinum liggur mestsum í dvala og at har hendir alt ov lítið.

- Sosialpolitikkur er so týðandi partur av politikkinum hjá Sambandsflokkinum, men ein sum Rósa Samuelsen, hevði fingið alt ov lítlan stuðul í flokkinum, tí menninir í flokkinum vildu heldur tosa um annað enn tey bleytu virðini, segði Lisbeth Petersen.

Eitt hon nevndi, var undirsjóvartunlarnar, ætlanin er at gera hesi næstu árini.

- Eg eri ímóti at samgongan ger tunlar, samstundis sum at ráðini ikki eru til at hækka pensjónirnar, segði Lisbeth Petersen.