boð hevði upp á loysn, og eftir at hava sitið og togast í nógvar tímar, fór Yrkislærarafelagið »út um mark«, sum Snorri Fjalsbak málbar seg. Semjan lóðaði upp á, at lærararnir skuldu fáa pengar fyri hvøn [...] Nevndin í felagnum og landsstýrið sótu alla mánanáttina á fundi, og mánamorgunin varð komið til eina semju. Nevndin í Yrikislærarafelagnum treytaði sær tó, at semjan skuldi góðkennast av limunum. Við útvarpið [...] hvønn dag, sum nú gongur, sær tað nú enn svartari út fyri næmingarnar, sum ikki kunnu verða vísir at fáa prógvið til tíðina seinast í juni mánaði. Lærararnir siga seg vera í lógligum verkfalli. Eilif Samuelsen
fingið mat á borðið og klæði á kroppin og tak yvir høvdið. Er tað luxus? Sjálv eiga vit ein 14 ára gamlan bil, og fleiri koyra í uppaftur eldri bilum. Eg kenni heilt fá, ja tey kunnu teljast á einari hond [...] reint land. Bæði á sjógvi og landi. Vit eiga og skulu klára okkum sjálv. Tá vit hava slitið, ivist eg ikki í, at vit verða nógv betri við land okkara. Fáa hugflog til nýggjar vinnur á landi. Nógv jørð
serstaka dám á umhvørvið við Vestaru Vág. Vit kunnu fara frá Gamla Hospitali, um Müllers Pakkhús, Stabbarnar við Müllers Pakkhús, Skeiva Pakkhús, Høgu kei, Lágu kei, fabrikkin hjá Østrøm (nú á Skálatrøð) [...] Vágsbotn, út í Bakka og út á Nesið ? Tinganesið har serstaki hugnin fram við Vestaru Vág endar ella byrjar, og har útsýnið móti gamla hsopitali, ið eisini er byrjanin ella endin á økinum, er ein sera hugnalig [...] kensluleys, og ikki hava virðing fyri tí, ið farið er? Ber tað til, at nakar havnarmaður/kona kann fáa seg til at forkoma ella taka burtur av søguligu bygningunum, ið vit eiga her í Havn, bert fyri at brúka
inniluftina í skúlanum á Kambsdali. Hetta málið endaði við, at maðurin varð meldaður. Annað samband hansara var so málið um at hava 28 næmingar í flokkinum á Kambsdali. Tað er upp á tíðina, at skúlamynd [...] skúlarnar at heilsa upp á fólkið har, at greiða frá sínum hugsanum um skúlaskap. Tað hevði sømt seg betur enn óbindandi sjónvarpsprát. Ovmikið er at tala um; t.d. hevur tað skund at fáa í lag skipan um at [...] fingu vit føroyska landsskúlafyrisiting (LSF). Vit vóru mong, sum tá væntaðu, at vit í LSF fóru at fáa ein dyggan stuðul í arbeiði okkara, men so skuldi ikki vera. Óteljandi eru tey mál, sum hesi árini
ikki at blanda alt saman. Men skilir tú ikki, at reiðarar illneitast inn á norðmenn, um teir halda seg fáa verri sømdir, enn onnur fáa? Hatta er trupult at siga nakað um. Tí eg veit ikki, hvussu samráði [...] formanninum í reiðarafelagnum, Jákupi Sólstein, og stjóranum á Kósini, Jóhan Páll Joensen, um, at vit eiga at brúka tey vápn, vit hava, fyri at fáa onnur at geva okkum betri fiskivinnurættindi. Fyrst og fremst [...] trýsta onnur at geva okkum betri sømdir á fiskivinnuøkinum. Tað er altíð keðiligt at verða hóttur. Og tað er so skjótt at slíkar hóttanir kunnu enda afturi á okkum sjálvum. Pauli Einarsson sigur, at
so skjótt, at tað er alneyðugt at fáa arbeiðið meiri skipast. Higartil kostar tað 1.000 krónur um árið at verða limur, men tað er greitt, at tað verður væl dýrari. Á aðalfundinum í gjár bleiv nevndin afturvald [...] Pauli Einarsson sigur, at nevndin helt tað hevði størri týdning at arbeiða fyri, at limirnir sluppu á ráðstevnur og fingu vitan, heldur enn at skipa fyri einum aðalfundi, Og orka var altso ikki til bæði [...] kanska at missa áhugan og at brúka pengarnar aðrastaðni. Feløgini hava ávísar upphæddir til granskingar á áhugaverdum økjum. Og verður tað bara til prát í Føroyum, fara tey helst aðrar vegir, sigur Pauli Einarsson
oman í Løgtingi fyri á tann hátt at vísa, at nú er tíð upp á, at okkurt hendir. Meðan tað spakuliga gránaði eystan Oyggjarmúla, komu tvær ungar gentur oman eftir Hvítanesvegnum á veg oman í studentaskúlan [...] Løgtinginum. Og í auluni á skúlanum sótu aðrir næmingar, sum vóru í ferð við at fyrireika tað, sum henda skuldi. Heldur múlatrútnir og vónbrotnir um, at heldur ikki mánadagin eydnaðist at fáa nakað úrslit burtur [...] hóast hon hongur langt úti hjá Palleba. Miðflokkurin hevur boðað frá lógaruppskoti, sum skal fáa skil á hesum hurlivasanum. Men tað halda fleiri tingmenn einki hugskot vera kortini. Av teirri einfaldu
hálvan tíma av dystinum. ? Eg dekkaði á vonginum og á bakkinum og spældi eisini á bakkplássinum í álopinum, sigur Heini. Hetta eru eisini plássini, hann helst vil spæla á, so leingi tað er í høgru síðu. S [...] tá tú gongur á ítróttarskúla og við síðuna av eisini venur við einum hondbóltsliði. Heini hevur valt hondbólt og frælsan ítrótt sum sergreinir á skúlanum. Fyrrapartar stendur hondbóltur á skránni og s [...] at royna seg í donskum hondbólti. Heini, sum fyrr hevur spælt við KÍF og Kyndli, er farin til Århus á ítróttarskúla og er samstundis farin at venja við Århus KFUM, sum í løtuni er besta hondbóltslið í býnum
Liðið er ikki nóg væl samanspælt og hevur tí trupulleikar at fáa spælið at flóta. Tó so, tær vunnu á TB í innleiðandi umfarinum, og eisini á ÍF, sum tær annars taptu 3-0 fyri í landskappingini fyri stuttum [...] ongantíð glið á tað kontanta álopsspælið, og settið endaði við sigri til ÍFb. Fram-leikararnir tóku seg saman í øðrum setti og fingu eftir tógvið stríð hálað annað sett heim. Í triðja setti gekk javnt á. Liðini [...] Fleyr, men hevði trupulleikar í restini av dystunum. Hjá ÍF kom ongantíð gongd á. Tær hava annars fleiri góðar spælarar á liðnum, og tað er onki at ivast í, at tá tær taka seg saman, so kunnu tær hótta
og tær settu ferð á. Tær hava nakrar stórar leikarar á miðjuni, og tað var ongin sum kundi standa teimum kurl. Mjølnir fekk fyrst javnað við støðuna 8-8, og settu so avgerandi trýst á. Tær vunnu eisini [...] av, var Fleyr á odda 7-0. Spælið hjá Fleyr gekk ótrúliga væl hesa løtuna, og tær gjørdu ongar feilir. Tað var nú, at Mjølnir skuldi vísa hvat tær dugdu til, og tað gjørdu tær so. Gongd kom á spælið hjá Mjølni [...] Onki gekk sum tað skuldi hjá Fleyr. Hjá Mjølni var munandi betri. Blokadan fekk fatur á tí mesta sum Fleyr royndi at fáa gongd í, meðan álopsspælið koyrdi heilt hampuligt. Um tað var tað vánaliga spælið hjá